mánadagur 23. juni 2014síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 23. juni 2014 · Nr. 70
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
datt í rottanga
Rannvá G. Fossaberg
Týsdagurin tann 17. juni í
ár er ein dagur, sum tvær
familjur á Eiði ongantíð fara
at gloyma. Tað var henda
dagin, at Guðrun Jacobsen
og maðurin kundu mist fýra
ára gomlu dóttrina, Tórunn.
– Hendingin hevur sett
ein ordiligan hvøkk í okkum,
og so hvørt dagarnir ganga,
gongur tað meir og meir upp
fyri okkum, hvussu galið tað
í veruleikanum kundi gingið,
sigur Guðrun Jacobsen.
Var tað ikki fyri seks ára
gomlu dóttrina hjá Gunnvør
Kallsoy, Jennleyg, hevði Tór
unn neyvan gingið úti og
spælt aftur, soleiðis sum hon
ger í dag.
Høvdið fór undir
Tað var ein týsdagur sum
flestu aðrir á Eiði. Seks ára
gamla Jennleyg var farin ein
túr til vinkonuna, Tórunn, ið
er tvey ár yngri. Tær plaga
javnan at spæla saman, og
somuleiðis kennast familj
urnar hjá teimum báðum
væl.
Um 18-tíðina avgera gent
urnar, at tær skulu fara út
at spæla og hava hundin hjá
Tórunn við sær. Tá tær hava
gingið umleið 50 metrar frá
húsum, hendir tað óvæntaða.
Jennleyg varnast brádliga, at
hundurin, tær ganga túr við,
stendur og hyggur niður í
eitt hol.
– Eg fari yvir til hundin
fyri at vita, hvat hann hyggur
at, og tá síggi eg, at Tórunn er
dottin niður í holið, greiðir
seks ára gamla Jennleyg frá.
Tórunn er dottin niður í
ein rottanga, ið er umleið tveir
metrar djúpur, og stríðist við
at halda høvdinum uppi yvir
vatninum.
– Eg náddi ikki botnin, so
eg sprellaði bara við bein
unum. Men høvdið fór undir,
fortelur Tórunn stillisliga.
Tað er eyðsæð, at lítla gentan
er kløkk um upplivingina.
Jennleyg, sum sær vin
konuna stundum vera undir
í vatni, ber skjótt at.
– Eg legði meg niður á
knøini, og so helt eg um
hondliðið á Tórunn og hál
aði hana upp, sigur Jenn
leyg og leggur afturat, at
bjargingin eydnaðist ikki
fyrstu ferð, men aðru ferð
fekk hon vinkonuna upp úr
tanganum.
– Eg segði einki við hana,
tá hon kom upp, men hon
græt og var øgiliga skitin,
greiðir Jennleyg frá.
Hoyrdu grátin
Tað gingu bert heilt fáir
minuttir, frá tí at genturnar
fóru heimanfrá, og til at Tór
unn datt niður í rottangan.
Mamma Tórunn, Guðrun
Jacobsen, var á veg út at
hanga klæðir á snórin, tá
genturnar fóru úr túninum.
– Eg havi bara staðið
uttanfyri í heilt stutta tíð, tá
eg hoyri eitt undarligt róp
og grát. Júst eins og onkur,
ið roynir at fáa ondina aftur.
Eg sleppi so bæði klemmum
og klæðum alt fyri eitt, tí eg
hoyri, at her er okkurt áfatt,
fortelur Guðrun Jacobsen.
Tá hon er komin út um
túnið, sær hon tær báðar
genturnar og hundin standa
har. Tórunn er dýggjvát,
skitin og grætur. Jennleyg
stendur heldur forsøgd við
síðuna av.
– Maður mín hevur eisini
hoyrt grátin og kemur út. Í
skundi fáa vit skitnu klæðini
av Tórunn og skunda okkum
inn á baðiverilsi og undir
brúsuna. Jennleyg segði seg
vilja bíða uttanfyri á tram
polinini,
greiðir
Guðrun
Jacobsen frá.
Í somu løtu ringir mamma
Jennleyg, Gunnvør Kallsoy,
til Guðruna Jacobsen.
– Eg hoyri, at tað er ein
øgiligur gangur hjá teimum
og eitt barn, sum grætur. Tað
einasta, sum Guðrun fær
sagt við meg, er, »dóttir tín
er ein hetja«, sigur Gunnvør
Kallsoy og heldur fram:
– Eg og maðurin skunda
okkum síðani heim til Guðr
una og tey. Mann vildi kanska
hildið, at vit øll vóru á gosi,
men tá vit komu inn, var
stemningurin róligur, hóast
øll vóru rættiliga kløkk um
hendingina, sigur Gunnvør
Kallsoy, sum alt fyri eitt
spurdi dóttir sína, hvat var
hent.
– Hon var púra rólig og
fortaldi nærmast púra órørd,
at Tórunn var dottin í eitt hol,
og hon hevði hálað hana upp,
sigur Gunnvør Kallsoy.
Mátti á Lands
sjúkrahúsið
Teir fáu minuttirnar, Tór
unn hevði verið niðri í rot
tanganum, hevði hon fingið
rættiliga nógv av skitna
vatninum niður í seg.
– Umframt at vera skelkað
av hendingini gjørdist hon
eisini kropsliga illa fyri longu
tíðliga um kvøldið. Klokkan
var ikki sjey, tá hon byrjaði
at siga, at hon vildi í song,
og tað er als ikki vanligt fyri
dóttir okkara, so vit vistu, at
hon hevði tað ikki heilt gott,
greiðir Guðrun Jacobsen frá.
Tórunn lá á sofuni næstu
tímarnar, men hon svav
ógvuliga óróliga og græt.
Seint um kvøldið fekk hon
febur og fór at spýggja.
– Eg hevði prátað við
læknan fyrr um kvøldið fyri
at vita, hvussu vit skuldu
fyrihalda okkum aftan á
hendingina. Tá segði læknin,
at kom broyting í, skuldu
vit seta okkum í samband
við hann aftur. Tá hon so
byrjaði at spýggja nógv og
fekk fepur, fóru vit suður
á
Landssjúkrahúsið,
har
ymsar royndir vórðu tiknar.
Infektiónstølini sóu ikki so
galin út, og tí blivu vit ikki
innlagdar, men vit valdu
kortini at sova hjá eini
fastur í Havn, greiðir Guðrun
Jacobsen frá.
Tíðliga morgunin eftir fer
Guðrun Jacobsen norður til
Eiðis aftur við dóttrini.
– Hon tóktist at vera
væl fyri, men byrjaði aftur
at spýggja á veg norður. Tá
fóru vit á læknamiðstøðina
við Norðskála, og tá vístu
royndirnar, at infektiónstalið
var hækkað. Talið var ikki
alarmerandi, so tað var ikki
annað at gera, enn at halda
eyga við støðuni hjá gentuni,
fortelur Guðrun Jacobsen.
Næstu
dagarnar
kom
Tórunn spakuliga fyri seg,
men var rættiliga merkt av
hendingini.
– Hon svav ikki serliga
væl, vaknaði brádliga, bresti
seg upp, fór at gráta og kikk
aði eftir ondini. Tað er heilt
sikkurt nakað, sum stavar
frá hendingini, sigur Guðrun
Jacobsen.
Óvanligt bragd
Nú skjótt ein vika er liðin,
síðani hendingin fór fram,
hava familjurnar hjá gent
unum hugsað nógv um tað,
sum hendi. Serliga eru tey
øll ovfarin av, at seks ára
gamla Jennleyg var so skila
góð og bar skjótt at við at
fáa vinkonuna upp úr rot
tanganum.
– Vit hava ikki snakkað
meir um trygd við børnini,
enn onnur foreldur gera,
haldi eg. Tað hevur verið
hetta her við, at tey skulu
ansa eftir bilum, vera ansin
tá tey fara oman á keiina,
eru uppi á vatninum og slíkt,
men annars hava vit ikki
snakkað stórvegis um trygd,
og hvussu mann ber seg at
í neyðstøðu, sigur mamma
Jennleyg, Gunnvør Kallsoy,
ið sum vera man er errin av
dóttrini.
– Vit eru ótrúliga errin og
glað fyri, at hon gjørdi, sum
hon gjørdi í hasi støðuni.
Eisini eru vit bilsin um, at
hon var so rólig í støðuni, slóð
kalt vatn í blóðið og megnaði
at hála vinkonuna upp, sigur
Gunnvør Kallsoy.
Og tað, sum Jennleyg
gjørdi, tá hon bjargaði vin
konuni, er veruliga eitt bragd.
– Vaksnir menn hava verið
og hugt á staðnum, har tangin
er, og teir skilja ikki, hvussu
hon hevur fingið fatur á Tór
unn og enntá hálað hana
upp úr tanganum. Onkur
vil enntá vera við, at tað
eigur at vera ómøguligt, men
Jennleyg gjørdi tað kortini,
sigur Gunnvør Kallsoy.
Genturnar báðar tosa ikki
so nógv um hendingina nú,
men mammurnar eru als ikki
í iva um, at tær framvegis eru
skelkaðar, hóast tær kanska
ikki tosa eins nógv um hend
ingina nú, sum tá.
– Fyri hvønn dag kemur
okkurt fram um hendingina.
Jennleyg hevur altíð lagt seg
sjálv at sova, men líka síðani
handan
týsdagin
hevur
hon viljað havt onkran hjá
sær, tá hon leggur seg, sigur
Gunnvør Kallsoy, og Guðrun
Jacobsen heldur fram:
– Eg havi lagt merki til, at
Tórunn alla tíðina vil hava
okkum tætt við, og hon vil
helst ikki vera einsamøll,
sigur Guðrun Jacobsen, sum
undrast á, at genturnar ikki
hava fingið bjóðað okkurt
slag av krisuhjálp.
– Hetta er ein ógvuslig
uppliving, og sum foreldur
veitst tú heldur ikki ordiliga,
hvussu tú skalt fyrihalda
teg, hvørjar reaktiónir barn
ið kann koma við og so
framvegis,
sigur
Guðrun
Jacobsen.
Genturnar sjálvar skilja
ikki so væl alt tosið um tað,
sum hendi týsdagin í farnu
viku.
– Tórunn datt í holið, og
so hjálpti eg henni upp, sigur
Jennleyg.
Mamma Tórunn orðar tað
tó nakað øðrvísi.
– Eg kann ikki forklára,
hvussu takksom eg eri fyri
tað, sum Jennleyg gjørdi. Vit
kunnu ongantíð takka henni
nóg mikið. Bragdið kann
hvørki gerast upp í pengum
ella øðrum, sigur Guðrun
Jacobsen.
rannva@sosialurin.fo
– Eg var øgiliga bangin, og beinini ristust, men eg kláraði at hála hana upp úr tanganum. Tað
sigur seks ára gamla Jennleyg Kallsoy, ið týsdagin bjargaði fýra ára gomlu Tórunn, sum datt
í ein rottanga, tá tær báðar vóru úti og spældu. – Eg orki ikki tankan um, hvat kundi verið
hent, um alt ikki spældi so væl av, sigur mamma Tórunn Kruse, Guðrun Jacobsen
Eigur lívið í
Frá vinstru: Gunnvør Kallsoy, Jennleyg Kallsoy, Tórunn
Kruse og mamma hennara, Guðrun Jacobsen
Myndir: Sigmar Mørkøre
Eg náddi ikki botnin,
so eg sprellaði bara við
beinunum. Men høvdið
fór undir
Tórunn, 4 ár