hósdagur 22. mai 2014síða 4
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Hósdagur 23. mai 2014 · Nr. 58
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Leo Poulsen
Málið ímóti manninum, sum
er ákærdur fyri manndráp
eftir eina hending í Markna
líð í Havn tann 20. November
í fjør, byrjaði í Føroya Rætti
týsmorgunin.
Av tí at talan er um so
álvarsliga ákæru, er talan
um eitt nevningating, har 12
nevningar skulu taka støðu
til, um maðurin er sekur ella
ikki, og hvørja revsing hann
skal fáa, verður hann kendur
sekur
Fyrrparturin
týsdagin
gekk við at læra nevningar
nar, hvat teir skulu leggja
dent á, og síðani vórðu teir
sendir aftur í nevningarúmið
at velja ein forðmann.
Eftir hetta legði akærin,
John
Kæbæk,
tekniskur
prógvini
málinum
fram,
og tað tók nakað av tíð. So
tað var ikki fyrr enn eftir
døgurða, at ákærdi maðurin
fór í vitnisstólin.
Tað tók kortini ikki meira
enn góðan hálvan annan
tíma at avhoyra ákærda.
Hann noktar seg sekan í
drápið, men greiddi annars
frá, rættiliga niður í smálutir,
hvat fór fram hetta kvøldið,
mikudagin
20.
november
2013.
Hvussu hann kom til
húsar hetta kvøldið úr FK í
Miðbýnum við taksabili. Um
hvussu hann gjørdi av at
leigarin uppi í miðhæddini
skuldi blakast út, tí hann
rindaði ikki leigu, og um
hvussu hann fekk sær at
gongd til húsini umvegis
altanin.
Hereftir greiddi hann frá
tí, ið fyrifórst í køkinum í
miðhæddini og hvussu ein
togan millum teir báðar end
aði við, at 61 ára gamli mað
urin misti lívið.
leo@sosialurin.fo
Maðurin, sum læt lív í
drápsmálinum, sum er til
viðgerar í Føroya Rætti
hesa vikuna, hevði tvey
sár í bringuni.
Tað kom týðiliga fram
á
rættarfundinum,
at
deyði maðurin hevði tvey
sár í bringuni, og tað kann
skapa trupulleikar fyri
verjuna.
Ákærdi greiddi í rætt-
inum í dag frá, at hann sá
bara knívin, tá órættaði
langaði út eftir honum
við knívinum.
Síðani sá hann ikki
knívin aftur, fyrr hann
fyri aðru ferð fór upp í
íbúðina hjá órættaða. Tá
lá deyði maðurin á rygg
inum og hevði knívin í
vinstru hond.
Tað merkir, at minnist
ákærdi rætt, hevur órætt
aði skift knívin úr høgru
yvir í vinstru hond.
Undir vitnisavhoyring
ini segði ákærdi, at órætt
aði fall bert eina ferð, og
tí kundi hann ikki siga
nakað um, hví hann hevði
fingið knívin tvær ferðir í
bringuna.
Annað sárið var 7,5
sentimetrar djúpt, meðan
hitt var 3,4 sentimetrar
djúpt.
Hvat hetta kann fáa
at týða fyri sakina er ikki
gott at vita, men í morgin
skulu rættarmedisinskir
serfrøðingar
avhoyrast,
og tað er møguligt, at teir
kunnu varpa meira ljós á
málið.
leo@sosialurin.fo
Kann gerast
trupult við
tveimum sárum
Leigarin skuldi út
Ákærdi maðurin í drápsmálinum á Marknalíð,
noktaði seg sekan í øllum ákærum
Tað var fyri at siga leigaranum, at hann skyldaði fyri 10 mánaðar
leigu, og at hann tí skuldi út, at ákærdi maðurin fór inn til leigaran
drápsmál
sekan í drápi
Noktar seg
Leo Poulsen
Teir báðir kendust nakað,
og tá tann nú deyði maðurin
stóð uttan tak yvir høvdið og
bað um at sleppa at leiga hjá
ákærda, so helt hesin, at tað
var í lagi.
Hann vildi hava 7.000
krónur í húsaleigu um mán
aðin, men tað endaði skjótt
niðri á 5.000 krónum.
Sannleikin var tó tann, at
leigarin ongantíð rindaði eitt
oyra í leigu, segði ákærdi.
Tað, sum so fekk bikarið
at flóta yvir var, at hann eitt
kvøldiðvar í Glitnir og spældi
sjavs, tá leigarin kom har og
var so ljótur í munninum í
móti ákærda, at hesin hevði
fingið nóg mikið.
Hann hoyrdi eisini frá
onkrum, at leigarin segði seg
hava keypt húsini, og at nú
var tað hann, ið átti tey.
Hetta var komið upp í
ákærda hetta kvøldið, og tí
fór hann upp í miðhæddina
heilar tvær ferðir, fyri at fáa
leigaran á tal, uttan at hesin
læt upp.
Tað var hetta, sum fekk 69
ára gamla ákærda mannin at
klúgva upp á altanina um ein
stiga, og tann egin sleppa inn
í íbúðina hjá nú deyða mann
inum.
Hesin heði tikið um hálsin
á ákærda og spurt hann, hvat
f.... hann bilti sær inn. Síðani
var hann farin innar í stov
una at smakka sær á, áðrenn
báðir menninir endaðu í køk
inum, ákærdi við vaskið og
hin við skuffurnar.
Ákærdi sær órættaða taka
ein knív úr skuffuni og langa
út eftir sær. Ákærdi fær tó
tak í knívarminum á órætt
aða og kemur aftur um hann.
Teir takast sotar eina løtu,
til báðir enda á gólvinum við
ákæra oman á hinum.
Ákærdi reisti seg, meðan
hin var liggjandi. Órættaði
kom tó upp á knøini og
grulva-i runt um køksborðið
og heilt fram móti altanhurð
ini. Tá fór ákærdi niður undir
aftur í egna íbúð.
Seinni fór hann tó upp
aftur í miðhæddina, og tá
hevði órættaði vent sær, so
hann nú lá á rygginum við
andlitinum vent frá altan
hurðini.
Tá gjørdi ákærdi av at
ringja eftir hjálp.
leo@sosialurin.fo