týsdagur 24. juni 2014síða 29
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Mikudagur 25. juni 2014 · Nr. 71
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ársfrásagnir til Skráseting Føroya skulu
ikki longur latast inn á pappíri, men talgilt
umvegis Vinnugluggan hjá TAKS.
Gev gætur, at serlig krøv eru til m.a.
fram síðuna á ársfrásøgnini.
Sí vegleiðing um talgilda innlating á
heima síðu okkara www.skraseting.fo
Mint verður á, at freistin fyri at lata inn
árs frá søgnina fyri 2013 er 30. juni 2014.
SKRÁSETING FØROYA
FELAGSSKRÁSETING
Box 264 · FO-110 Tórshavn · Tlf. +298 35 60 10
Fax +298 35 60 15 - E-mail skr@skraseting.fo
INNlATAN
AV ÁRSFRÁSØGN
k r e a
. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .
Almannaverkið søkir sosialráðgevar
Umsóknir
Sendið umsókn við avriti av prógvum, CV v.m. við telduposti til starv@av.fo,
ella sum bræv til: Almannaverkið, Smyrilsvegur 20, Postsmoga 3096, 110 Tórshavn.
Vinaliga merkið brævbjálvan "Sosialráðgevi til Menningardepilin”, ella "sosialráðgevi til Viðskiftadepilin”.
Um Menningardepilin
Virksemið í Menningardeplinum
verður skipað sum eitt tvørfak-
ligt samstarv millum teir ymisku
fakbólkarnar, har dentur verður
lagdur á at menna og stuðla
borgaranum til størri sjálv-
bjargni og sjálvsavgerðarrætt.
Arbeitt verður í tvørfakligum
toymum, har eisini nýggj vitan
um arbeiðshættir og tøkni verða
inndrigin.
Mennningardepilin fer at ganga
undan við at menna fyriskipanir
í Almannaverkinum, sum kunnu
stuðla málinum, um at borgarin
kann fáa eitt so sjálvstøðugt lív,
sum til ber.
Fleiri fakbólkar fara at virka fyri
at náa hetta mál, so sum sosial-
ráðgevar, námsfrøðingar, sálar-
frøðingar, sjúkrarøktarfrøðingar,
ergo- og fysioterapeutar, skrivar-
ar, tøkningar og goymslufólk.
Uppgávur
• Við støði í tvørfakligum arbeiði
verður tú við at menna háttar-
lag og virkisætlanir, soleiðis at
arbeiðast kann miðvíst móti,
at borgarin fær eitt sjálv-
støðugt og virkið arbeiðs-
og heimalív
• Tænastur, veitingar og hjálpar-
tól til borgarar, ið bera brek og
til familjur, ið hava børn, ið
bera brek
• Veita arbeiðsmarknaðartilboð
til borgarar, ið eru tarnaðir í
mun til arbeiðsmarknaðin
• Tilmæla fyritíðarpensjón
• Visitatión av borgarum, ið hava
tørv á stuðli, búplássi, umlætt-
ing, viðgerðar- og virkistilboð-
um hjá Trivnaðardeplinum
• Greina tørvin á tænastum,
og menna nýggjar fyriskipanir.
Førleiki
• Útbúgving sum sosialráðgevi,
ella líknandi útbúgving
• Tú kennir týdningin av, at
borgarin verður møttur har
hann er skiltur og hjálptur
• Tú ert tænastusinnað/ur og
vilt virka fyri, at borgarin verð-
ur settur í miðdepilin, soleiðis
at møtið við Almannaverkið
verður einfalt fyri borgaran
• Tú hevur hug og evni til at
arbeiða tvørtur um fak
• Tær dámar væl beinleiðis
samband við borgaran
• Tú hevur viðkomandi starvs-
royndir og breiða vitan innan
sosialfakligt arbeiði
• Tú hevur viðkomandi kunnleika
til almennar myndugleikar og
samstarvsfelagar hjá Almanna-
verkinum
• Tú hevur fyrisitingarligar
royndir og dugir at orða teg í
skrift og talu.
Lønar- og setanarviðurskifti
Starvið er flokkað í 6. lønarflokki
í sáttmála millum Starvsmanna-
felagið og Fíggjarmálaráðið.
Talan er um eitt fast starv og eitt
avloysara starv vegna barnsburð.
Nærri upplýsing
Nærri upplýsingar um størvini
fáast við at venda sær til Berit
Unn Petersen, deildarleiðara
telefon 360000.
Freist
Umsókn skal vera okkum í hendi
í seinasta lagi 1. Juli 2014 kl 12.
Størvini verða sett skjótast tilber
ella eftir avtalu.
Í Menningardeplinum er eitt fast starv og eitt tíðaravmarkað
starv leyst at søkja.
Um Viðskiftadepilin
Við støði í tvørfakligari
hugsan ráðgevur Viðskifta-
depilin borgarum um allar
tænastur innan Almanna-
verkið, avgreiðir umsóknir
um veitingar eftir sosiallóg-
gávuni, skipar fyri virknis-
venjing og framhaldsvið-
gerð av sjúkradagpengum
og avgreiðir dagpengar v.m.
Depilin skal gera virkisætl-
anir fyri borgararnar og um
neyðugt visitera til Menn-
ingardepilin.
Arbeiðið er skipað í toymum
• Borgaratænasta við mót-
tøku og ráðgeving, av-
greiðslu av umsóknum um
brekkompenserandi veit-
ingar, barnaískoyti v.m.
• Sosialráðgeving og við-
gerð av umsóknum um
stuðul til uppihald v.m.
• Virknisvenjing og fram-
haldsviðgerð av sjúkra-
dagpengamálum v.m.
• Dagpengatoymi, ið av-
greiðir umsóknir um
dagpengar.
Starvsfólk arbeiða eftir tørvi
í skiftandi toymum ella í
fleiri toymum í senn.
Viðskiftadepilin skal mynda
yvirskipaða málið hjá
Almannaverkinum um eina
inngongd, og at tað skal
vera einfalt hjá borgara-
num at fáa avgreitt síni
viðurskifti í Almanna-
verkinum.
Viðskiftadepilin er
staðsettur kring landið.
Førleikar
• Útbúgving sum sosialráð-
gevi, ella líknandi útbúgv-
ing
• Tú ert tænastusinnað/ur
og virkar fyri, at borgarin
verður settur í miðdepilin,
og at møtið við Almanna-
verkið verður einfalt fyri
borgaran
• Tú hevur evni at samstarva
og náa mál í felag
• Tú trívist við einum ferð-
miklum gerandisdegi og
dámar væl fjølbroyttar og
skiftandi uppgávur
• Tær dámar væl bein-
leiðis samband við
borgaran
• Tú hevur viðkomandi
royndir og kunnleika til
almennar myndugleikar
• Tú dugir at orða teg í
skrift og talu Lønar-
og setanarviðurskifti
Lønar- og
setanarviðurskifti
Starvið er flokkað í 6.
lønarflokki í sáttmála
millum Starvsmanna-
felagið og Fíggjarmála-
ráðið.
Talan er um eitt fast starv
og eitt avloysara starv.
Nærri upplýsing
Nærri upplýsingar um
størvini fáast við at venda
sær til Marjuna Berg,
depilsstjóra, telefon
360000.
Freist
Umsókn skal vera okkum
í hendi í seinasta lagi
1. Juli 2014, kl 12.
Í Viðskiftadeplinum er eitt fast starv og eitt tíðaravmarkað starv leyst at
søkja, til setan 1. September 2014.
Trædreygibonkur til sølu
Ein lítið brúktur trædreygibonkur
til sølu fyri kr. 3500,00
Við er nakað av eykalutum og sjey skerijørn.
Telf. 74 14 36