Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-26, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. juni 2014síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 27. juni 2014 · Nr. 72 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tað eru í hesum umfarinum upp til 7,5 mió. kr. tøkar til gransking og menning á fimm raðfestum økjum, har t.d. epidemiologi og ílegugransking kunnu innganga í hvørt einstakt øki, eins og t.d. menning av nýggjum tilgongdum, skipanum ella tænastum. Stuðul kann veitast til smærri verkætlanir, sam­ starvs verkætlanir, ph.d.verkætlanir og post.doc. verkætlanir innan raðfestu økini. Raðfest øki: (í bókstavraðfylgju) • Heilsa – sum sosialt fyribrigdi, at kanna tey sosialu viðurskifti sum ávirka heilsu og sjúku og hvussu sosialir trupulleikar sum fylgja av sjúku kunnu bøtast. Her kunna samfelagsviðurskifti og ávirkanin á heilsustøðu verða greinað. • Heilsa – sum medisinskt fyribrigdi, at kanna tey medisinsku viðurskifti sum ávirka heilsu og sjúku, td. autoimmunar sjúkur, neuro degenerativar sjúkur og giktasjúkur. • Hjartasjúkur, gransking / kanning av sjúkum í hjarta og blóðrensli, atvoldin til hjartasjúkur, fyribyrging og viðgerð. • Krabbamein, epidemiologiskar kanningar / gransking innan krabbameinsøkið • Sálarfrøðilig heilsa, gransking og kanningar innan sálarsjúku og fyribyrgjandi tiltøk. Miðað verður eftir, at avsetti stuðulin til hetta høvuðs økið skal býtast nøkulunda javnt millum áður­ nevndu raðfestu økir. Vit tilskila okkum rætt til ikki at lata stuðul á øllum økjum og ikki at játta alla tøku upphæddina í hesum umfarinum. Formlig krøv: Sum meginregla verður í mesta lagi latin stuðul til 2/3 av verkætlanini. Í heilt serligum føri kann verða latið upp til 100% í stuðli til granskingar verkætlanir fíggjaðar úr Sjúkrakassagrunninum. Viðfígging frá øðrum gevur fyrimun. Allur játtaður stuðul skal nýtast í Føroyum, undantikið útreiðslur til ferðing, skeið og ráðstevnur. Overhead kann í mesta lagi vera 10% av lønarútreiðslunum. Minsta stuðulsupphædd, sum kann veitast til hvørja verkætlan innan raðfestu økini, er kr. 150.000, og latast kann í mesta lagi kr. 1.500.000. Umsóknir skulu skrivast á skandinaviskum ella enskum máli á serligt oyðublað, ið fæst á gransking.fo à Sjúkrakassagrunnurin. Har liggur eisini kunning um formlig krøv og vegleiðing til umsóknir. Umsóknir skulu sendast við telduposti til gransking@gransking.fo innan 1. september 2014 kl. 12 føroyska tíð. Mælt verður umsøkjarum til at seta seg í samband við Granskingarráðið fyri at fáa ítøkiliga ráðgeving í sambandi við umsóknirnar. www.gransking.fo Stuðul til gransking og menning á heilsuøkinum Granskari kann saman við stovni í Føroyum søkja um stuðul til gransking og menning innan raðfest økir, sum kunnu menna heilsu økið í Føroyum Verkætlanir kunnu fevna um, men eru ikki: • Avmarkaðar til: • Upplýsandi átøk • Upplýsandi tilfar • Serlig tiltøk • Ráðstevnur • Kanningarverkætlanir Stuðul verður ikki veittur til: • Vanligan rakstur í felagsskapunum, harundir løn til starvsfólk og tað sum felagsskapurin fæst við í sínum dagliga virksemi • Einstaklingar ella viðgerð, heilivág og hjálpiamboð • Ráðstevnuluttøku, skeið, útbúgving og eftirútbúgving • Uttanlandsferðir hjá bólkum ella einstaklingum • Útgerð so sum lyftir og annað Serligar treytir viðv. kanningarverkætlanum: Áhugafeløg kunnu søkja um stuðul til at gera kanningar verkætlanir innan t.d. sosiala heilsu, heilsu­ fremjan, fyribyrging, røkt, viðgerð og endurmenning. Kanningin skal gerast saman við fólki, sum minst hevur eina miðallanga/langa útbúgving (bachelor ella masterstig) og er knýtt at hóskandi fakligum vegleiðara/ábyrgdarhavara. Formlig krøv: Latast kann í mesta lagi kr. 150.000 til hvørja verkætlan undir hesi skipanini, kanningarverkætlanir tó millum kr. 50.000 – 400.000. Verkætlanin kann vera 100% fíggjað úr Sjúkrakassagrunni Føroya. Allur játtaður stuðul skal nýtast í Føroyum. Umsóknir skulu skrivast á serligt oyðublað, ið fæst á gransking.fo Sjúkrakassagrunnurin. Umsóknir skulu sendast við telduposti til gransking@ gransking.fo. Tað er eingin føst umsóknarfreist. Umsóknir verða viðgjørdar so hvørt tær verða móttiknar. Mælt verður umsøkjarum til at seta seg í samband við Granskingarráðið fyri at fáa ítøkiliga ráðgeving í sambandi við umsóknirnar. www.gransking.fo Sosialurin 341800 Stuðul til upplýsandi og mennandi tiltøk umframt kanningar­ verkætlanir á heilsu økinum Føroysk áhugafeløg, ið umboða fólk, sum bera brek og feløg innan eldraøkið, sjúklingafeløg og fakfeløg, kunnu søkja um stuðul til upplýsandi og mennandi tiltøk, sum kunnu menna heilsuøkið í Føroyum Alt til akfør Eykalutir til CHRYSLER - JEEP Manglar tú eykalutir til Chrysler - Jeep 213992 Amboð Snikkaramaskina Ein kombinerað snikkaramaskina til sølu! Ring og hoyr nærri. 585585 Minigravari til leigu Vælegnaður at arbeiða í kjallara, at grava rennur o.a. Brekkari og minidumpari kunnu fylgja við Stendur á vogni 213992 STILLADS TIL LEIGU LØTT ALUMINIUM STILLADS BÍLIGA TIL LEIGU. ÚTKOYRING UM ALT LANDIÐ GUTTORM MORTENSEN TLF 251160 Arbeiði Eg máli í Havn Hoyvk og Argjum uttandura Eg gevi hægstu dygd, Besta prís,og stutt bíðitíð. Eg havi drúgvar royndir við málaraarbeiði. Ring og fá eitt tilboð. 592976 - 210995 BETONG SAGING Tlf: 560056 Vit saga út fyri vindeygu, hurðum,garageportur, ventilatiónshol o.a,ring og fá ein góðan prís.www. 2xj-bygging. com 560056 Ung pige i huset í Norðursælandi Viðvíkjand lýsing við somu yvirskrift aðrastaðnis í blaðnum: Vit eru í Føroyum 2.-12.juli.Sig frá skjótast gjørligt um áhugi er. +4528922575 / manijeh.elsa@ gmail.com Ung pige i huset í Norðursælandi Er tað ein fryntilig ung genta - ella kanska tilkomin kona - sum dugir væl at halda hús, og er sera góð við børn, og vil hjálpa beiggjan og okkum? +4528922575 / manijeh.elsa@ gmail.com Býli í Føroyum Stór hús til sølu í Sørvági Stór vælhildin hús til sølu í Sørvági, í 2 hæddum. Stórur køkur, 6 sovikømur, 2 badiverilsi og stór stova og útistova. Gód stór garaga. 511956 Íbúð við fantastist útsýni Íbúð við boblibað til 1-2 persónar á Velbastað við praktfullum útsýni:4.000kr/mán + el,hita.Depositum krevst.Ring beinanvegin.Verða í Føroyum 2-12/7 +4528922575 / manijeh.elsa@ gmail.com Friðarligt par søkir íbúð/hús til leigu fyri max 6000,- um mánaðin við øllum, helst í Tórshavn, Argir, Hoyvík. Vit fara væl um og hava eingin húsdjór, samt gjalda til tíðuna. 580068 Hús í Klaksvík til leigu Stór hús/íbúð til leigu miðskeðis í Klaksvík. 4 kømur, stovur, køkur, baðirúm v.m. Alt í besta standi. 595506 Hús til leigu Góð hús á vestara armi á Skálafjørðinum, til leigu frá 1august til friðarlig fólk,sum fara val um. Skriva til bill.mrk Bil.mrk.23-06-14 Kamar til leigu við atgongd til køk, bað, vaskimaskinu, turkitrumlu, fristiboks og tráleyst internet breiðband. Nær við Læraraskúlan og Sjómaskúlan. 221158 Býli uttanlands Íbúð til leigu á Frederiksberg. Deilig íbúð til leigu í nakrar dagar í senn, á Fredriksberg. 15 min. við bussi til miðbýin. Liggur tætt við zoo hava. Handil er niðast í bygninginum. 313799 Summarhús í Hou, Aalborg til leigu í viku 28 og 29 Hús til leigu í Hou frá 5. juli til 19. juli, liggur fáar min. gongutúr frá badistr.,handlum, loppumarkn.o.ø, húsal., kr. 2000,- pr.viku írokn forbr. houbo@live.dk Matur Vistfrøðislig egg Vistfrøðislig føroysk høsnaregg, fáast til keyps Tlf 313392 Pløgg 2 Gentubúnar 2 Føroyskir gentubúnar komplettir við møtli og silvur. Annar 10/12 og hin 16/17, seljast um hóskandi prísur fast. 371011 - 571011 Kvinnubúni til sølu Kvinnubúnið við silvuri og mótli, stødd 38. Til sølu Áhugaði kunnu ringja Tlf 262404 Ymiskt Brenniovnur Antik brenniovnur av enska slagnum Artesse til sølu. Ovnurin er brúnur 80cm høgur, 65cm breiður, til sølu fyri 2.500kr. 283500 Vørubilur til leigu Vørubilur til leigu kann leigast til DK 213992 Bilar til leigu Bilar til leigu 213992 tiltøk