Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-16, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. juni 2004síða 9

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 112 - 16. juni 2004 17 Spenningur til síðsta sekund á Eystanstevnu Christian Guttesen og Eli Christiansen hava vant nógv, og hetta gevur nú úrslit. Tað bleiv tí til ein tættan og spennandi endaspurt, sum Gunnar Dahl-Olsen akkurát megnaði at vinna. Væl gekk hjá Torkil Veyhe eisini. SÚKKLING Tíðindaskriv Triðja umfar av árligu Grand Prix súkklukapping- ini bleiv súkklað í Runavík í vikuskiftinum. Hetta í samband við Eystanstevn- una. Kappast varð bæði millum gentur og dreingir, børn, ung og vaksin. Koyrt bleiv á keiøkinum í Runavík. Mál og startur var við Eysturoyar Timbur- handil. Leiðin gekk síðan niðan móti rundkoyringini, eftir vegnum móti Toftum, og síðan inn aftur á keiøkið. Meðan teir vaksnu og ung- lingar koyrdu í 45 minuttir pluss eitt umfar, so koyrdu børnini millum 2 og 8 km, alt eftir hvørjum bólki tey súkklaðu í. Christian Guttesen og Eli Christiansen vóru væl fyri, og ongin tjansur var tí hjá Gunnar Dahl-Olsen at sleppa avstað frá feltinum. Tað bleiv tí koyrt taktiskt, og onki var tí avgjørt fyrr enn í endaspurtinum. Christian opnaði, men Gunnar lá so mikið væl fyri, at hann megnaði at fara fram um í avgerandi løtuni. Gunnar átti munin, men tað vóru bert senti- metrar, ið skiltu nummar eitt, tvey og trý. Christian gjørdist nummar tvey og Eli kom á mál sum nummar trý. Hóast hann bert er 14 ár, so hevur Torkil Veyhe valt at koyra saman við ung- lingunum í ár. Væl gekk, og hann megnaði, eisini í einum endaspurti, at vinna á Bergur Johansen av Argjum. Kappingin eydnaðist væl, hetta hóast nógvir bilur skuldu til og frá kappróðr- inum, men uttan góða hjálp frá ferðslupolitinum, hevði tað neyvan gingið so væl. Næsta kapping verður á Sundalagsstevnuni, og tá verður kappast í einkult- starti. Kappast verður eisini millum børn og ung, men hvussu hendan kapping verður skipað, er ikki endaliga greitt enn. Úrslit av eystanstevnuni Vaksin (45 min+1 umgang) 1 Gunnar D. Olsen 2 Christian Guttesen 3 Eli Christiansen 4 Esmar Joensen 5 Sverri M. Edvinsson Ungdómar (45 min+1 umg.) 1 Torkil Veyhe 2 Bergur Ingemarsson Dreingir 12-14 ár Kappsúkkling (8 umf.) 1 Sigmund Olsson 2 Rani G. Jacobsen 3 Niels Christiansen Dreingir 12-14 ár Fjallasúkkling (6 umf.) 1 Kári Joensen Dreingir 9-11 ár (4 umf.) 1 Harald Joensen 2 Helgi Lamhauge 3 Jens Pauli Johansen Gentur 6-8 ár (2 umf.) 1 Hildur Poulsen 2 Katrin H. Iversen Dreingir 6-8 ár (2 umf.) 1 Jóanis Albret Nielsen 2 Kristian Johansen 3 Tóri Nielsen Gunnar Dahl Olsen vann endaspurtin, tá býarkoyringin varð súkklað á eystanstevnu 17 Nr. 112 • mikudagur • 16. juni 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Fagnaðurin var stór- ur á Argjum leygar- kvøldið, eftir at tað fyri fyrstu ferð nakr- antíð hevði eydnast róðrarfelagnum at vinna tríggjar róðrar SIGURSSÆLT FELAG Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Tað var rómur á Argjum leygarkvøldið. Stóru bilar- nir, sum høvdu verið í Runavík við kappróðrarbát- unum, bíðaðu eftir hvørjum øðrum, áðrenn teir fóru um brúnna. So varð koyrt um allar Argir, togað varð í floyturnar, og manning- arnar koyrdu aftaná. Fólkið savnaðist í neystinum, har tað, sum tað altíð verður, tá ið tað hevur verið kapp- róður, varð bjóðað suppa. Umleið hundrað fólk vóru møtt at taka ímóti og fagna róðrarfólkunum hjá Argja Róðrarfelag. Sam- bært formanninum í felagn- um var talan um serligan dag. – Felagið er gott og væl tjúgu ára gamalt, og hetta var fyrsta ferðin nakrantíð, at tað á einari stevnu hevur eydnast at vinna tríggjar róðrar. Áhugin fyri felagn- um er yvirhøvur stórur. Men tað er einki at liggja omaná, at tá ið tað gongst, sum tað gjørdi hesa ferð, so sást tað serliga væl, hvussu stórur áhugin er, sigur Sig- urd Andreasen, formaður í Argja Róðrarfelag. Róðrarfelagið á Argjum hevði fimm manningar við í kappingini á Skálafjørðin- um leygardagin. Genturnar og dreingirnir umborð á Bliki vunnu fyri fyrstu ferð í ár, og Argjabáturin endur- tók sannførandi sigurin frá Norðoyastevnuni. Umframt manningarnar, sum vunnu, so luttók 6-mannafarið Lómur bæði við monnum og kvinnum. – Kanska hevur eingin manning hjá okkum gjørt so nógv við venjingina, sum menninir umborð á Lómi hava. Bæði teir og vit høvdu sjálvandi vónað, at hetta skuldi síggjast aftur í úrslitunum. Men higartil hevur tað ikki stemmað heilt hjá teimum. Vit vóna kortini, at tað fer at eydnast betri, enn tað hevur gjørt higartil, sigur felagsfor- maðurin á Argjum. Tá ið hann roknar mann- ingarnar upp, sum umboða felagið í summar, sigur hann fyrst, at tað eru seks manningar á Argjum. Or- søkin er tann, at hann eisini roknar 10-mannafarið Nólsoyingin uppí. Nólsoy- ingar eru í sínum egna felag í Nólsoy. Men teir hava í fleiri ár hildið til í neystin- um á Argjum, har báturin hjá teimum stendur, og samstarvið millum nólsoy- ingar og argjamenn er fyri- myndarliga gott. Størra helvtin av teimum, sum luttaka í kappróðri við bátunum á Argjum, búgva uttanfyri brúnna. Tað eru eisini fleiri aðra staðni frá, og tað kemur ofta fyri, at rógvarar, sum hava róð á Argjum, seinni eru við til at manna bátarnar hjá Havnar Róðrarfelag og øðrum fel- øgum í Havnini, og tað kemur eisini ofta fyri, at fólk kemur úr feløgunum í Havnini og aðra staðni frá og út á Argir at rógva. Vánirnar eru góðar fyri, at tað seinni í summar skal eydnast Argja Róðrarfelag at leggja okkurt FM heitið afturat teimum, sum felagið higartil hevur vunnið. Fyrstu ferð Argja Róðrar- felag vann eitt FM var í 1984. Tá vóru tað gentur- nar umborð á Bliki, sum vunnu, og árið eftir vann dreingjamanningin fyrsta FM heitið. Argjabáturin vann FM fyri fyrstu ferð í 1991. Tilsaman hevur fel- agið higartil vunnið tólv FM heiti. Av teimum hevur Argjabáturin vunnið tey sjey. Enn hevur tað ikki eydnast 6-mannafarinum Lómi at vunnið FM. Ganga tørn Umstøðurnar til kappróður og alt tað, sum livir og rørir seg kring eitt kappróðrar- felag, eru góðar á Argjum. – Vit eiga góð felagshølir. Bátarnir standa væl, og tað er lagaligt at draga bátarnar og at klæða um í sambandi við venjing. Tað verður farið undir róðrarárið ikki so langt eftir ársskiftið, og frá síðst í januar og til eftir Ólavsøku er nógv lív í neystinum. Vit hava hesa seinastu tíðina gjørt eitt sindur fyri at hækka støðið soleiðis, at tað er so reint og nossligt, at tað skal kennast hugaligt og heimligt hjá øllum. Manningarnar ganga tørn at hava ábyrgd fyri at vaska og rudda. Tær eiga hetta tørnið eina viku í senn, og tað vísir seg at rigga væl, sigur Sigurd Andreasen. Felagið á Argjum eigur fýra rógvimaskinur, sum verða dúgliga nýttar frá stutt eftir nýggjár og inntil tað verður farið í bátarnar at venja. Felagið hevur ætl- anir um at fáa sær fleiri rógvimaskinur. – Stutt undan Norðoya- stevnu varð skipað fyri stuðulsróðri. Manningarnar syrgdu sjálvar fyri at finna stuðlar, og so róðu tær ein tíma í part. Hetta gav um- leið 35 túsund krónur til felagið, og tað er ætlanin at nýta upphæddina eitt nú til at økja um talið av rógvi- maskinum, veit formaðurin at siga. Eisini millum tey heilt ungu er áhugi fyri kapp- róðri á Argjum. Hetta sæst eitt nú aftur í, at felagið luttekur í barnaróðrinum. Blikur er mannaður við bæði gentum og dreingjum. Leygardagin endaðu báðar manningarnar á øðrum plássi, meðan manningar hjá Havnar Róðrarfelag vunnu. Drekin vann gentu- róðurin, og Sílið vann dreingjaróðurin. Størsti róðrardagur nakrantíð á Argjum Argjabáturin setti perfekta punktumið fyri Argja Róðrafelag, tá hann tryggjaði triðja eystanstevnusigurin hjá felagnum Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 16