hósdagur 26. juni 2014síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 27. junii 2014 · Nr. 72
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur
Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tíðindaleiðari
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Dagfinn Olsen
Eygamálið síða 10
Tá
einglar
góðir
gevast
Høgni Hoydal
Kjak síða 11
Skulu
errin halda
grind til
Politiska støðan gerst alsamt spent
ari. Málið um Jørgen Niclasen og ó
goldnu tollrokningarnar hevur ikki
meira enn lagt seg – fyribils – so er
Føroya Løgmaður sjálvur vorðin
miðdepil i ørðum máli, sum bein
leiðis snýr seg um trúvirði løgmans
og legitimitetin hjá allari samgong
uni, sum hon er.
At slík mál órógva politisku skip
anin er eyðsæð. Tað er ikki nóg mikið
við tí, at politiska skipanin verður
órógvað, men hetta skapar órógv í
øllum samfelagnum, í vinnuni og
sæst aftur í búskapinum.
Tað er júst tí, at onnur lond
hava hægri »decorum officiale«,
enn vit hava í Føroyum. Í londum,
vit vanliga samanbera okkum við,
so hevði slíkt als ikki komið fyri,
at ein ein ráðharri í mánaðvís lá
undir mistanka fyri at hava framt
lógarbrot og enntá var avdúkaður
fyri at hava framt gerðir, sum voldu
landskassanum tap. Tað hevði
heldur ikki komið fyri, at ein for
sætisráðharri kundi sleppa við at
siga ósætt fyri parlamentarisku
forsamlingini.
Men tað hendir í Føroyum. Í øll
um førum fyribils.
Løgmaður segði, tað hann gjørdi
av ikki at siga Jørgen Niclasen úr
starvi, at málið varð loyst fyribils.
Og keldur vilja verða við, at tá stóru
politisku avgerðirnar í summar eru
tiknar, so verður Jørgen Niclasen
kortini koyrdur frá.
Tað hevur sum vera man stóran
týdning fyri Fólkaflokkin og Jørgen
Niclasen, at tað ikki hendir. Tì verð
ur hann koyrdu frá fyri rokið um
tollmálið, so kann hann ikki koma
aftur í landsstýrið og so verður
heldur ikki løgmansevni hjá Fólka
flokkinum.
Men í løtuni er nógv sum bendir
á, at Jørgen Niclsen og Fólkflokkurin
ikki hava fyri neyðini at hugsa so
nógv um tað. Tí skuldsetinin ímóti
løgmanni um at hava sagt ósatt
fyri Løgtinginum er so álvarsom –
at verður tað niðurstøðan hjá Hans
Gammleftot Hansen, so verður Kaj
Leo Holm Johannesen noyddur at
leggja frá sær sum løgmaður – og
tá hava vit helst nýval.
Tað styrkir um skuldseting
ina, at hon er søgd av fyrrverandi
aðalstjóranum í Innlendismálaráð
um undir revsiábyrgd. Rúni Joen
sen, sum er løgfrøðingur, er full
kunnugur um avleiðingarnar av at
siga ósatt í slíkum máli.
Júvíst skal Gammeltoft gera seg
lidnan við málið. Men spurningurin
er, sum Sambandsflokkurin og Løg
tingið kunnu liva við skuldseting
unum næstu tveir mánaðirnar.
trúvirði løgmans upp á spæl
Kringvarp Føroya hevur í
sínum HM-sendingum í sjón
varpinum lýst við øli, snapsi
og brennivíni. Hetta hendir,
tá teir samsenda við TV2 frá
HM í fótbólti. Tá hálvleikur er
í dystinum, vísir TV2 lýsingar,
og eru nakrar av hesum
lýsingar
fyri
rúsdrekka.
Sjónvarp Føroya samsendir við
TV2 og hava tí eisini víst hesar
lýsingar. Men, tílíkar lýsingar
eru bannaðar í Føroyum.
Dia Midjord, stjóri í Kring
varpinum sigur, at hetta er ein
avleiðing av, at teir samsenda
við TV2.
– Vit hava sjálvandi ikki
loyvi at senda tílíkt, men hetta
kann henda, sigur hann við
in.fo. Hann sigur víðari, at teir
kundu havt onkran sitandi á
vakt, at ansa eftir tílíkum, men
tað hava teir valt ikki at gera.
Spurdur, um tað ikki hevði
verið eitt hugskot, at Kring
varpið seldi og sendi føroyskar
lýsingar í hálvleikinum, sigur
Dia Midjord, at tað hevði verið
heldur torført, at samkoyrt
føroysku
lýsingarnar
við
donsku hálvleiksinnsløgini. Og
aftur, at so mátti onkur sitið á
vakt og trýst á play og stop.
– Onkur hevur gjørt okkum
vart við hetta fyrr í dag, so nú
vita vit av tí. Vit mugu tí royna
at lúka út framyvir og gera tað,
vit kunnu, sigur Dia Midjord.
Brennivínslýsingar í Kringvarpinum
Í 1944 róðu bara tveir bátar á
jóansøku í Vági.
Fílin hjá Petur Nolsøe
mannað við uttara dreingj
um, og Tvær Systrar hjá
Lars í Æðuvik, mannað við
dreingjum vesturi í Bø.
Vestaru dreingir vunnu.
Av tí at kríggj var, kom
ongin bátur aðrastaðni frá
at rógva. Hesa tíðina vóru
flúgvarar
yvir
Vágsbygd
næstan hvønn dag, so óttin
sat í fólki. Tað bleiv bert ein
róður, og var hann millum
tvey seksmannafør úr Vági.
Teir, sum róðu við Tveim
um Systrum, vóru (og nú
nevni eg teir, sum teir vóru
róptir sum óvitar):
Torben hjá Lisu á Mýri
Alf á Kafénum
Torleif hjá Marini
Henning og Tummas hjá
Emmu
Julian hjá Jakke í Líð
Arthur við Kikslið
Teir, sum róðu við Fílini hjá
Petur Nolsøe, vóru:
Finnur hjá Sámali
Elith hjá Samuline
Valdemar hjá Poul í Hvalba
Ingolf hjá Joan Paula
Edvin hjá Hannu hjá Elsbu
Leivur hjá Alvildu
Regin hjá sóknarfútanum
stýrdi.
Torleif Augustinussen
Eitt 70 ára minni úr Vági
Fleiri keldur, ið in.fo hevur
tosað við, siga, at foreldr
ini at næminginum fingu
floksmyndina við øllum
næmingunum
á.
Hini
foreldrini
fingu
floks
myndina uttan menningar
tarnaða næmingin á. Talan
er um ein drong, ið hevur
gingið í flokkinum øll ár
ini í skúlanum og er væl
innlimaður í flokkin. Men
tá floksmyndirnar skuldu
takast, varð hann lúkaður
burtur.
Sigrun
Wardum,
for
kvinna í felagnum Javni,
sigur, at tey hava hoyrt um
hendingina, men at skúlin
sigur, at talan er um eina
misskiljing.
Sigrun
Wardum
vil
ikki úttala seg konkret
um hendingina, men sig
ur at tílíkt eigur ikki at
koma fyri, misskiljing ella
ei. Hon hevur ongantíð
hoyrt um líknandi dømi
fyrr í Føroyum, tó veit
hon, at aðrir næmingar, ið
bera brek ella eru menn
ingartarnaðir, verða fyri
mismuni á øðrum økjum.
Sum dømi nevnir hon, at
onkrir flokkar eru farnir á
floksferð uttan hesar næm
ingar.
Ikki hevur eydnast in.fo
at fáa at vita, hvønn skúla
talan er um.
Menningartarnaður
ikki á floksmynd
Er skuldsetingin røtt, so
má løgmaðurleggja frá sær
Myndin er tikin á garðinum hjá Lars í Æðuvík.