hósdagur 22. mai 2014síða 2
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 23. mai 2014 · Nr. 58
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur
Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tíðindaleiðari
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Jógvan sundstein
tíðargrein síða 13
Veljar
akanning
ar og git
ingar
Spýt
út um
tú hevur
nakað...
Annika sølvará
Eygamálið síða 12
– Ein trúgvandi kann ikki velja Tjóð
veldisflokkin í dag. Tað er skomm,
tað ger man bara ikki.
Orðini eigur borgarstjórin á Eiði,
sum í Degi og Viku førdi seg fram
sum tjóðveldismann. Kritikkurin
mótvegis floksleiðsluni í Tjóðveldi
var beinharður:
– Fyrr kundi ein vinnulívsmaður
velja Tjóðveldisflokkin. Tað kann
hann ikki í dag. Tað er skammiligt
hjá einum vinnulívsmanni at velja
Tjóðveldi.
Borgarstjórin er firtin inn á tjóð
veldisleiðsluna í Havn, sum viðger
smámál sum stórmál. »Smámálið«
hesaferð er at loyva samkyndum
at giftast. Hetta er tað er tað sama
sum at taka trúðarfrælsið frá tjóð
veldisveljarum, vil borgarstjórin á
Eiði vera við.
At fólk í øllum flokkum eru
ósamd um etisk virði og viðurskifti
er einki nýtt. Hetta kenna vit úr øll
um flokkum. Men tað áhugaverda
við innanhýsiskjakinum í Tjóðveldi,
sum tey varpa út á geilar, er, at Tjóð
veldi skal ikki føra politikk. Tjóð
veldisflokkurin hevur eina upp
gávu, og hon er at slíta Føroyar úr
danska ríkinum. »At fáa skeytið til
hetta landið«, sum nøkur siga, ella
»at stovna republikkina«, sum tann,
sum skrálar nógv harðast plagar at
rópa.
Alt gott um tað, at nøkur fólk
halda tað hava nógv størstan týdn
ing at »sleppa undan danska oki
num« og sleppa at »ráða í øllum
lutum sjálvi«. Tað er sjálvandi nógv
vert. Men fyri nógvar føroyingar
er tjóðveldi ella tjóðarfrælsi ikki
eitt mál. Tað er ikki ein politiskur
setningur at stríðast fyri »tjóðar
frælsi«. Tí fyri meirilutan av før
oyingum hevur tað nógv størri
týdning, at vit skipa okkum sum
eitt demokratiskt samfelag, har
øll hava somu rættindi. Har eingin
stætt kann kroysta nakran aðra. At
vit leggja forðingar fyri fámanna
veldinum, sum verður skapt í løtuni
– eitt fámannaveldi skapt av fólka
valdum politikarum, sum uttan at
blunka taka frá mongum og geva
fáum – sum hava nógv framman
undan.
Fyri hesi fólkini kann »tjóðar
frælsi« verða ein avleiðing, tá vit
hava skapt tað góða samfelagið.
Men tað góða samfelagið verður
ikki skapt, um allur góður politikk
ur verður lagdur til viks til nakrir
nationalistar hava fingið okkum
hetta vælsignaða skeytið.
Stríðið um loysingina kemur í
rendum. Skuldi loysingin komið,
verður tað heldur sum ein avleiðing
av tí samfelag, vit hava skipað.
Øvugta mannagongdin er mis
eyndað tvær ferðir: Í 1946 og í 2001.
loysing – mál ella avleiðing
Stjóraskiftið í Atlantsflog
hevur kostað tjóðarflogfel
agnum 3,3 milliónir í bein
leiðis øktum útreiðslum til
stjóralønir til Magna Arge
og Jørgen Holme í 2013 – og
tað fer at kosta minst fimm
milliónir krónur afturat.
Tað vísir roknskapurin
hjá P/F Atlantsflog.
Tað var tann 16. november
í fjør, at nevndin í Atlantsflog
koyrdi Magna Arge frá sum
stjóra. Hann varð sendur til
hús hendan leygardagin.
Men tað kostar at senda
stjórar til hús. Serliga nógv
kostar tað at senda vællønt
ar stjórar til hús, tí stjórar við
serliga høgum lønum í mill
iónaklassanum hava altíð
nógv longri uppsagnartíð,
enn fólk flest. Tvey ára upp
sagnartíð er als ikki óvanligt,
heldur ikki trý ár. Soleiðis
kostaði tað Atlantsflog 3
milliónir og 16 túsund krónur
at senda Magna Arge til hús.
Men nýggi stjórin í At
lantsflog kostar nógv meira
enn Magni Arge. Meðan mán
aðarlønin hjá Magna Arge var
110.000 krónur um mánaðin,
so fær Jørgen Holme nærum
tað dupulta. Hann fær beint
undir 200.000 krónur um
mánaðin uttan bonus. Tí var
eykaútreiðslan hjá almenna
partafelagnum Atlantsflog
at skifta stjóran út 3 milliónir
og 334.000 krónur.
Í 2014 fer tað at kosta al
emnna partafelagnum eina
góða millión í eykaútreiðslum
at løna Jørgen Holme í mun
til Magna Arge. Sama skilið
verður í 2015.
Johan Dahl, ið sum vinn
umálaráðharri varðar av P/F
Atlantsflog, hevur alment
funnist at høgu lønunum í al
mennum feløgum. Vit royndu
at fáa hann at greiða frá, hví
ein stjóri í einum almennum
felag, sum hann varðar av,
skal hava so høga løn og so
stóra lønarhækking í mun til
fráfarna stjóran, men hann
svaraði ikki, áðrenn blaðið
fór til prentingar.
Tað stutta av tí langa er,
at ætlanin hjá Vinnumál
aráðnum og nevndini í At
lantsflog at skrifta stjóra fer
at kosta felagnum í minsta
lagi 5,5 milliónir krónur í
eyka útreiðslum.
Kostaði 5,5 milliónir
at skifta stjóran
Tey sum eiga løn til góða hjá
Dimmalætting fáa bara 2,8
prosent av lønarkrøvunum.
Tað er greitt, nú búgvið eftir
húsagangin
er
endaliga
uppgjørt.
Húsagangurin hjá Dimm
alætting hevur kostað krav
ánarunum nógv. Nú búgvið
verður gjørt boðar Føroya
Skiftirættur frá, at býtis
peningurin – ella dividend
an, er 2,8 prosent – til »grein
95 krøv«, sum bara umfatar
lønarkrøv. Tað merkir, at tey,
sum eiga pengar til góðar
hjá
Dimmalætting
hava
mist alt. Talan er um fleiri
milliónir krónur.
Tað var skjótt greitt, at
bara tey, sum høvdu løn til
góðar, kundu vænta sær
nakað. Og tað eru tey, sum
nú kunnu rokna við at fáa
2,8 prosent av góðkendum
lønarkrøvum.
Tað er felagið, sum fram
til 16. september í fjør æt
Sp/F Dimmalætting, har
Árni Gregersen var stjóri
og Eyðfinn Reyðberg var
nevndarformaður, ið nú er
uppgjørt. Seinasta útgávan
av Dimmalætting kom út 13.
september í 2013. Tá gjørdu
eigararnir eina roynd at
flyta virksemið í eitt dóttur
felag fyri at sleppa undan at
gjalda rokningar. Endin var
kortini tann, at feløgini fóru
í skiftirættinum undir trota
búsviðgerð.
Bústjórin, Sigmund Poul
sen, umstoytti broytingar
nar í feløgunum, og tí er tað
felagið Sp/F Dimmalætting,
sum í veruleikum er upp
gjørt. Tað felagið fekk við
broytingini hjá gomlu eigar
unum navnið Sp/F Bring.
Føroya Skiftirættur boð
ar nú frá, at endaligur skift
fundur verður í Skiftirætti
num 24. juni til staðfesting
av uppskoti til roknskap og
útluting við eini dividendu
upp á 2,8 prosent.
Dimma: Fáa bara
2,8 prosent av lønini
Fyri nógv er stríðið hjá
Tjóðveldi øvugt mannagongd
Einaferð átti Dimma trý
bløð. Øll fóru á húsagang
Jørgen Holme kostar eina
millión meira um árið sum
stjóri enn Magni Arge