hósdagur 19. juni 2014síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 69 · 20. juni 2014
2
VIKUSKIFTI
List
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Spanski listamaðurin Pablo Picasso fekk
so mikið tíðliga viðurkenning, at hann
upplivdi sjálvur at verða kosin sum
ein tann týdningarmesti listamaðurin
í 1900-talinum.
Eitt av høvuðsverkunum frá fyrstu
listatíðini hjá Picasso er málningurin
»Tað bláa rúmið«, sum Picasso málaði
í Paris í 1901. Nú hevur ein nýggjur
loynidómur knýtt seg at málninginum,
tí infrareyðar geislingar vísa, at ein
ókendur maður er goymdur í málning
inum.
Tíðindastovan AP skrivar, at
National Gallery of Art á Cornell
University og Winterthur Museum í
Wilmington í USA hava seinastu fimm
árini kannað málningin, tí serfrøðingar
hava hildið, at málningurin er málaður
út yvir eitt annað motiv.
Kanska listahandlari
Nú upplýsingarnar frá kanningunum
eru lagdar fram, vísur tað seg, at ein
maður, sum er ílatin butterfly og hvílur
andlitið móti hondini, er at finna i
løriftinum.
Nú verður roynt at finna fram til,
hvør maðurin í málninginum er.
Picasso var júst komin til Paris at
finna íblástur, tá ið hann málaði hend
an málningin.
Eitt boð er, at motivið er Ambroise
Vollard, sum var ein franskur lista
handlari, og sum var vinmaður við
Picasso og skipaði fyri hansara fyrstu
framsýning í Paris.
Men enn eru prógv ikki funnin fyri
hesum pástandi, og meðan hetta verður
kannað nærri, er málningurin sendur á
ferð í Suðurkorea, har hann skal sýnast
fram á ymiskum gallaríum.
Business
við beiskum
smakki
Redaktørur: Eyðun Klakstein
Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo
Sniðgevi/umbróting: Pætur Eyðunsson Jensen, Sosialurin
Forsíðumynd: »Djóraselfie« / Tekning: Ragnhild Kjærbo
klumman
Infrareyð stráling hevur avdúkað ein loyniligan
mann í einum kendum málningi hjá Picasso
Fyri fyrstu ferð í lívinum havi eg flogið á
business class.
Tað var við einum stórum altjóða flog
felagð, og jú, tað var júst so, sum eg hevði
ímyndað mær. Køirnar vóru styttri, maturin
betri, tænastan fantastisk og flogvøllaloungin
eitt satt upplivilsi. Eg betalti ikki eitt oyra av
hesum – ferðin var ein arbeiðsferð.
Eg ferðaðist saman við tveimum starvs
felagum, ið eru meira vanir enn eg at ferðast
í arbeiðsørindum, og hjá teimum er business
class meira gerandiskostur. Vit hava áður
kjakast um tað er rætt at gjalda seg fram
við køini í LEGO-landi, og tað vardi ikki
leingi, áðrenn sosialisturin í mær fór at gera
vart við seg og føla seg heldur illa tilpassar í
leðursetrinum fremst í flogfarinum.
Tí tað er sjáldan, at klassasamfelagið er so
sjónligt sum í einum flogfari. Tey, sum hava
goldið minst, sita aftast, og tey, sum hava
goldið mest, fremst.
Í staðin fyri at njóta matin og ókeypis
tænastuna fóru vit at kjakast, um tað er rætt
ella skeivt, at viðførið hjá teimum á business
klassanum skal hava ein reyðan lepa á, ið
sigur »Priority«. Eg meini, at fólkini longri
afturi í flogfarinum hava jú eisini brúk fyri
sínum viðføri, men starvsfelagarnir halda, at
tey á business hava valt at goldið meir fyri
ferðaseðilin, tí tey vilja hava reyða lepan og
leðursetrini.
Sjálvandi kunnu starvsfelagirnir hava
rætt í tí, men av tí at príslepin er so ymiskur
á teimum ymisku ferðaseðlunum, gav tað
mær hóast alt ein beiskan smakk í munnin,
tá mín hvíta Modesty Blaise-taska kom
dansandi eftir bandinum fyrst av øllum
taskunum.
Sum føroyingur ber tað sjálvandi ikki
til at tiga við tí fakta, at í okkara flogfelagi
Atlantic Airways hava vit ikki ymiskar
klassar, men øll fáa somu tænastu (ps tit í
KVF – hetta er ikki reklama). Eitt fakta, sum
stuðlar undir míni teori, at Føroyar eru so at
siga fríar frá klassamuni. Og tað er eisini ein
orsøk til, hví eg reageri so harðliga, hvørju
ferð eg fái tað upp í andlitið.
Starvsfelagirnir teskaðu óført, tá vit fóru
úr flogfarinum, og ein av bestu vinkonunum
hjá Madeleine prinsessu kom aftaná okkum
úr economy class – »Hygg nú Inna – tey ríku
kunnu eisini flúgva aftast«.
Og jú, tað kunnu tey óivað – spurningurin
er bara, um tey fátøku nakrantíð sleppa at
uppliva lívið har frammi í flogfarinum!
So segði
hann...
Maður fjalir seg
í Picasso málningi
– Eg havi einki við felagsskapin at gera,
men eg dugi væl at síggja, at slíkt
kann vera ógvuliga óheppið fyri
umdømi okkara úti í heimi.
Ingi Sørensen um herverk á Sea Shepherd bilar
Inna
Törnroos
Málningurin »Tað bláa rúmið« hjá Picasso vísur eina kvinnu, sum vaskar sær
Hetta er maðurin, sum fjalir seg
í málninginum. Spurningurin
er nú, hvør hann er