týsdagur 24. juni 2014síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 25. juni 2014 · Nr. 71
mikudagsblaðið
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur
Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tíðindaleiðari
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Sterkir miðlar eru ein politisk
avgerð...
Soleiðis segði Øssur Winthereig,
fyrrverandi tíðindaleiðari í sjón
varpinum við Sosialin í síðstu viku,
eftir at blaðið hevði víst á, at síðani
politiska semjan um at niðurlaga
lýsingarnar í Kringvarpinum í 2007
– sum kortini ikki varð hildin – var
talið av starvsfólkum í føroyskum
miðlum minkað við eini helvt, úr
235 í 2007 niður í 119 í 2014.
Hetta eru ræðandi tøl. Tøl, sum
áttu at fingið bæði løgmann og
Bjørn Kalsø, sum hvør í sínum lagi
varða av fjølmiðlunum, at blikna.
Men so tykir tíverri ikki at vera.
Bjørn Kalsø hevur roynt seg við
einum uppskoti, sum minnir um
tað uppskotið, sum Rigmor Dam
úr Javnaðarflokkinum og Gunnvør
Balle úr Tjóðvelidnum løgdu fyri
tingið í fjør, og sum eftir boðum frá
løgmanni varð felt av samgonguni.
Løgmaður tykist hava gjørt
støðu Fólkafloksins til sína: At
mvg'ið ikki skal takast av kring
varpsgjaldinum, soleiðis sum tær
báðar andstøðukvinnurnar skutu
upp, og soleiðis sum Bjørn Kalsø
eisini hevur ætlað.
Fólkaflokkurin
hevur
greiða
støðu, hann vil ikki taka mvg'ið av
kringvarpsgjaldinum. Men Jørgen
Niclasen hevur sagt, at hann hevur
einki ímóti, at rætturin til lýsingar
verður tikin frá Kringvarpi Føroya.
Hann heldur, at inntøkan av kring
varpsgjaldinum er nóg mikið til at
reka eitt gott kringvarp fyri.
Vit kunnu so venda sjónarmið
num hjá Øssuri Winthereig við og
spyrja, um so veikir miðlar eisini
eru ein politisk avgerð? Og svarið
kenna vit: Jú so er. Tað er ein polit
isk avgerð hjá samgonguni, at loysn
in hjá andstøðukvinnunum ikki er
tann rætta, og at loysnin hjá Bjørn
Kalsø ikki er tann rætta.
Borgarliga samgongan ger tað
sama, sum samgongur undan henni
hava gjørt, nevniliga einki. Einki at
gera er eisini ein avgerð. Tað er av
gerðin um, at miðlarnir bara spak
uliga hvørva, til vit bara hava eitt
kringvarp og onkrar hissini net
miðlar eftir – og at allar aðrar re
daktiónir, uttan hon í Kringvarpi
Føroya, eru fánaðar burtur.
Vit hava sagt tað so mangan á
hesum stað fyrr, at kringvarpið eig
ur ikki at selja lýsingar. Bæði tí tað
ikki hoyrir einum public service
stovni til, og tí at tað er so hamr
andi órættvíst, at ein stovnur við 60
almennum milliónum á botnlinjuni,
tá árið byrjar, skal sleppa at kapp
ast við privatar miðlar á lýsingar
marknaðinum. Tað sigur seg sjálvt.
Í hesi tingsetu sóu vit ein meir
iluta, sum vildi broyta hesi viður
skifti – men hesin meiriluti var
býttur millum samgongu og and
støðu – og tað ber ikki til, sambært
løgmanni. Ein løgin støða, at samd
fólk ikki kunnu semjast um annað
enn at vera ósamd.
Tað byggir so einki land!
Løgin støða at samd fólk
semjast um at vera ósamd
Veikir miðlar politisk avgerð
Líka løn
fyri líka
arbeiði
Jógvan Philbrow
kjak á síðu 10
Takk
semi hvar
eru teir
tíggju?
Símun Pauli Jacobsen
kjak á síðu 10
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Tað kann ikki koma upp á
tal, at útlendskir felagsskapir
sleppa til Føroya at mótmæla
grindadrápi. Tað sigur Heðin
Mortensen, borgarstjóri í
Havn.
Í síðstu viku frættist, at teir
báðir týsku felagsskapirnir,
ProWal og WDSF, ætla sær til
Føroya á sjálvari ólavsøku at
mótmæla grundadrápi.
Tey savna nú ein hóp av
fólki saman, at koma til Før
oya og tey gera samstundis
vart við, at tað er als ikki av
tilvild, at tey koma higar á
ólavsøku, tí tey vita væl av, at
tað er tjóðarhátíð okkara.
Og tey ætla, at mótmælið
skal vera mitt í Havnini. Men
tað vil borgarstjórin í Havn
ikki hoyra talan um.
– Á ólavsøku sleppa tey
ikki at hava eitt mótmæli í
Havn ímóti grindadrápi, ger
hann greitt.
Hann sigur, at tey kunnu
koma higar at mótmæla nær
tað skal vera, men á ólav
søku vilja vit hava frið fyri
slíkum.
– Tað er ikki hóskiligt at
brúka ólvsøkuna til at mót
mæla ímóti grindadrápi, sig
ur Heðin Mortensen.
– Vit hava annað at brúka
okkara tjóðarhátíð til enn
slíkt, og hetta fara vit ikki at
geva loyvi til.
– Eg haldi eisini, at tað er
ótrúliga ósjarmerandi hugsa
um slík mótmæli á ólavsøku,
sigur Heðin Mortensen
Fyri at kunna skipa fyri til
tøkum á ólavsøku, krevst eitt
serligt loyvi frá býráðnum.
– Tað gera vit nettupp fyri
at hava tamarhald á, hvørji
tiltøk eru á ólavsøku og tað
verður undir ongum umstøð
um talan um, at geva loyvi til
eitt slíkt tiltak, sigur borgar
stjórin.
Hann sigur, at býráðið fer
at boða løgregluni frá, at tey
vilja ikki hava eitt slíkt tiltak
á ólavsøku.
– Tiltøk, sum verða fyri
skipað uttan fyri skrá, kunnu
oyðileggja fyrireikingarnar
so tað er púra greitt, at tað
fáa tey ikki loyvi til.
Hann sigur, at hann fer
eisini staðiliga at mæla løg
regluni til at noka fyri einum
slíkum mótmæli.
– Verður tað neyðugt eigur
løgreglan at nokta teimum
innferðarloyvi, sigur Heðin
Mortensen.
– Tey eru vælkomin eina
aðruferð, men tey sleppa ikki
at oyðileggja okkara tjóð
arhátíð, ólavsøkuna, leggur
hann afturat.
Sleppa ikki at spilla ólavsøku
Vikuskiftislesnaður í Sosialinum
Samrøður
Høgni Djurhuus
skrivar klummu
90 sekund
við spurningum
Siðsøga
við Óla Jacobsen
- Sosialurin fríggjadagin!
Fríggjadagin klokkan 16
letur upp listaframsýning
í Smiðjuni í Lítluvík. Tað
er havnarkvinnan, Birgit
Kirke, sum sýnir fram. Hon
er mest kend fyri sínar
naturalistisk/abstraktu
málningar, ið eru tulkingar
av føroyska landslagnum.
Til ferniseringina fer Terji
Rasmussen at spæla og
syngja.Listaframsýningin
er opin 28. juni til 1. juli
2014 frá klokkan 12 - 19. –
Øll eru hjartaliga vælkom
in, heilsar Birgit Kirke.
Birgit Kirke í Smiðjuni í Lítluvík