Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-17, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. juni 2014síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 17. juni 2014 · Nr. 68 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov Føroyar høvdu fingið nýggj­ an løgmann og nýggja sam­ gongu, um val hevði verið í vár. Tað vísa tríggjar veljara­ kann­ingar, sum eru gjørdar um sama mundið í apríl/mai í ár. Hóast flytingarnar mill­ um flokkarnar eru ymiskar, so vísa allar tríggjar kann­ ing­ar sama býti millum sam­ gongu og andstøðu: Sam­ gong­an fær 14 tingfólk og and­støðan 19. Nýggjasta veljara­kann­ ingin, sum er komin undan kavi, er ein sum Lóður hevur gjørt fyri Fólkaflokkin, og sum Kringvarpið kunngjørdi í síðstu viku. Hon er gjørd um sama mundið sum hinar báðar, sum Lóðir og Gallup Føroyar gjørdu. Kanningin gevur Fólka­ flokkinum stóra afturgongd. Hann fær 17,4 prosent, sum er ein afturgongd upp á 5,1 prosentstig, ella seks tingfólk í mun til átta. Afturgongdin í prosentstigum er 5,1. Seinast Fólkaflokkurin hevði seks tingfólk var á valinum fyri 20 árum síðani í 1994. Sambandsflokkurin hevði eisini í hesi kannigini fingið stóra afturgongd. Flokkurin hevði fingið 20,8 prosent í mun til 24,7, afturgongdin er 3,9 prosentstig, sum hevði givið flokkinum sjey tingfólk í mun til átta. Javnaðarflokkurin hevði eisini í hesi kanningini fyri stóra framgongd, 7,8 prosent­ stig. Flokkurin hevði farið úr 17,8 prosentum í 25,6. Og tað hevði givið flokkinum átta tingfólk í mun til seks. Javnaðar­flokkurin hevur ikki havt so stóra undirtøku síðani 1990, tá flokkurin fekk 27,5 prosent og 10 tingfólk. Sjálvstýrisflokkurin hevði fingið laka undirtøku í hesi kann­ing­ini. Vit kenna ikki prosent­tølini hjá Sjálvstýris­ flokk­inum í kanningini hjá Fólka­flokkinum, men hava bara fingið at vita, at flokk­ urin ikki fær umboðan á tingi. Tjóðveldisflokkurin hevði fingið framgongd sambært kanningini, sum gevur flokk­inum 20,8 prosent, sum er ein fram­gognd upp á 2,2 prosent­stig og sjey tingfólk, ein meira enn á seinasta løg­ tings­vali. Tølini hjá Framsókn og Miðflokkinum eru okkum heldur ikki kend. Bara tað, at Framsókn fær ein tingsess afturat og at Miðflokkurin missir annan tingsessin. Her skal havast tað fyri­ varni, at ein tingsessur mangl­ar at býta. Her eru 32 ting­fólk. Tá vit ikki hava tøl­ ini hjá smáu flokkunum, so fáa vit ikki roknað út, hvør fær 33. tingsessin. Taka vit miðaltøllini hjá teimum stóru flokkunum úr hesum trimum veljara­kann­ ing­unum, so verður úrslitið hetta: Fólkaflokkurin: 17,5% og sannlíkt 6 tingfólk Sambandsflokkurin: 19% og sannlíkt 6-7 tingfólk Javnaðarflokkurin: 25,4% og sannlíkt 8 tingfólk Tjóðveldi: 21,4% og sannlíkt 7 tingfólk eirikur@sosialurin.fo Løgtingsvalið okt 2011 29-10-2011 22,5 24,7 17,8 4,2 18,3 6,3 6,2 8 8 6 1 6 2 2 19 14 Gallup desember 2011 30-11-2011 19,2 24,9 20,2 2,7 18,9 5,9 8,4 7 8 7 0 6 2 3 17 16 Gallup februar 2012 21-02-2012 19,0 24,4 20,2 3,3 20,8 4,9 7,4 6 8 7 1 7 2 2 17 16 Gallup juli 2012 03-07-2012 15,7 22,2 23,1 2,9 22,1 7,2 6,8 5 8 8 0 8 2 2 15 18 Gallup november 2012 09-11-2012 19,6 23,5 20,8 2,7 21,8 5,8 5,9 7 8 7 0 7 2 2 17 16 Gallup februar 2013 25-02-2013 19,3 21,7 22,5 2,6 22,0 6,9 5,1 7 7 8 0 7 2 2 16 17 Gallup september 2013 16-09-2013 17,2 22,1 21,7 4,5 23,6 5,3 5,7 6 7 7 1 8 2 2 15 18 Lóður apr/mai 2014 (Fólkafl.) 11-05-2014 17,4 20,8 25,6 20,5 6 7 8 0 7 1 3 14 19 Gallup mai 2014 02-05-2014 17,8 15,7 25,1 4,1 23,0 7,7 6,5 6 5 8 1 8 3 2 14 19 Lóður mai 2014 17.4 20.5 25.6 3.4 20.8 4.6 7.7 6 7 8 1 7 1 3 14 19 Undirøtka í mun til valið -5,1 -3,9 7,8 -5,1 2,2 -6,3 -6,2 Fólkaflokkurin Sambandsflokkurin Javnaðarflokkurin Sjálvstýrisflokkurin Tjóðveldisflokkurin Miðflokkurin Framsókn Fólkaflokkurin Sambandsflokkurin Javnaðarflokkurin Sjálvstýrisflokkurin Tjóðveldisflokkurin Miðflokkurin Framsókn Samgongan tils. Andstøðan til s. Samgongan tapir í trimum kanningum Tríggjar kanningar, gjørdar um sama mundið vísa, at samgongan hevði mist nógv. Andstøðan hevði fingið 19 tingfólk og samgongan 14 VELJARAKANNING Sambandsflokkurin hevði fingið 20,8 prosent í mun til 24,7, afturgongdin er 3,9 prosentstig, sum hevði givið flokkinum sjey tingfólk í mun til átta Savnsmynd Fólkaflokkurin 6 8 Sambandsflokkurin 7 8 Javnaðarflokkurin 8 6 Sjálvstýrisflokkurin 0 1 Tjóðveldi 7 6 Miðflokkurin 1 2 Framsókn 3 2 Kanning mai 2014 Løgtingsv. 29-10-2011 Sperrumark: 1/33 av atkvøðunum Tingsessir