mánadagur 16. juni 2014síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 16. juni 2014 · Nr. 67
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
www.b36.fo:
Stóran part av dystinum spældi okkara lið ikki upp til sítt besta, men við
trimum vøkrum málum hildu vit rimmarfast um oddasessin
www.hb.fo:
Vit vunnu ein sera søtan sigur í helst besta dysti í Effodeildini í ár og hanga
í í oddinum.
www.nsi.fo:
NSÍ hevur skrivað sáttmála við unga póllendingin Michal Przybylski fyri
kappingarárið 2014/2015.
www.nordlysid.fo:
Simon Kuper, blaðmaður á Fiancial Times, hevur í árbókini ”Scoccernomic”
sum kom út í apríl 2014 eina vísindaliga útgreining av ymiskum fótbólts
hagtølum og staðfestir at ongastaðir í heiminum er áhugin fyri fótbólti so
stórur sum í Føroyum.
www.if.fo: ÍF liðið ikki at kenna aftur
Í seinastu grein á ÍF- síðuni, var yvirskriftin: Hvat bagir ÍF – liðnum ?
Orsøkin til hesa orðing var seinasti dysturin móti KÍ, har okkara lið fekk
einki at rigga, hóast vit hava gott fólk á liðnum.
www.tb.fo: TB – NSÍ 5-0
Sum heild spældu allir TBarirnir væl. Okur hava bara onkuntíð lyndi til at
gera tingini óneyðuga torfør fyri okkum sjálvar. Men tykur skulu allir hava
rós uppiborið fyri 5 sera flott og gjøgnumspæld mál.
www.eb-steymur.fo:
Tað er altíð keðiligt at tapa, og ikki minst sum í dag, nú vit vóru væl betri
enn ÍF allan dystin, men tá tað ikki eydnast at fáa bóltin í málið, hóast
hópin av møguleikum, so kann tað henda, sum hendi í dag
Heimasíðurnar skriva:
■ Hóast tað er summar runt
føroyar, so eru tað hvítir tindar í
høvuðsstaðarøkinum
( B36 - B68 )
Besta sms'ið í Triða Hálvleiki hjá Rás2:
ítróttur ítróttartoymið
Tróndur
Arge
Hilmar Jan
Hansen
Heri
Simonsen
Jóannes
Hansen
Pætur
Albinus
Álvur
Haraldsen
André
Olsen
Teitur
Joensen
Pætur
E. Jensen
Pál silvur á Mare
Nostrum í Barcelona
HB í øðini um
leikbannið
hjá Heina
Rókur í Jákupsstovu
Tað var ein av hesum klass
isku kappingunum hjá Páli,
har hann legði hart út og
dró frá fyrst nógvu hundrað
metrarnar, fyri síðani at
verða innheintaður ímóti
endanum.
Munurin millum Pál og
endaliga vinnaran Brown
var 3.2 sekund eftir fyrstu
500 metrar, sum er einar 3
kroppslongdir, men minkaði
síðani fyrst spakuliga til um
leið 2 sekund við 800, tá ið
Brown sett sítt álop inn. Frá
1000 til 1300 var munurin
millum hálvt og heilt sekund,
og at enda var tað so Brown
sum vann spurtin.
Hinir svimjararnir vóru
meira ella minni sleptir
beinanvegin, men komu tó
so nærri tá ímóti endanum.
Bronsuvinnari
gjørdist
bretski Stephen Milne við
15:15.82, og teir báðir bronsu-
og silvurvinnararnir frá 800
metrinum í Canet hósdagin
gjørdust
so
ávíkavist
nummar 4 og 5 - spanski
Marc Sanchez Torrens við
15:20.13 og franski Damien
Joly við 15:20.99.
Pál vann sostatt tvey
silvurheiðursmerki á Mare
Nostrum stevnunum 2014,
við fyrst at vinna silvur í 400
metra frísvimjing í Monaco
síðsta leygardag, og síðani
silvur nú í 1500 í Barcelona.
Afturat tí hava okkara
yngru svimjarar sett 5 før
oysk juniormet og 1 føroyskt
met, hesar dagarnar á Mare
Nostrum 2014:
í Canet:
Óli Mortensen
(Havnar Svimjifelag)
4:01.34 og juniormet í 400 frí
Óli Mortensen
(Havnar Svimjifelag)
8:13.75 og juniormet í 800 frí
Victoria Wigant Eysturdal
(Ægir)
1:01.30 og juniormet í 100 frí
í Barcelona:
Óli Mortensen
(Havnar Svimjifelag)
2:11.04 og føroyskt met
og juniormet í 200 firvald
Óli Mortensen
(Havnar Svimjifelag)
15:54.62 og juniorm. í 1500 frí
Pál Joensen vann sær í gjár sítt næsta silvurheiðursmerki á
Mare Nostrum stevnunum 2014, tá ið hann í 1500 metra
frísvimjing finaluni í Barcelona svam teinin uppá 15:10.38, beint
aftanfyri suðurafrikanska Devon Myles Brown á 15:10.02
Tróndur Arge
Fyrr í vikuni fekk Heini
Vatnsdal
leikbann
í
tríggar
dystir
fyri
reyða kortið móti EB/
Streymi. Sum skilst, so
stendur ikki dómara
frágreiðingini, at Heini
Vatnsdal
ikki
bleiv
ertaður í støðuni. Tá
spælari verður ertaður
er vanligt, at leikbannið
verður
minkað
við
einum dysti. Hesum er
Heini Vatnsdal als ikki
samdur í.
– Eg føli at dómurin
er órættvísur. Eg meti at
eg blívi so mikið »provo
keraður« at tað eigur
at vera við í dómara
rapportini, men tað er
tað ikki, sigur Heini
Vatnsdal, sum nú má
sita uttanfyri í hálv
finaluni móti B68 og í
oddabrakinum móti B36
sunnudagin.
– Eg dugi ikki at
síggja at hatta reyða
kortið er tríggjar dystir
og eri tí sera ónøgdur
við dómin. Eisini tá ið
júst tann triði dyst
urin er móti nærmastu
kappingarneytunum
úr B36. Tað ger støð
una
uppaftur
meiri
frustrerandi, sigur Heini
Vatnsdal.
Vanvittugt
dømt at FSF
Tað
sigur
Heðin
Askham, venjari hjá HB.
– Vit eru stakónøgdir
við at hann fær tríggjar
dystir. At Heini ikki bleiv
provokeraður í støðuni,
sum dómarin skrivar í
dómarafrágreiðingini,
tað passar ikki. Øll sóu
hvat hendi. Hann verður
hálaður niður. Hatta er
bestemt ikki leikbann
til tríggjar dystir, sigur
Heðin
Askham,
sum
ásannar, at hann kemur
at sakna Heina í dyst
unum móti B68 og B36.
– Hatta er vanvittugt
dømt av Fótbóltssam
bandinum, er seinastu
orðini hjá HB venjar
anum í hasum sam
bandi.
trondur@sosialurin.fo
Torkil Veyhe fylgir fóta
sporunum
hjá
Boga
Kristiansen
og
Rógva
Johansen,
og
hevur
vunnið silur í súkklu
kapping í bestu deildini
í Danmark. Torkil kom
á mál samstundis sum
vinnari, men tapti spurtin
um málstrikuna.
Talan var um Fyn
Rundt 2014 og Torkil
stríddist allan dagin í
útbroti. Hann og vinnarin,
Mads Hardahl, vóru leysir
av nummar trý, tá teir
komu á mál
Torkil
og
vinnarin
brúktu 3 tímar og 53
sekund um teir 127 kilo
metrarnar. Hetta gevur
eina meðalferð uppá 42,1
km/t.
Tað var ein próvtøku
troyttur Torkil Veyhe,
sum framdi súkklubragdi
leygardagin. Hann hevur
verið nógv á skúlabonki
í samband við próvtøkur.
Tórshavnar
Súkklu
felag skrivar á heima
síðuni, at talan helst er
um eitt tað besta úrslitið
hjá
einum
føroyskum
súkklara.
trondur@sosialurin.fo
Torkil vann silvur