Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-16, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. juni 2014síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 16. juni 2014 · Nr. 67 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur kappróður Teir, sum ætlaðu at bjóða nýggja 10-mannafarinum á Argjum av, men sum ikki vóru nóg nógvir, vunnu í Hósvík kappingarnar millum 8-mannaførini og 6-mannaførini Sannførandi Drekin Reyði saknar kapping Jóannes Hansen Tað vekir ans, hvussu Drekin Reyði er komin skúmandi upp í kappróðurin. Á norð­ oya­stevnu vann nýggja 10-mannafarið hjá Argja Róðrar­felag í tøttum kapp­ róðri ímóti Klaksvíkingi, FM vinnar­unum seinastu trý árini. Leygardagin var eingin kapping, tá ið Drekin Reyði vann fyri aðru ferð í ár. Kapp­ ingarneytarnir – um tað ber til at tosa um kapping - vóru Havnarbáturin, Ormurin Langi og Eysturoyingur. Drekin Reyði var skjótt leys­ur av hinum. Síðani var spurn­ingurin bara, hvussu sann­førandi sigurin fór at verða. Tá ið bátarnir fóru um málið, var munurin aftur til Havnar­bátin tólv sekund, tað vóru meiri enn fimm sekund frá Havnarbátinum og aftur til Ormin Langa hjá Róðrar­felagnum Knørri, og frá bláa bátinum vóru tað tvey sekund aftur til gula Eystur­oying. Manningin á Drekanum Reyða hevur lagt ógvuliga nógv fyri í venjingunum, og nú fáa teir í Argja Róðrar­ felag úrtøku eftir stóru íløg­ una. Ungu manningarnar um­borð á Havnarbátinum og Eysturoyingi eru við fyri at læra, sum tað plagar at verða tikið til. Tað verð­ur ikki í ár, at hesar mann­ingar­ nar fara at vinna gull og skreyt. Ivaleyst fara avrikini og tíðirnar at batna, sum tað líður út á summarið. Havnar­báturin vann silvur­ krón­urnar leygardagin, og í løtuni er tað ikki so nógv, sum bendir á, at tað ikki skal verða soleiðis tær næstu ferðirnar. Umborð á Orminum Langa sita veteranar, sum vita, at teirra besta tíð sum kapp­rógvarar er farin. Teir finna fragd í at venja og luttaka, og tað verður ikki við teimum við árarnar, at blái báturin aftur fer at vinna í FM róðrunum. Heldur verður tað í old boys kapp­ ing­um. Tá ið Drekin Reyði eftir megnar avrikið leygar­dagin varð drigin upp á turt, og eldsálirnar í Argja Róðrar­ felag saman við teimum næstu hjá rógvarunum høvdu fagnað avrikinum og sigr­inum, ásannaðu rógv­ arar­nir, at tað er harmuligt, og at róðurin ikki er so áhuga­verdur, tí talan ikki er um tætta og spennandi kapping. – Vit sakna Klaksvíking, og vit vóna, at hann verður við aftur seinni. Vit hava vant nógv, og vit rógva fyri at kappast. Tað er ikki so huga­ ligt, tá ið munurin verður so stórur, at talan ikki er um kapping. Vit royna at seta okkum nýggj mál – eitt nú at betra tíðirnar – men okkum dámar best at vinna í tættari kapping, segði veteranurin Høgni Jacobsen í samrøðu við 3-2 hjá Kringvarpinum, tá ið báturin var komin aftur á lunnin at standa. Kappingar­ neytarnir vunnu Tað er serliga á bygd at tað haltar við luttøkuni í størstu bátastøddini. Úr høvuðs­staðnum luttaka trý 10-mannafør. Tað ber illa til at rokna við meiri enn einum 10-manna­fari úr hvørjum róðrar­felag. Róðrarfelagið Knørrur, Havnar Róðrarfelag og so Argja Róðrarfelag – í stórum stíli – eru við. Umframt at Klaks­vík­ing­ ur verður saknaður, so er sakn­ur í Vestmenningi og Suður­oyingi. Vestmenningur er flotaður, og ætlanin er, at hann skal luttaka í fleiri róðrum. Men tað man vera lítið sannlíkt, at hann og aðrir bátar fara at geva Drek­ anum Reyða mótstøðu. Argja Róðrarfelag hevur beina kós ímóti fyrsta FM heitinum í kapp­ingini millum 10-manna­førini. Fleiri teirra, sum ætlaðu sær at bjóða av í kappingini millum 10-mannaførini, gera um seg í øðrum báta­ stødd­um. Tá ið tað ikki eydnaðist at manna Suður­ oying, so fóru teir um­borð á 6-mannafarið Hvessing hjá teimum í Hvalvík/ Streymnesi, og teir, sum ætlaðu at manna Vest­menn­ ing, sita umborð á Kvívíkingi. Eingin skalar kvívíkingar Kvívíkingar bera høvdið høgt í hesum døgum. Á norðoya­ stevnu vann sigursvanda 8-mannafarið hjá teimum við einari bátslongd á Knørri. Aftur í Hósvík vóru kvívíkingar við tryggum og sann­førandi avriki eina báts­longd undan næsta kappingarneytanum. Hesa ferð var tað Argja­ báturin, sum var næstfremst. Meðan Miðvingur dragnaði og endaði aftast, so eydn­ aðist tað Argjabátinum at taka Knørr og at halda seg eitt stórt sekund undan honum inn um málstrikuna. Tað kann boða frá, at mann­ ingin á Argjabátinum er um at rógva seg í venjing, og at tað bíða spennandi kapp­ ingar millum Kvívíking og Argja­bátin. Hvessingur sigur í tættari kapping Tað var nógv, sum tørnaði øðrvísi út, enn tað gjørdi á norð­oya­stevnu, tá ið 6-manna­førini við monnum kapp­aðust. Hesa ferð var tað Hvess­ingur úr Hvalvík/ Streym­nesi, sum vann. Tað eru royndir rógvarar úr Suðuroy við Bjarna Hammer á lær­inum á odda, sum mann­að henda bátin í ár. Sammett við á norðoya­ stevnu vóru úrslitini heilt øðrvísi. Í Klaksvík vann Jarn­ bardur tætta kapping við Hvessing og Sølmund. Eins og seinast var aftur hesa ferð talan um sera intensiva og skiftandi kapping. Hvess­ ingur var tvey sekund undan Sølmundi, og eina bátslongd aftanfyri var Jarnbardur frammanfyri Rádna í tættari kapping um bronsuplássið. Tvørabáturin og Lómur vóru leingi væl við, áðrenn teir dragnaðu. Fípan framvegis fagrast Í Hósvík gekk tað í kappingini millum 5-mannaførini við dreingjum soleiðis, sum tað gekk í Klaksvík fyri tveimum vikum síðani. Fípan Fagra úr Klaksvík vann, og Blikur av Argjum var næst­fremstur. Á norð­ oya­stevnu var tað bara mill­ um hesar báðar bátar­nar, at kapp­ingin um fremsta pláss­ ið stóð, og so­leiðis var tað aftur hesa ferð. Í Klaksvík var mun­urin aftur til triðja plássið fýra sekund. Í Hósvík vóru tað tíggju sekund frá Bliki og aftur til Jallin, sum vann bronsu­plássið. Hóast Fípan Fagra hevur vunnið tveir teir fyrstu róðrar­nar, so boða tíðirnar frá, at tað kann fara at verða stór kapping um FM heitið. Á norðoya­stevnu var munurin millum Fípuna Føgru og Blik hálvt­annað sekund. Hesa ferð var hann minni enn eitt sekund. Kløkkaðar á Jarnbardi Sigursvandi Jarnbardur í kapp­ingini millum 6-manna­ før við kvinnum var aftur bestur í Hósvík. Knørra­ felagið luttók við seks mann­ing­um, og allir vunnu heiðurs­merki. Einastu gull­ krónurnar til felagið vunnu kvinn­ur­nar á Jarnbardi, sum eru stór­favorittar at vinna FM heitið. Í Hósvík var sigurin ikki so sannførandi, sum hann var tað í Klaksvík. Tá vóru