týsdagur 17. juni 2014síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 17. juni 2014 · Nr. 68
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Rannvá G. Fossaberg
Arbeiðið at gera nýggjan,
nútímans terminal á flog
vøllinum í Vágum er nú
at komið at enda. Samlaði
kostnaðurin fyri terminalin,
brandstøð, umsitingarhøli og
garasju varð frammanundan
mettur at verða 144 miliónir
krónur, og nú teir 6600 fer
metrarnir eru til reiðar at
taka í nýtslu, er líkt til, at
konstnaðarætlanin fer at
halda.
Á
móttøku
týsdagin
helt
vinnumálaráðharrin,
Johan Dahl, røðu og eisini
Kitty May Ellefsen, sum
er nevndarforkvinna fyri
Vága Floghavn, segði nøkur
orð. Aftaná kliptu tey bæði
bandið inn til fráfaringar
hølið, og sostatt bleiv nýggi
terminalurin alment tikin í
nýtslu.
Nýggi
terminalurin
minnir um einhvønn annan
modernaðan terminal, sum
vit kenna frá eitt nú Íslandi
og Danmark.
Sum nakað nýtt eru fleiri
tól sett upp, soleiðis at tey
ferðandi sjálvi kunnu tjekka
inn viðførið og harvið stytta
um bíðitíðina fyri at sleppa
av við viðførið.
Terminalurin sjálvur er í
ljósum litum og í stóra glas
partínum, ið vendir út ímóti
sjálvum
vøllinum,
hanga
einir 25 av eyðkendu glas
fuglunum hjá Tróndi Paturs
son, listamanni.
Nýggja taxfree sølan er
munandi øðrvísi enn tann
gamla, tí umframt hølini er
úrvalið av vørum nógv størri
enn áður.
rannva@sosialurin.fo
Nútímans flog-
vøllurin tikin í nýtslu
Nýggi terminalurin á flogvøllinum í Vágum bleiv alment
tikin í nýtslu týsdagin. – Arbeiðið hevur gingið væl, og bæði
fíggjar- og tíðarætlanin heldur, hóast veðrið í vetur hevði stóra
ávirkan, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága floghavn
nýggi terminalurin
Nýggi terminalurin í Vágum tikin alment í nýtslu.
Sí eisini myndatema á www.in.fo
Myndir: Álvur Haraldsen