hósdagur 26. juni 2014síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 72 · 27. juni 2014
2
VIKUSKIFTI
Havi altíð vitað
at eg var ættleidd
anitHa K. Mortensen
nr. 58
23. mai 2014 sosialurin
ivast ikki
í heimlandinum
alex josé
dos santos
nr. 64
6. juni 2014 sosialurin
Vikuskifti
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Síðani september mánaði í fjør eru 30
Vikuskifti gjørd til vikuskiftisútgávuna
av Sosialinum. Vikuskifti inniheldur
samrøður, klummur, siðsøgu, bakgrund,
undirhald og mangt annað og er partur
av fríggjadagsútgávuni av Sosialinum.
Vikuskifti hesaferð er tað seinasta
fyri summarferiuna. Vanligt hevur
verið, at Vikuskifti fer í summarfrí
síðst í juni og verður tikið uppaftur
í september mánaði. Soleiðis verður
aftur í ár.
Saman við Vikuskifti hvíla eisini teir
føstu tættirnir, sum hava verið partur
av Vikuskifti.
Summar
Avloysarin hjá Vikuskifti er til reiðar at
taka við í næstu viku, tí næsta fríggjadag
verður ársins fyrsta Summar-blað við í
Sosialinum.
Summar er eitt vikuskiftisískoyti,
sum bjóðar lættan vikuskiftislesnað til
summarið.
Í Summar verða summarprát,
klumma, umrøða av summartiltøkum
og mangt annað.
Vikuskifti takkar harvið fyri seg og
ynskir Summari vælkomnum.
Tað politiskt
korrekta farið
yvir gevind
Redaktørur: Eyðun Klakstein
Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo
Sniðgevi/umbróting: Pætur Eyðunsson Jensen, Sosialurin
Forsíðumynd: Gerda Ferjá Heldarskarð / Mynd: Álvur Haraldsen
klumman
Hetta Vikuskifti er tað seinasta fyri summar
feriuna. Avloysarin er til reiðar næsta fríggjadag
Vit hava nú fingið eina flotta og tíðar
hóskandi floghavn. Sat við stórum eygum og
hugdi at Degi & Viku 17. juni, tá kringvarps
maðurin vísti hyggjarunum runt í nýggju
floghavnini. Har er alt, sum til hoyrir, og eg
gleði meg til næsta flogtúrin.
Tó var tað nakað, sum sá heldur komiskt
út: Tað var tubbaksrúmið, sum læt seg upp,
tá tíðindamaðurin traðkaði nóg nær hurðini.
Tað manglaði bara at hann segði: sesam
sesam lat teg upp!
Spennandi klivin er uttan innrammaður
við fløskum við rúsandi løgi í. Tað hevði
verið uppaftur meira spennandi, um ein
mynd var límað á hurðina. Myndin skuldi
líkst fløskuhillunum rundanum. Tá kundi tú
gingið aftur og fram við vegginum, til hurðin
til tubbaksskotið brast upp.
Eg havi hugsað um, hví tubbaksvørurnar
skulu hava sítt egna rúm! Finni ikki nakað,
sum ger at tað kann samanberast við at
goyma tær handan diskin í kioskum og
matvøruhandlum í landinum.
Skuldi tubbaksklivin havt nakað við
aldursmarkið at keypa sigarettir at gera, so er
sama aldursmark galdandi fyri rúsdrekka. So
tað er ikki tað! Enn minni trúgvi eg, at rúmið
hevur eginleikar sum ein humidor.
Hetta var nakað merkiligt nakað at finna
upp á í einum tollfríum handli! Ein undarliga
skeiklaður hugburður til royking. Rúsdrekka
kann eisini vera ringt fyri heilsuna. Men tó
er onki galið við at brúka hugflogið fyri at
fáa tað at taka seg so væl út á hillunum, sum
yvirhøvur gjørligt og tí selja sum mest! Hetta
hóast rúsdrekka eins og tubbakkið fer illa
við fólki og kostar bæði einstaklingum og
samfelagnum nógv.
Nei, Gud viti hví tað er í lagi at royna
at loypa brell á fólk at keypa rúsdrekka,
tá tubbakkið verður handfarið sum er tað
eldfimt. Ódámligt formyndarí, har tingini
tykjast vend á høvdið og tað politiskt
korrekta er farið yvir gevind! Ikki minst
forbiðið dupultmoralskt, tí tað skal síggja
út, sum vit ikki vilja selja hatta, men pengar
lukta sum kunnugt ikki. Heldur ikki av
tubbaksroyki.
So segði
hann...
Frá Vikuskifti
til Summmar
– Um landsstýrið og løgtingsmenninir
skiltu, hvussu stóran týdning góðir miðlar
hava fyri okkara samfelag, so høvdu teir
sett seg niður og funnið eina loysn
Høgni Reistrup, kandidatur í miðlafrøði,
nú føroyskir miðlar støðugt fækkast og minka
Simona
Weihe
Vikuskifti fer nú í summarfrí – og Summar tekur við
Málar
djóraselfies
ragnhild Kjærbo
nr. 69
20. juni 2014 sosialurin