Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-16, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. juni 2004síða 17

‹ fyrra síða allar 26 síður

Tekstur á síðuni

32 Nr. 112 - 16. juni 2004 VEÐRIÐ Veðrið fríggjadagin: Lot til andøvsgul av norði og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum 4 og 7 stig. Veðrið leygardagin og sunnudagin: Leygardagin lot til andøvsgul av norði, sunnudagin upp í stívt andøvsgul. Yvirhøvur turt og sólglottar og hitin millum 6 og 10 stig. Petur Skeel Jacobsen, veðurfrøðingur greiðir frá um veðrið VESTFALLSKYRRINDI Veðrið í dag: Fyrrapartin fleyr til gul av ymsum ættum, turt og sólglottar, men seinnapartin gul til stívt andøvsgul av landsynningi og eystri og regn eitt skifti. Hit- in millum 6 og 9 stig. 9. juni: Seinna kvarter 17. juni:Tendring/Mánin longst frá jørðini Kelda. Álmanakkin 2004 Suðuroyar-/ Vágafirði Skúvoyar-/ Skopunarfirði Hestfirði/ Sundalagnum Vestmanna- sundi Mykines- firði Nólsoyar- firði 2 fj. í LS úr Mjóvanesi Leirvíksfirði/ Haraldssundi Kalsoyar-/ Svínoyarfirði Hvanna- sundi Fugloyar- firði Dagur fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. 16. juni 06.24 18.49 05.24 17.49 05.39 18.04 08.24 20.49 09.24 21.49 04.39 17.04 03.39 16.04 06.39 19.04 07.39 20.04 06.09 18.34 07.24 19.49 17. juni 07.10 19.35 06.10 18.35 06.25 18.50 09.10 21.35 10.10 22.35 05.25 17.50 04.25 16.50 07.25 19.50 08.25 20.50 06.55 19.20 08.10 20.35 18. juni 07.51 20.21 06.51 19.21 07.06 19.36 09.51 22.21 10.51 23.21 06.06 18.36 05.06 17.36 08.06 20.36 09.06 21.36 07.36 20.06 08.51 21.21 19. juni 08.42 21.07 07.42 20.07 07.57 20.22 10.42 23.07 11.42 — 06.57 19.22 05.57 18.22 08.57 21.22 09.57 22.22 08.27 20.52 09.42 22.07 5 707265 100036 > Veðrið hósdagin: Lot til andøvsgul av norði og okkurt ælið, men eisini sólglottar. Hitin millum 4 og 7 stig. HITALAGIÐ 5 10 15 20 25 30 16 14 12 10 8 6 4 2 0 ÷2 Hitalagið mált frá 14/06 kl. 0600– 15/06 kl. 0600. Hitin í gjár: 10,4° Minsti hiti máldur í juni: 0,0° - Mesti hiti máldur í juni: 20,0° Miðalhitin fyri juni LUFTTRÝSTIÐ Eitt lágtrýst, 1011 hPa. yvir Atlantshavinum á 53N-36V fer móti Skotlandi og dýpist. nak- að. Eitt hátrýst, 1034 hPa. í útsynning úr Ír- landi viknar. Lágtrýstið í útsynning úr Føroyum fer í land- synning eystan og brúgvalagið haðani verð- ur í høvuðsheitum sunnan fyri Føroyar. L H H H AVFALLIÐ 5 10 15 20 25 30 Avfallið: <0,1 mm – mált frá 14/06 kl. 0600–15/06 kl. 0600 Avfallið higartil í juni: 62,5 mm 200 180 160 140 120 100 80 60 40 20 0 Miðalavfallið fyri juni 3–8 m/s 1–6 m/s 3–8 m/s L Hitalagið kring knøttin Illulisat Nuuk Qaqortoq Ammassalik Saint John’s Halifax Reykjavík Seyðisfjørður Tórshavn Lerwick Aberdeen London Tromsø Bergen Oslo Stokkhólm Keypmannah. Helsinki Moskva Berlin Warzawa Kiev Bukarest Paris Madrid Róm Malorca Athen Malta Tunis Beijing New Dehli Bangkok Jakarta Sydney New York Miami Los Angeles Meksikobýur Panama La Paz Rio de Janeiro Buenos Aires 2 – 6 10 – – 9 11 11 11 25 26 11 10 – 15 18 14 13 17 20 17 24 21 24 25 15 30 26 18 30 36 29 31 19 24 30 21 22 – 11 – 15 L L 5–10 m/s L 3–8 m/s 3–8 m/s Hanus aftur í Klaksvík Klaksvíkingurin Hanus G. Johansen fer fyri fyrstu ferð í langa tíð at spæla aftur í Klaksvík. Tað fer hann at gera á tónleikafestivalinum, sum verður hildin miðskeiðis í august mánaði Hanus G. Johansen er helst fremsti føroyski vísusang- arin, og hann hevur síðani hann var unglingi spælt og sungið fyri fólki. Fyrstu árini var tað meira á gøtunum í Klaksvík at hann spældi, og har mátti hann við hvørt taka gittaran á nakkan og flýggja undan løgregluni, sum helt, at hann órógvaði friðin, men seinnu árini hevur hann bæði spælt til fínastu ment- anartiltøk, til størri og smærri konsertir og festi- valar. Hanus G. Johansen dugir at fáa eina og hvørja áhoyr- arafjøld at lurta eftir sær. Hann kann taka eina ør- grynnu av ymiskum sang- um, og hann finnur altíð fram til kjarnina í einum tiltaki, so hann kann leggja nakað afturat tí – undir- halda og bergtaka. Meistaraligur tulkari Hanus G. Johansen er kanska best kendur sum ein framúr tulkari av yrkingu- num hjá Poul F. Joensen, og eftir at plátan »Gaman og álvara« kom út í 1988, gjørdist Hanus av álvara fólkaogn hjá føroyingum. Plátan er næstan ikki til at fáa hendur á longur, tí øll vildu eiga sangirnar hjá Hanus og Pól F, og hesir sangir verða nógv sungir til veitslur og onnur tiltøk. Men einki er, sum tá ið Hanus sjálvur syngur hesar sangir, og hann hugtekur bæði ung sum gomul, tá ið hann syngur sínar kendu sangir. Hanus hevur langt frá bara sungið Poul F. Hann hevur eisini tulkað aðrar føroyskar yrkjarar, og hann hevur eisini sungið sangir hjá útlendskum skaldum og tónasmiðjum. Hetta hevur hann gjørt til alskyns tiltøk, og á stórum popp- og rock- tiltøkum sum Ólavsøku- konsertini, G! festivalinum og aðrastaðni hevur hann verið stórliga fagnaður. Eingin tekur Hanus á einum palli, og tað verður prógvað ferð eftir ferð. Eina og í bólki Hanus Gærdum Johansen vaks upp í Klaksvík, og hann var virkin í tónleika- lívinum í Klaksvík í nógv ár. Hann spældi við í onkr- um tónleikabólkum, og hann sang og spældi eisini sjálvur. Tá ið Frændur fyrstu ferð fóru í studio í 1984 var Hanus Johansen við í bólkinum. Tað kom væl við hjá hinum sangarunum og tónleikarunum í bólkinum, at Hanus var við, tí hann hevð roynt studio áður, og einki kundi taka hann av fótum. Hanus var við til at seta dám av fyrstu og aðru út- gávuna hjá Frændum, og hann er millum annað at hoyra á sangum sum Hund- urin Brúni og Friðarsangur. Hanus hevur seinni árini eisini spælt nógv við einum øðrum bólki, og tað hevur verið eitt heilt annað slag av tónleiki. Hanus og Aldu- báran góvu eina fløgu út, og samstarvið hevur eisini rokkið inn í Norðurlanda- húsið og á aðrar føroyskar pallar. Hanus er eitt av okkara størstu tónleikabegávilsum, og hann hevur verið framúr sum tulkari og tónasmiður. Men tá ið alt kemur til alt, so er Hanus helst allarbest sum Hanus – við einum gittara um hálsin á einum palli. Og tað verður hann aftur í Klaksvík leygarkvøldið 14. august. Hanus G. Johansen fer í august mánaði at spæla við, tá ið ein nýggjur tónleikafestivalur verður hildin í Klaksvík Klaksvíkar Sjúkrahústlf. 455463 Landssjúkrahúsið tlf. 311397 Suðuroyar Sjúkrahústlf. 371133 www.gevidblod.fo C M Y K 32