mánadagur 16. juni 2014síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 16. juni 2014 · Nr. 67
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
H E S A V I K U N A
Minnast Birgir Enghamar HB spælir í dag við syrgibindi í dystinum
ímóti NSÍ við Løkin í Runavík. Tað er fyri at minnast Birgir Enghamar, fyrr
verandi formann í HB, sum doyði í ferðsluvanlukku í gjár, 59 ára gamal. Tá
HB mikudagin møtir B68 í Gundadali í seinnu hálvfinaluni um Løgmans
steypið, fara tey at minnast Birgir Enghamar við tøgn í ein minutt.
3
Andras Gango
Átti einki í málunum hjá HB, men
hevði annars ikki so nógv at gera. Eitt
miðal avrik frá málverjanum.
3
Jónhard
Frederiksberg
Kom væl framvið í fleiri førum,
men tað kemur sjáldan nakað
burturúr hjá høgra bakkinum, tá
hann leggur innfyri. Annars solidur í
verjupartinum.
2
Jens Joensen
Fekk tvey gul kort og bleiv
harvið útvístur. Tað telur niður saman
við onkrum stórum uppspælingsfeili.
Annars var talan um miðal avrik.
3
Per Langgaard
Hevði somuleiðis onkran feil
í uppspælinum, sum kundi havt
kostað. Annars var talan um ein
miðal avrik.
3
Einar Tróndargjógv
Fyrsta málið kemur gjøgnum
hansara vinstru síðu, men annars er
talan um miðal avrik. Kemur kanska
ov lítið burturúr, tá hugsað verður um
evnini hjá manninum.
4
Sjúrður Jacobsen
(Út 79.min) Besti maðurin hjá
NSÍ á degnum. Tryggjar javnvág á
liðnum og tók teir nærdystirnar, sum
hann skuldi við eitt nú Fróða. Gott
kappingarár higartil!
3
Magnus H. Olsen
Megnaði ikki at seta seg í
gjøgnum á miðvøllinum. Var nógv á
bóltinum, men avgerandi avleveringin
kom ov sjáldan.
2
Jann Martin
Mortensen
(Út 86.min) Millum verri dystirnar
hjá miðvallaranum, sum ikki kom í
góðar støður og datt niður í millum á
miðvøllinum.
3
Andy Olsen
Átti tvær góðar avlevringar
til Klæmint, har bólturin endar á
tvørstongini. Fyri uttan, so var talan
ikki um sannførandi avrik.
4
Árni Frederiksberg
Vil avgera fótbóltsdystir og
royndi til tað seinasta, men serliga
innleggini vóru og løtt hjá Teiti at
pilka niður.
3
Klæmint A. Olsen
Er noteraður fyri málið, men
talan er ikki um reinan stútara.
Klæmint stríðist altíð væl, men móti
toppliðnum hevur hann ikki verið
skarpur.
Meinhard Olsen
(Inn 79.min) Kom inn seinastu tíggju
minuttirnar, men uttan at gera ein
mun. Ov stutt inni til at gera eina
meting.
Haraldur R. Højgaard
(Inn 86.min) Kom inn seinastu
minuttirnar. Ov stutt inni til at gera
eina meting.
spælarameting
Tróndur Arge
Undan dystinum við Løkin
í gjár var HB heili átta stig
aftanfyri
B36,
sum
løtu
frammanundan vann 3-0
á B68 í Gundadali. Tað var
ikki óvæntað, at B36 fór at
vinna dystin, men tíðind
ini hava helst trýst nakað
um gaggurnar hjá HB spæl
arunum.
Andrew
av
Fløtum,
Christian R. Mouritsen og
Pál M. Joensen sótu uttan
fyri við skaða, meðan Heini
Vatnsdal sat fyrsta av trim
um dystum uttanfyri orsaka
av leikbanni, sum hann fekk
fyri reyða kortið móti EB/
Streymi.
Heðin Askham, venjari
hjá HB, valdi at byrja inni við
Poul Ingason í álopinum fyri
fyrstu ferð í landskappingini
í ár. Levi Hanssen kom á
miðvøllin saman við Fróða
Benjaminsen, meðan Símun
Samuelsen Hetta er bara aðru
ferð, at Símun byrjar inni í ár,
eftir drúgvan skaða frá í fjør.
Fyri NSÍ var talan um
sama liðið, sum vann á B68
á Toftum. Teir skuldu nú
prógva, at teir kunnu fáa
fult móti øðrum enn liðnum,
ið eru í botnstríðnum.
Poul slær til
HB kemur á odda longu
aftaná
sjey
minuttir,
tá
Kristin R. Mouritsen leggur
bóltin fyri føturnar á Poul
Ingason, sum við hørðum
skoti sendi bóltin í málið.
Málið hevði stóran týdn
ing fyri HB, tí nú fór trýstið
eitt sindur av teimum. Eisini
fyri Poul Ingason er talan
um forloysandi mál.
Tað
hevur
verið
eitt
sindur av trýsti á unga tvøra
manninum, sum ikki hevur
fingið fórin fyri í Gundadali
enn.
Hetta
var
hansara
fyrsta mál fyri HB í lands
kappingini.
Klæmint – skarpur
og óskarpur
Tað ber illa til at kritisera
toppskjúttan í landskapp
ingini fyri ikki at raka málið,
men tað er heldur merkis
verda støðan hjá liðskipar
anum hjá NSÍ, Klæminti A.
Olsen. Tað stendur ikki á at
seta bóltin í málið móti Skála,
AB og B68, men er mótstøðan
longur uppi á stigatalvuni, so
rakar framherjin ikki málið.
Klæmint er noteraður fyri
málið móti HB í gjár, men
talan er ikki um ein reinan
stútara,
har
framherjin
hevur time’ingina í ordan.
Heldur er talan um fusk frá
Teiti í málinum hjá HB, sum
helst verður órógvaður í
løtuni.
Klæmint
leggur
altíð
nógv fyri og arbeiður altíð
hart, men bæði móti B36 og
í gjár móti HB, so manglar
neyvleikin. Í fyrra hálvleiki
er Klæmint púra leysur inni
í fmm metrinum, men stútar
á tvørstongina.
Tá so framherjin tekur
røttur avgerðina og roynir
seg við Robin van Persie
Enn eina ferð er tað Fróði Benjaminsen
sum er bjargingar hjá HB, sum
fremvegis heldur lív í FM vónini
í FM vónini
1 til 6
fótbóltur
John Andersen: NSÍ fjeppari
Skít og skræpa!.. Dysturin kundi koppa báðar vegir.
Spell at tað ikki lukkaðist at fáa trý stig í dag.
Ná, men so er tað Havnin ímóti rest...
Koyr á NSÍ
(0-1) 1-2
0-1: Kristin R. Mouritsen 7.
1-1: Klæmint A. Olsen 59.
1-2: Fróði Benjaminsen 86.
Dómari: Eiler Rasmussen
Fróði
heldur lív