Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-17, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. juni 2014síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 18. juni 2014 · Nr. 68 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Tað gongur væl hjá Fim­ leika­felagnum Støkk, sum nú gongur á 48. ári. Komandi árini verður ikki minni spenn­andi at fylgja gongdini í felagnum, nú nýggja og snotu­liga fimleikahøllin verður liðug og klár at taka í nýtslu í august. – Tann estetiski fimleik­ urin í felagnum hevur ment seg nógv seinastu árini, og úrslitini hetta fimleikaárið tala fyri seg. Tað eydnaðist nevniliga liðunum at vinna heili átta gull, eitt silvur og trý bronsuheiðursmerki. Har­ umframt megnaðu tvey lið at gerast steypavinnarar og trý gjørdust føroyameistarar. Støkk vísir á, at liðini hjá felagnum, sum gjørdust steypavinnarar, eru Pinkur Flykran og Gentur Svalan. FM-vinnarar gjørdust Pinkur Flykran, Smágentur Vípan og Gentur Svalan. Tað eydnaðist sostatt at vinna trý av fimm møguligum FM-heitum, sum er besta úrslit hjá felagnum nakrantíð. Reiðskapsfimleikur – Vit fegnast um gongdina í reiðskapsfimleiki, tí í hesum kappingarárinum eydnaðist tað okkara fimleikarum at vinna fleiri heiðursmerki. Víst verður á, at á dreingja­síðuni eydnaðist fe­lagnum at vinna eitt Før­ oya­meistara­heiti sum lið og eitt sum einstaklingi. Har­ aftrat vunnu dreingirnir fleiri heiðursmerki í teimum ymisku amboðunum, bæði í steypakappingum og til FM. – Á gentusíðuni eydn­ að­ist eisini at vinna fleiri heiðursmerki í steypa­kapp­ ingum og til FM. Støkk fegnast um at hava fingið yngri gentu­fim­ l­eikarar við aftur at gera reiðskapsfimleik á kapp­ing­ ar­støði. Á kvinnusíðuni hevur felagið í fleiri ár havt umboð á fimleikalandsliðnum, sum luttekur í ymiskum kapp­ ingum uttanlands við góðum úrslitum. Ein bjørt framtíð Støkk fegnast um, at tað hevur eydnast at fingið sett nýggjar fimleikarar við og at fólk, ið áður hava gjørt fimleik í felagnum, venda aftur til felagið sum venjarar. – Umstøðurnar at íðka fimleik í Støkk hava verið ógvuliga skiftandi seinastu nógvu árini, men nú nýggja fimleikahøllin verður liðug, verða karmarnir serstakliga góðir. Støkk ásannar, at við nýggju høllini koma eisini nýggjar avbjóðingar og mál sum øll, ið varða av felagnum, mugu arbeiða saman um. – Men, við teimum sera dugnaligu venjarunum og øðrum eldsálum, sum dagliga brúka sína frítíð upp á felagið, er eingin ivi um, at framtíðin hjá felagnum er sera bjørt, sigur Fimleikafelagið Støkk. Vilmund Jacobsen – Við tað, at vit eru tríggir, ið ar­ beiða saman, og hølis­viður­skiftini eru so góð, hava pláss fyri nógvum næmingum. Eingin verður vendur í hurðini. Øll eru hjartaliga væl­ komin. Tað sigur Karl Rasmussen, sum vísir á, at nýtt frálæruskeið byrjar hjá Eysturoyar Teoriskúla hin 06. august í ár. – Í aðrar mátar kunnu fólk, ið ynskja at taka koyrikortið, altíð venda sær til okkum, og saman finna vit út av, hvussu vit gera. Eysturoyar Teoriskúli gevur frálæru í koyrikorti til vanligan persónbil og til hýruvogn. Umframt vanliga koyrifrálæru, skipar Eysturoyar Teoriskúli eisini fyri tí, sum rópt verður RF-skeiði, ið er rúsdrekka-og ferðsluskeið. – Nú er eisini krav, at næmingar, sum taka koyrikort, skulu hava ferðslurelateraða fyrstu hjálp, og her hava vit samstarv við in­ struktørar. Hetta er eitt skeið, sum varar einar 8-9 tímar, og sum gjarna verður fingið upp á pláss yvir tveir dagar, sigur hann. Tímakrøvini Karl Rasmussen sigur, at minsta krav til teori er 26 tímar, og har­ aftrat skal næmingur hava í minsta lagi 22 koyritímar, harav tveir tímar eru myrkakoyring. – Tá koyrikort verður tikið um summarið, er talan um eitt av­ markað koyrikort. Tá so heystið kemur, og tað gerst myrkari, skulu næmingar hava hesar tveir tímarnar í myrkakoyring, sigur hann. Karl Rasmussen sigur, at tá næm­ingur byrjar at koyra, er van­ligt, at koyrilærarin heintar næmingin, har hann er staddur – heima við hús, í skúla ella á ar- beiðsplássi. – Tey, sum vilja hava fatur á Eyst­uroyar Teoriskúla, kunnu venda sær til onkran av okkum, leggur hann aftrat. Teoriskúli við trimum koyrilærarum Tað eru Mikkjal Hansen, Jari Lykke og Karl Rasmussen, sum hava Eysturoyar Teoriskúla, ið húsast undir góðum og rúmligum umstøðum á Glyvrum Eystanstevna Støkk stendur sterkt – við 600 íðkandi limum Fimleikafelagið Støkk er eitt av teimum stóru ítróttarfeløgunum í landinum við heili 600 íðkandi limum. Breiddarfimleikurin hevur framført á trimum góðum fimleikaframsýningum, har ymiskir aldursbólkar vístu síni kynstur. Haraftrat hava kappingarfimleikararnir staðið seg serstakliga væl í ár og hava vunnið nógv gylt heiðursmerki til felagið Tað gongur væl hjá Fimleikafelagnum Støkk. Góðu úrslitini hjá felagnum eru eitt talandi prógv um tað