Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-19, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. juni 2014síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 20. juni 2014 · Nr. 69 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov – Føroyingar ilskast inn á, at mótmælisfólk frá Sea Shep­ herd eru í Føroyum, og vit í Sea Shepherd eru firt­in inn á føroyingar, sum fyri­ litar­leyst drepa verju­leysar grindahvalir. Tað sigur Paul Watson, leið­ari í Sea Shepherd. Leiðarin í felagsskapinum fylgir væl við átakinum hjá felagsskapinum í Føroyum í hesum døgum, hóast hann ikki er her sjálvur – og hann hev­ur regluligar við­merk­ ing­ar. Hann vísir á, at grindadráp als ikki á nakran hátt kann góðtakast. – Hetta er ein brutalur og ræðuligur siður, heldur Paul Watson, sum eisini vísir á dálkingarvandan, tí hvalurin er fongdur við kyksilvuri. – Grindadráp er í stríð ES reglur, og tí er tað ein trupul­leiki, at føroyingar fáa fíggjarligan stuðul frá ES, vísir hann á, uttan tó at greiða nærri frá hesum ES-stuðli. Men hann sigur tó, at Sea Shepherd stríðist fyri at fáa ES at steðga hesum stuðli. Hann sigur, at føroyingar eru útspekuleraðir í sínum royndum at sverta Sea Shep­ herd felagsskapin og tess mót­mælisfólk í Føroyum. – Akkurást sum vit kundu væntað, so royna tey at spilla okkum út við ósannindum og misinformatiónum. Tað síðsta er, at tey royna at spjaða leysasøgur um, at Sea Shepherdfólk stjala øl og mat í handlum. Men hetta passar als ikki, og prógvið fyri tí er, at løgreglan einki veit um slíkar tilburður, sig­ur Paul Watson, sum sigur, at hetta bara er óndsinnaður slatur frá onkrum, sum sig­ur seg hava sæð fólk í Sea Shep– herdtroyggjum stolið øl. – Hatta er tað reina vrøvl, sigur hann. – Ein onnur søga, tey hava bryggjað, er um, at Sea Shepherdfólk eru hyklarar og eta kjøt. Onkur skal hava sæð tey etið hotdog. Men hetta passar sjálvandi ikki, – og tað er júst orsøkin til, at okkara fólk hava tikið so nógvan mat við sær til Føroya, sigur hann og vísir á, at fólkini eru vegetarar. – Um hetta eru størstu kritikkpunktini, so stendur væl til, tí so hava tey ikki nóg mikið av runu at blaka eftir okkum, sigur hann. Virða ikki aðra hugsan Paul Watson vísir á, at ein annar taktikkur hjá før­oyi­ num er at leggja Sea Shep­ herd fólk undir at lúgva. – Summi fólk halda, at um tú ikki trýrt tí, ið tey sjálvi halda, so lýgur tú. Við øðrum orðum, hevur tú aðra meining, so lýgur tú, sigur Paul Watson. – Okkara fólk, sum eru í Føroyum, eru her sjálv­ boðin, og tey eru her, tí tey hava samkenslu við hval­un­ um og hava kenna sær vist­ frøðiliga ábyrgd av hes­um ræðuleikum, sum gløggu og hámettu og sosialt kom­ pleksu grindahvalirnir eru fyri í Føroyum. – Føroyingar eru hinvegin drivnir av partriotismu, teir verja ein gamlan sið, sum vit í Sea Shepherd als ikki halda kann rættvísgerast á nakran hátt við deyða og ræðuleika, sigur Paul Watson. Leggja upp í drápið – Um grindadráp verður í Føroyum í summar, so skulu okkara fólk leggja uppí og steðga drápinum, líka mikið hvussu vandamikið tað kann verða. Okkara fólk kenna váðan, men grindadrápið skal steðgast fyri einhvønn prís, sigur Paul Watson, leiðari í Sea Shepherd. – Vit vita væl, at hetta tekur tíð. Vit byrjaðu okkara stríð í 1983. Vit vita eisini, at vit mugu verða tolin. Vit byrjaðu okkara stríð móti kanadisku kópunum í 1974. Eftir fleiri ára stríð vunnu vit endaligan sigur, tá ES bann­aði kópa­ pro­duktum. Nú hevur Kina bannað kópa­pro­dukt­um, og kanadiska kópa­veiðan er økonomiskt deyð. – Grindadrápið í Føroyum fer at steðga. Tað verður ikki næsta ár, tað kann taka fleiri áratíggju, men vit byrjaðu rørsluna at steðga tí í 1983, og rørslan verður sterkari fyri hvørt á, sigur Paul Watson, sum vísir á, at vegurin til succes í eini slíkar kampanju er at verða harðhjartaður. – Tolni verður bara út­ nytt­að til samkenslu, sigur Paul Watson. Hann vísir á, at sosial evolu­tión er ein sein tilgongd, men at enda síggjast broyt- ing­ar. – Viðhvørt gongur skjótt, onkuntíð seint. Í 1977, tá vit vit stríddust ímóti av­ stralsk­ari hvalaveiðu, søgdu veiði­menninir har, at hon fór ongan­tíð at steðga. Men hon steðg­aði longu í 1978. 35 ár seinni møtti eg nøkrum hvala­veiðu­monnum, sum søgdu mær, at teir skamm­aðu seg av teimum ræðu­leikum, teir høvdu útsett hval­ irnar fyri. Í dag er Avstralia leiðandi tjóð í at verja hval, sigur Paul Watson. Nú eru eisini føroyingar ímóti Men hann sær tó glottar í Føroyum. Tí tað hann for und­ir grindamótmælini í 1983 vóru eingir føroyingar ímóti grindadrápi. Í dag er øðrvísi, heldur hann, tí hann kennir nú fleiri føroyingar, sum taka undir við Sea Shepherd. Hann heldur eisini, at heim­urin verður alt meira til­ vitaður um ræðuleikarnar í Før­oyum, og í Føroyum síggja fólk skriftina á vegginum. – Grindadrápið fer at steðga, tað eri eg sannførdur um. Tað er bara ein spurn­ ingur um tíð, sigur Paul Wat­ son. Drápið skal steðgast fyri einhvønn prís umhvørvisaktivistar – Um grindadráp verður í Føroyum í summar, so skulu okkara fólk leggja uppí og steðga drápinum, líka mikið hvussu vandamikið tað kann verða. Okkara fólk kenna váðan, men grindadrápið skal steðgast fyri einhvønn prís, sigur Paul Watson, leiðari í Sea Shepherd Føroyingar eru drápsmenn Grindamenn kunnu finna upp á tað, teir vilja, fyri at de­moni­sera sjálv­bodnu lim­ir­nar í Sea Shep­herd í Før­oyum. Men tað eru før­oy­ingar, sum eru dráps­menn – fyri ikki at siga seriu­dráps­menn. Tað nyttar einki at rætt­vís­ gera slíka framferð við at demoni­sera síni offur og einhvønn, sum verjir offr­ini. Eingin føroyingur verður kropsliga skaddur av nøkrum Sea Shepherdfólki í Føroyum, tað kann eg veita vissu fyri. Eg vóni bara, at føroyingar fara at vísa tað fyrilit fyri menniskjum, sum teir ikki vísa hvalunum, sigur Paul Watson