Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-17, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. juni 2014síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

mikudagsblaðið Mikudagur 18. juni 2014 · Nr. 68 Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tíðindaleiðari Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Tað kunnu sjálvandi vera fleiri or­ søk­ir til, at fjølmiðlarnir í Føroyum ikki hava tað so gott. Tað kunnu vera miðlarnir sjálvir, sum ikki eru nóg góðir, ella tað eru aðr­ar umstøður kring miðlarnar, sum ikki eru nóg góðar. Í báðum førum býðist bøtur. Miðl­ar­nir mugu liva eftir førimuni, og gera sítt arbeiðið alt eftir, hvussu fíggj­ar­um­støð­ur­nar eru. Tað eru kori­ni í miðlavinnuni, eins í so mong­um øðr­um vinnum. Men tað ber eisini til hjá pol­it­ik­ ar­um at skapa miðlunum karmar, sum gera, at miðlarnir kunnu virka. At hava fjølmiðlar hevur stóran týdn­ing fyri fólkaræði, tí miðlarnir verða nát­úr­lig mót­vekt til politiska vald­ið. Soleiðis skal tað vera við eini krit­isk­ari pressu. Í øðrum londum eru viður­skift­ ini kring miðlar skipað. Tú hev­ur van­liga eitt alment public ser­vice kring­varp, eins og vit hava í Før­oy­ um. Munurin er bara tann, at aðr­a­ staðni hevur kringvarpið sína játt­ an, til dømis sítt kringvarpsgjald. Og tað er so tað, sum heldur lív í stovn­i­num. Har hevur man so eis­ini skip­an­ir sum halda lív í flestu red­ ak­ti­ón­unum. Tað verður gjørt part­ vís við útberingarstuðuli til bløðini og við beinleiðis játtan til ávísar red­ ak­ti­ónir. Í til dømis Danmark vórðu bara tvey blaðhús, sum høvdu klár­ að seg uttan miðlastuðulin. Men í Føroyum vilja pol­it­ik­ar­ ar­nir ­ikki ein gong játtað al­menna kringvaprinum neyðugu pengarnar. Poli­t­ik­ar­ar­nir hava latið kring­varps­ gjald­ið staðið í stað í áravís, og eggja so heldur stovninum til at kapp­ast við privatu miðlarnar um lýs­ing­ar­ pen­gar­nar. Soleiðis verða at kalla all­ir út­varps­lýs­ing­ar­peng­ar­nir kan­ al­i­ser­að­ir til Kringvarpið. Út­gangs­ punkt­ið hjá Kring­varpinum eru tær 45 mill­ión­irnar, sum stovnurin veit at hann fær – og tær 10 mill­i­ón­ir­ nar, sum Mentamálaráðið vil hava Kringvarpið at taka frá tí markn­að­ i­num, sum nátúrliga hoyrir til priv­ atu miðlarnar. Í 2007 var ein semja gjørd í ment­ an­ar­nevndini hjá løgtinginum um at nið­ur­laga lýsingarnar í Krin­gvarp­i­ num yvir fimm ár. Helena Dam á Neyst­abø gjørdi einki við hetta, tá hon umsat ment­a­mál. Bjørn Kalsø ger heldur einki. Hann tyk­ist firt­in um, at Fólka­flokk­urin ikki vil lova honum at geva Kring­varp­i­num fleiri pengar, og tí ger hann einki fyri at bøta kor­ini hjá pivatu miðlunum. Hann hev­ur ann­ars mynd­ug­leik­an púra eins­a­mall­ur. Hann kann við kunngerð siga, at Kringvapið skal ikki kappast við privatar miðlar um lýsingar og sponsorat. Men tað vil Bjørn Kalsø ikki – og í­með­an fer fram ein niðurbræðing av før­oysk­um fjøl­miðl­um. Starvs­ fóka­tal­ið í hesi vinnu er farið niður í helvt seinastu sjey árini. Tað hótt­ir javn­vágna, sum eig­ur at verða mill­um fólkið og valdið. Starvsfólk í miðlu­num eru fækkað niður í helvt í sjey ár Sea Shepherd hevur broytt teirra búmerki fyri her­ferðina ímóti grinda­ drápi. Føroyska Merkið var upprunaliga partur av hesum logo, men eftir nógv­ ar atfinningar hevur fe­lags­ skapurin gjørt av at taka føroyska flaggið úr sínum búmerki. – Paul Watson hevur sjálv­ur tikið avgerð um, at Merkið ikki skal verða ímyndin av kampanjuni hjá Sea Sherpherd í Føroyum, tí vit hava einki ímóti før­ oy­ingum ella føroyskari mentan. Vit eru her fyri at steðga grindadrápinum, sig­ur Peter Hammerstedt, sum er ein av leiðarunum hjá Sea Shepherd. Í staðin fyri Merkið hev­ ur Sea Shepherd valt at brúka Tindhólm í sínum graf­iska úttrykki fyri her­ ferðini í Føroyum. Sea Shepherd broytir búmerkið hóttir miðlar í føroyum Menn skulu sleppa at spæla Helleluja Sofus síða 8-9 Miðla­ heimurin bløðir Bakgrund síða 12-13 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! – Hvussu kann ein almennur stovn­ur bjóða eitt arbeiði út, sjálvur bjóða upp á uppgávuna, meta um innkomnu tilboðini og enda við at geva sær sjálv­ um arbeiðið? Tað spyr Føroya Ar­beiðs­ gev­ar­a­felag í sambandi við, at Lands­verk fyri nøkrum ár­um síðani fekk boð um, at as­falt­ er­ing skuldi bjóðast út. So varð gjørt, men skjótt vísti tað seg, at Landsverk sjálvt eisini bjóðaði upp á hes­ ar uppgávur. – Tað verður sagt, at or­søkin til, at Landsverk skal bjóða upp á arbeiðini er, at hetta tryggjar kapping um upp­gáv­ una. Tað eru tó fleiri stór­ir veikleikar við hesum arg­u­ menti. Ein av hesum veik­leik­ um er, at Landsverk er við til at upprætthalda ein yv­ir­kap­a­ si­tet á økinum, sum í longdini helst er ein forðing fyri, at kostn­að­ur­in av asfaltering kann lækka yvir tíð. Færri tól og út­gerð, sum kunnu gera tað sama arbeiðið, hevði givið betri løn­semi og harvið lægri kostn­að, skrivar Vinnuhúsið, sum heldur fram: »Ein annar veikleiki er spurn­ing­ur­in um gegni. Van­ liga verður tað gjørt nógv fyri, at tann fyritøkan, sum er við til at fyri­reika eitt útboð, ikki eis­ini er við til at bjóða upp á ar­beiðið. Orsøkin er, at man vil sleppa undan illgrunanum um, at krøvini verða sett á ein hátt, sum tænir einum sjálv­um best, og man tí fær ein kapp­ ing­ar­fyrimun. Tann triðji er spurningurin um marknaðarstødd. Besti mátin at tryggja eina mun­a­ góða kapping á privata markn­ að­i­num er ikki neyðturviliga at tví­halda um eina almenna fram­leiðslu. Kappingin kann eis­ini tryggjast við at økja um stødd­ina á markn­að­i­num, t. e. at útveita meira. Tá tað framm­anu­ndan eru fyritøkur á markn­að­i­num, kann ein størri al­menn útveiting bara styrkja um møguleikan hjá fleiri fyritøkum at klára seg á hes­um markn­að­i­num, og harvið tryggja kappingina. Leikluturin hjá Landsverki verð­ur tá tann sami, sum hann er í øðrum byggi- og ann­legs­ verk­ætl­an­um hjá landinum: At bjóða arbeiðið út mill­ um privatu fyritøkurnar, velja besta til­boðið, og síðani eft­ir­kanna, at arbeiðið lýkur settu krøvini. Eingin orsøk tyk­ist at vera at viðgera as­ falt­økið øðrvísi enn annað virk­semi hjá Landsverki, tá ein privatur marknaður fyri asfaltframleiðslu og -álegging longu er í Føroyum, og møg­ u­ligt er at styrkja henda enn meira. Tíverri vísir tað seg, at al­ menn­ir stovnir, sum sjálvir bjóða upp á síni arbeiði, treyð­ ugt sjálv­ir vilja sleppa hesum møgu­leika. Tá so er, eigur pol­ it­iski myndugleikin at taka stig til at broyta skipanina. Eitt upplagt stað at byrja er í sam­band við as­falt­eri­ ng hjá Lands­verki«, heldur Vinnuhúsið. Bjóða upp á síni egnu útboð