týsdagur 24. juni 2014síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 25. juni 2014 · Nr. 71
16
Sosialurin
Mikudagin 24. juni í 1987
høvdu vit fráfaringarløtu
fyri Elin í Sankta Frans
skúla. Dagurin var komin, at
hon skuldi siga skúlastarv
inum farvæl vegna aldur.
Páskaliljurnar
á
læraras
tovuni hava verið seinar á
veg hetta árið. Tær vóru
tiknar
inn
úr
havanum
beint frammanundan til frá
faringarborðhaldið. Sum altíð
til slík høvi, helt Elin talu, og
vit sótu undir hvørjum orði.
Minnist, hvussu víða hon fór
um í røðuni um arbeiðsárini á
skúlanum. Hon brúkti mang
an orðamyndir. Segði á sínum
eyðkenda suðuroyarmáli, at
kom hon í ein flokk, ið var
serliga balstýrin, plagdi hon
at taka til, at umborð á einum
skipi var altíð ein skipari. Og
hann bestemmaði umborð.
Hann bestemmaði alt. Til
hjálpar hevði hann aðrar,
stýrimann,
fýrbøtara
og
motorpassara.
Hon
bað
næmingarnir ímynda sær,
at flokshølið var eitt skip, og
skiparin var hon, Elin. Og tað
riggaði hvørja ferð, plagdi hon
skemtandi at taka til. Ring
asti kúllurin vildi altíð vera
stýrimaður. “Og je havi frett,
at stýrimaðurin er lækni á
Landssjúkrahúsinum nú”.
Hendan fráfaringardagin
sungu vit fyri tær:
Góða Elin, nú tú fert
frá við eftirløn, tú ert
ei at samanbera við tær
lærarindir,
sum vit minnist væl sum
barn,
harðar eins og stál og jarn,
hygg í Dimmalætting undir
“Gamlar myndir”.
Men Elin fór bókstaviliga
ikki heilt “úr skúlanum”.
Hon vitjaði trúliga inn aftur
øll hesi 27 árini eftir starvs
lok. Hon slepti ongantíð heilt
takinum. Búði í grannalag
num og fylgdi við, hvussu
skúlin menti seg og tók
við nýggjum avbjóðingum.
Nýggjum
lærarum
beyð
hon vælkomnum, greiddi
teimum frá síni virknu tíð á
skúlanum og helt seg sjálva
og hini starvsfólkini dagførd.
Hon kom til jóla- og Sankta
Fransdagshald og var altíð
til reiðar, um heitt var á
hana til okkurt skúlatiltak.
Hon hevði nakað hjartaligt
yvir sær og var so fjálg. Elin
fylgdi væl við í øllum, sum
fyrifórst, bæði úti og heima.
Í skúlanum hevði hon eisini
nógvar smáar skyldkonur,
hon var abbasystir til. Man
legði til merkis, hvussu gott
samanhaldið var við tær, og
tað gekk báðar vegir.
Elin Mortensen var av
Tvøroyri, og har vaks hon
upp. Hon var yngst av trim
um systkjum. Beiggjarnir
vóru Eilif Mortansson og
Axel Mortensen. Báðir hava
lagt heilt fitt eftir seg sum
høvundar. Tann eldri skrivaði
bøkurnar Malan og Den korte
sommer umframt bøkurnar
um Magnus Heinason, ið Elin
umsetti til føroyskt.
Pápi Elina var ørvingur og
lærari á Tvøroyri. Har suðuri
var eitt blómandi handils
virki, tá Elin var fødd í 1920,
og sum dró nógvar føroyingar
sunnanfjørðs. Hetta árið var
skaðár burturav. Sluppirnar
Kristina, Helena, Karin og
Puritan fórust allar við 50
monnum. Postbáturin mill
um Vestmanna og Fútaklett
bar heldur ikki boð í bý. So
tað vóru trongar og tung
ar tíðir beint eftir 1. heims
kríggj.
Eftir loknan skúla fór Elin
til Danmarkar. Hetta er stutt
undan seinna heimskríggi.
Hon hevði miðvísar ætlanir
um framhaldslestur í ensk
um. Men alt bendi á, at eitt
kríggj aftur var á veg, og
foreldrunum heima á Tvør
oyri dámdu hetta einki, at
onkardótturin var so langt
burturstødd, um nú tað
ringasta skuldi hent. Og
tað var í tøkum tíma. Elin
kom heim, kríggj brast á
og lesnaðurin gjørdist av
ongum. “Ljósini sloknaðu og
køvdi allar framtíðarætlanir,
- ikki bara hjá mær men
hjá so mongum av mínum
javnaldrum”, plagdi hon at
taka til. Tey ungu, sum júst
stóðu á gáttini við ljósum
lívsdreymum,
sóu
ljósini
slókna og forða fyri øllum
skynsemi.
Eftir myrku krígsárini var
Elin eitt skifti í Bretlandi.
Heimið hjá Elin gjørdist
onkunsvegna ein skái hjá
bretum undir krígnum. Pápin
hevði førleikar at vera tolkur
hjá bretum, og mamman
sýndi teimum virðing og for
stáilsi í tí støðuni, teir vóru í.
Í 1947 fór Elin inn á starvs
leiðina, sum gjørdist hennara
lívsverk. Skúlan. Hon tók við
vikarstarvi í heimbygdini,
og samstundis passaði hon
bókasavnið á Tvøroyri. Í 1963,
árið eftir, at pápin var deyður,
fluttu hon við mammuni til
Havnar. Elin hevði fingið
starv í Sankta Frans skúla,
og har starvaðist hon, til hon
vegna aldur í 1987 legði frá
sær.
Góða samstarvið við skúla
menninar Johannes Enni
og Johs. Andr. Næs elvdi til
munagott undirvísingartilfar
í føroyskum hjá lesiveikum.
Elin brendi nógv júst fyri
serundirvísing, og kom tann
parturin at vera undir henn
ara kønu leiðslu á skúlanum
hjá nonnunum. Smáar leikir
at framføra á skúlapalli
umsetti hon somuleiðis og
greiddi til prentingar.
Elin fór íðin undir at
skriva sínar lívsupplivingar,
tá hon var farin frá. Í 1990
kom
bókin
“Barn
undir
krígnum”,
har
hon
lýsir
lívið hjá børnum í Føroyum
undir seinna heimskríggi.
Henda
bók
fekk
barna
bókaheiðursløn Tórshavnar
býráðs sama ár. Í samband
við ta bókina var Elin mangan
boðsend at koma inn í
skúlastovuna at greiða nærri
frá bókini. Børnini gleddu
seg, tá hon kom, tí hon dugdi
so livandi at greiða frá, - hevði
gassmaskuna við, ið børn og
vaksin fingu at verja seg við,
um tað gjørdist neyðugt, tá
bumbur vórðu blakaðar yvir
bygd øki í luftálopum. Nakað,
vit løgdu til merkis í tí bókini
var, at Elin so snildisliga gav
tvøroyrabørnum nøvn eftir
teimum, hon var abbasystir
til. Fitt.
Meðan
hon
í
virkna
lærarayrkinum
fekst
við
skúlabókaútgávu
í
føroyskum og kristni saman
við øðrum, gjørdust árini
seinni ein endurminning
arrøð úr barna- og ung
dómslívinum
á
Tvøroyri.
Her kunnu nevnast “Ljósini
sloknað” og “Heimbygd mín
Tvøroyri”. Á 90 ára føðingar
degnum í 2010 kom fitta, lítla
yrkingarsavnið “Smáputl”.
Elin var so litrík og fjálg
at koma á tal við. Og skemti
lig var hon eisini. Visti
nógvar góðar og festligar
søgur. Hugnaligu stovur
nar í Mariugøtu søgdu sína
serliga søgu um eitt langt
og innihaldsríkt lív. Mynd
irnar á bróstunum høvdu
allar okkurt serligt við sær.
Og tann vakri urtagarður
in, – heildin minti á okkurt
ævintýrkent, – Astrid Lind
gren umhvørvið kanska.
Hósmorgunin
12.
Juni
segði bróðurdóttirin frá, at
Elin var farin. Tað var ein
lítil hvøkkur, men kortini,
hon hevði livað eitt langt og
virkið foldarlív við rættiliga
góðari heilsu. Birg var hon
inn í sítt 90.ár. Men seinastu
tíðina løgdu vit til merkis,
at orkan fjaraði burtur, og
ellisbrek av álvara vóru farin
at taka ræðið av hesi fimu og
kimiligu havnarmynd.
Góða Elin! Skúlanum vart
tú ein dyggur stuðul í allar
mátar, bæði í við- og mót
gongd. Vit minnast teg og
tín myndugleika við størstu
virðing. At vit fingu lut í øll
um tí, tú endurgav frá tínum
langa lívi, eru vit tær so
takksom fyri. Vit unna tær
ta hvíld, tú nú tráaði eftir.
Poulina Slættanes
Elin Mortensen
Á Jóansøku fyllir ein ung
lingi í Havn fimti ár.
Vit síggja hann rennandi
í
Havnar
gøtum
fleiri
ferðir um vikuna saman
við øðrum í Bragdinum,
hann spælir hockey í HB-
húsinum saman við vin
monnum og so trívist hann
sera væl á trøðni í Havnar
dali, har hann røkir seyðin
við áhuga.
Hann sæst í Gundadali,
tá HB spælir og tykist hava
tíð til alt. Men vit sum
kenna hann, vita, at hetta
hevur eina orsøk: hann
hevur
arbeiðsorku
sum
fáur og dugir sera væl at
leggja dagin tilrættis.
Árni er giftur Turid
Arge og eiga tey tríggjar
synir: Rógvi, Óli og Ári. Tey
búgva tætt við trøðna í
Havnardali, og haðani er
stutt er oman til KT-fyri
tøkuna Formula, har hann
hevur verður fíggjarstjóri
síðani 2008.
Eitt tíðarskeið átti hann
Vikublaðið saman við Pet
uri og Peturi, men fyrsta
uppgávan
hjá
honum,
heimkomin til Føroyar,
var á Faroe Seafood P/F,
har hann var fíggjarstjóri
og seinni stjóri.
Eftir lokna útbúgving
sum cand. merc í Keyp
mannahavn royndi hann
seg sum controller hjá
amerikonsku
fyritøkuni
Kraft Foods og sum fíggjar
stjóri í ostafyritøkuni Olaf
Sørensen.
Árni hevur eftirútbúgv
ing frá IMD í Lausanne í
Schweiz, og er MBA lesandi
á Henley Business School,
har hann skrivar master
uppgávuna í løtuni.
Vit
ynskja
honum
hjartaliga
tillukku
við
runda føðingardegnum 24.
juni.
Árni Arge
50 ár
80 ára
føðingardagur
Mikudagin, 2. juli verður Eli Thomsen úr Sumba, búsitandi
í Hoyvík, 80 ár.
Dagurin
verður
hildin
í
Grønlendingahúsinum
fríggjadagin, 4. juli frá kl 18.00.
Tey, ið ynskja at halda dagin saman við Eli, verða
vinarliga biðin um at boða frá á tel 313885 ella 222885 innan
1. juli.
Verið hjartaliga vælkomin.