hósdagur 22. mai 2014síða 6
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 23. mai 2014 · Nr. 58
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
drápsroynd
Áki Bertholdsen
Nógvir møguleikar standa
opnir og fáir møguleikar
kunnu útihýsast.
Tað var niðurstøðan, tá
ið tveir serfrøðingar hava
verið í rættinum í sambandi
við málið, har ein maður er
ákærdur fyri dráp, eftir eina
hending í Havn í november í
fjør.
Teir báðir serfrøðingarnir,
ein rættarlækni og ein krimi
nalteknikari,
hava
greitt
rættinum frá teimum tekn
isku prógvunum, teir hava
funnið.
Men tað bar ikki til hjá
teimum at varpa nakað
serliga greitt ljós á tað, sum
fór fram í eini íbúð í Havn
hetta kvøldið tann 20. nov-
ember í fjør.
Teir siga, at nógvir møgu
leikar standa opnir og at fáir
møguleikar kunnu útihýsast.
Og einaferð, rættarlæknin
fekk ein heilt ítøkiligan
spurning, svaraði hann, at
slíkt var nakað, bara Sher
lock Holmes kundi svara
upp á.
Men eitt, hann kundi stað
festa var, at maðurin, sum
er deyður, er stungin tvær
ferðir í bringuna við einum
longum knívi.
Tann fyrri stingurin fór
sjey sentimetrar inn og tað
var nóg mikið til at skera
eina pulsæðr var og at tað
var hetta, sum beindi fyri
manninum.
Hin stingurin fór tríggjar
sentimetrar inn og elvdi ikki
stóran skaða annars.
Knívurin var ikki neyð
turvuliga førdur við so stór
ari kraft, tú so var hann
helst farin djúpari. Men
rættarlæknin helt ikki at tað
var serliga sannlíkt, at tann
deyði maðurin var dottin
niður á knívin, tí so hevði
hann nokk farið í botn. Og at
hann var dottin tvær ferðir
á knívin, helt hann vera
rættiliga ósannlíkt.
Áki Bertholdsen
Tilsamans átta vitni eru
avhoyrd í málinum í Havn í
fjør, har ein maður er ákærd
ur fyri dráp.
Trý av vitnunum vóru
fólk, sum høvdu samband við
tann ákærda hendan dagin,
hendingin fór fram, og tvey
av vitnunum vóru fólk, sum
kendu mannin, sum er ákærd
ur og mannin, sum er deyður.
Eitt av vitnunum er ein
barrvørður í einum verts
húsi, ákærdi maðurin plagdi
ganga í.
Hon segði, at ákærdi hevði
eisini verið á vertshúsinum
hendan dagin og at hann
hevði drukkið nakrar fáar øl
og ein skarpan.
Hon sigur, at maðurin
hevði altíð verið hampuligur
og lættur at hava við at gera
og tað var hann eisini hend
an dagin.
Hon segði, at hann hevði
eina kenning, men var ikki
skít.
Ein
hýruvognskoyrari,
sum koyrdi tann ákærda
mannin hendan saman dag
in, segði eisini, at hann hevði
kenning, men var ikki skít og
at hann var hampuligur at
hava við at gera.
Eisini fyrrverandi koma
tann ákærda vitnaði. Tey
vóru skild fyri fleiri árum
síðani, men vóru væl og
høvdu regluligt samband.
Eisini hon segði, at hann
altíð hevði verið hampiligur,
har var eingin harðskapur í
honum.
Eisini kona mannin, sum
er deyður vitnaði. Tey fyrstu
árini tey kendust, hevði alt
verið ílagi, men eftir at tey
giftust, var hann farin at
drekka illa og at taka heili
vág og tá broyttist hann full
komiliga.
Hann kundi vera ógvuliga
harðligur og hóttandi og tað
endaði eisini við, at tey fóru
frá hvørjum øðrum.
Útihýsa ongum
møguleika
Nógvir møguleikar standa opnir og fáir
møguleikar kunnu útihýsast
Var hampuligur at hava við at gera
Átta vitni eru avhoyrd í drápsmálinum
í Havn tann 20. november í fjør