hósdagur 19. juni 2014síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 20. juni 2014 · Nr. 69
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur
Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tíðindaleiðari
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Karin kjølbro
Tíðargrein síða 11
Eru tey
so sjúk
her?
Tóra við keldu
eygamálið síða 10
Skulu
vit bara
vera fitt?
Mangt bendir á, at tað hevur hepn
ast landsstýrismanninum í fíggjar
málum, Jørgeni Niclasen, at keypa
sær tíð soleiðis, at Kaj Leo Holm
Johannesen, løgmaður, ikki sigur
hann úr starvi soleiðis, sum ting
manning Sambandsfloksins hevur
kravt.
Mánadagin boðaði Jørgen Nicl
asen frá, at hann hevur latið inn
stevningina, har kringvarpsfólk og
kringvarpsleiðsla
og
fyrrverandi
starvsfólk hjá Portal.fo verða stevnd
fyri ærumeiðing.
Tað
áhugaverda
við
hesum
máli er kortini taktikkurin, sum
landsstýrismaðurin hevur valt –
at velja sær ymsar hættir at drála
málið, soleiðis at hann verður sitandi
í starvinum.
Tað var longu greitt fyri fleiri vik
um síðani, at trupulleikin við Jørgen
Niclasen ikki var ein trupulleiki fyri
Fólkaflokkin, men ein trupulleiki fyri
Sambandsflokkin. Ein samd ting
manning kravdi av løgmanni, at hann
segði landsstýrismannin úr starvi.
Kaj Leo Holm Johannesen fór á
fund við tingmanning og leiðslu Sam
bandsfloksins í síðstu viku, og síðani
tá hevur friður verið um málið. Tað er
á hesum fundi, at tey hava avtalað, at
fyribils verður Jørgen Niclasen ikki
sagdur úr starvi. Løgmaður segði
sjálvur, at málið varð loyst »fyribils«.
So er spurningurin, hvat »fyribils«
merkir...? Sum skilst merkir tað, at
um politiskur friður verður, so hendir
einki. So heldur Jørgen Niclasen fram
sum landsstýrismaður. Men fara tey
í Kringvarpinum at meira burturúr
hesum máli, sum aftur skapar ófrið,
so má Kaj Leo Holm Johannsen – fyri
at fáa politiskan frið – siga Jørgen
Niclasen úr starvi.
Fyri Jørgen Niclasen og Fólka
flokkin hevur tað stóran týdning,
at floksformaðurin ikki má leggja
kongin av hesum máli. Ger hann tað
– ella verður hann koyrdur frá fyri
tollmálið, so kann Jørgen Niclasen illa
taka við aftur sum landsstýrismaður,
og so kann hann undir ongum
umstøðum
verða
løgmansevni.
Tí hvøri Sambandsflokkurin ella
Tjóðveldi kunnu tá velja hann til
løgmann.
Við at kæra til Fjølmiðlanevndini
keypi Fólkaflokkurin sær frið. Tað
gekk ikki. Tí hevur hann nú stevnt
teimum fyri rættin. Tað hevði verið
óheppið, um Fjølmiðlanevndin frí
kendi
miðlarnar,
áðrenn
málið
kemur fyri rættin. Tí er kæran til
Fjølmiðlanevndina
tikin
aftur.
Nevndarlimirnir hava enn ikki sæð
kæruna. Eitt rættarmál tekur drúgva
tíð – eitt løgtingsval kann saktans
koma áðrenn, og so er sloppøið – og
Jørgen Niclasen kann taka stevnini
nga aftur. Tað snýr seg tí bara um at
vinna tíð.
Snýr seg um at keypa tíð
Klaksvíkar Kommuna fer nú
undir at byggja ein 4-sporaðan og
væl útgjørdan skúla í Klaksvík,
sum skal lúka øll nútímans krøv
og veita fyrstafloks umstøður til
menning av okkara børnum og
ungdómi.
Arbeiðsbólkurin, sum býráðið
setti at gera tilmæli um bygging
av nýggjum skúla í Klaksvík,
er nú liðugur við fyrsta part av
sínum arbeiði, og málið verður
nú lagt fyri avvarðandi nevndir
og býráðið til støðutakan.
- Vit fara at fáa ein fantast
iskan stovn við stórum skúla
stovum á 60 fermetrar, við
stórari matarhøll, og har hølir
til Serskúlan eisini verða bygd
sum partur av 1. byggistigi,
sigur Jógvan Skorheim, borgar
stjóri, sum fegnast um, at hetta
stórmálið nú er komið so langt.
- Vit í býráðsmeirilutanum
hava sett okkum fyri, at nú skal
skúlin raðfestast sum numm
ar eitt í Klaksvíkar Kommunu,
og tí er stór orka hesar seinastu
mánaðirnar løgd í at fyrireika
hesa bygging.
- Fyrsta takið var at finna
greiðu á bygnaðinum, har úrs
litið gjørdist, at býráðið í apríl
samtykti ein felags skúlabygnað í
Klaksvík. Síðani hava vit miðvíst
fyrireikað sjálva byggingina, og
tað er hetta, sum nú verður lagt
fyri býráðið, so byrjast kann
at prosjektera og tekna sjálvan
skúlan, sigur borgarstjórin.
Fyrsta byggistig, sum fer í
gongd í næstum, er kostnað
armett til umleið 100 mió. kr.
og verður liðugt í 2018. Hetta
byggistigið fevnir um: Heimaøki,
1.-9. flokk, Serskúla, Felagshøll
við tænastu¬depli og matarhøll
og Útiøki/skúlagarð v. m.
- Eitt av økjunum, har Klaks
víkar Kommuna seinastu árini
hevur lagt orku í at menna, eru
tilboðini og tænasturnar til tey,
sum hava serligar avbjóðingar.
- Ein týðandi partur av hes
um er Serskúlin, ið vit sum
kommuna vilja raðfesta sum
ein inkluderaðan part av skúla
num í Klaksvík, og tí hava vit tey
hølini við í fyrsta byggistigi, slær
borgarstjórin fast.
- Ein annar partur av skúl
anum, har umstøðurnar ikki
eru nøktandi í dag, og sum vit
tí vilja raðfesta, er skúlagarður
in og útiøkini kring skúlan. Tí
er umráðandi at gera nakað við
skúlagarðin beinanvegin, og vilja
vit byrja upp á partar av honum
longu í ár, sigur Jógvan Skorheim,
borgarstjóri.
- Samanumtikið hava vit
valt at byggja 4 spor, bæði
fyri at skapa karmar fyri fjør
broyttari undirvísing og fyri
ikki at renna okkum í ov trong
ar karmar komandi árini. Eitt
nú verða møguleikar at hava
tvílæraraæraraskipan
inni
í
skúlanum og at veita eina góða
undirvísing.
- Vit vilja gjalda niður skuld,
og tí velja vit at hækka kommun
uskattin eitt hálvt prosent, sum
burturav fer til at fíggja hesa
týðandi skúlabygging.
- Á henda hátt er gjørligt –
samstundis sum vit byggja og
gjalda nýggja skúlan – at gjalda
niður skuld, so kommunan er væl
fyrireikað fíggjarliga til komandi
tíðir, tá ið inntøkurnar kanska
ikki verða eins høgar og í dag.
Fýra spor í Klaksvík
Umframt at verja grinda
hvalin, so vil Sea Shepherd
eisini verja lundan í Føroy
um.
– Lundastovnurin í Før
oyum er í álvarsomum
vanda, og tí skal lundaveiða
eisini steðgast, sigur Paul
Watson.
– Vit hata ikki føroyingar,
tað hava vit onga orsøk til.
Sea Shepherd er ein altjóða
rørsla við borgarum úr øll
um heiminum, sum eru
ímóti grindadrápi – og lund
adrápi.
Hann vísir á, at kam
panjan hjá Sea Shepherd
ímóti grindadrápi verður
sterkari og sterkari fyri
hvørt ár. Føroysku argu
mentini
fyri
d r á p i n u m
vikna, sigur
hann.
Lesið meira á
síðu 4
Sea Shepherd verjir
eisini lundan
Verður friður um tollmálið,
so verður Jørgen sitandi...