hósdagur 22. mai 2014síða 8
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 23. mai 2014 · Nr. 58
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
- Miðbýurin er ein sertakur
býarpartur í høvuðsstaðnum.
Tað
staðfesti
Heðin
Mortensen, borgarstjóri, tá
ið hann seinnpartin í gjár
avdúkaði, hvør vann stóru
arkitektakappingina
um,
hvussu miðbýurin, og ser
stakliga grannalagið rundan
um Steinatún, skulu síggja út
í framtíðini
Tað vóru Zeta arkitektar,
við Søren Yde Jensen og
Ragnar Zachariassen, sum
vunnu kappingina, og mælt
verður til, at teir verða
knýttir at kommununi sum
ráðgevarar í tilgongdini at
seta ætlanina í verk.
Fyrsta
virðislønin
var
300.000 krónur og uppskotið
hjá teimum spennir frá heild
ini niður í serlutir og myndar
ein samangangandi miðbý.
Aðru virðisløn á 150.0000
krónur og hana fekk MAP
arkitektar og tað greiðir
frá eini bústaðarbygging á
Skálatrøð sum í byggisniðið
fær sambandi við gamla
býarpartin.
Triðju
virðisløn
var
75000 krónur og hana fekk
Contrast, sum hevði eina røð
at tiltøkum, sum kunnu men
na miðbýin, eitt nú eitt nýtt
hús í Tórsgøtu við nógvum
glasi
Triðju virðislønina fær
Contrast sum hevði eina
uppskot, sum vísa á tiltøk,
sum kunnu menna miðbýin.
Forðingar niður
Í vinnandi ætlanini verður
skotið upp at taka niður
forðingar og avmarkingar í
miðbýnum, eitt nú nakrar
grótgarðar. Niðasti partur av
Tinghúsvegnum verður lagd
ur um soleiðis, at Tinghúsið
fær frægari atgongd, sam
stundis sum Vaglið fær eitt
víðari og dámligari skap.
Á Skálatrøð skal nýtt
mentanarhús byggjast og
saman við havnarlagnum
skal hetta gerast eitt týdn
ingarmikið rúm fyri mentan
og list. Við Eystaruvág skulu
íbúðir byggjast inn móti
berginum. Tær verða lagd
ar soleiðis, at gongt er út á
grønar tekjur. Sama er gald
andi fyri uppskotið á Skála
trøð, har lendið partvíst
verður endurskapað, sum tað
einaferð var.
Havnará skal eisini verða
latin upp á ávísum strekkj
um fyri at fáa gamla og eyð
kenda áartutlið aftur í mið
býin.
Projektuppskotið
til
Steinatún er býarkent og
leggur dent á at skapa eitt
nútíðar
býarrúm.
Sam
stundis eru her fleiri onnur
átøk, sum stuðla upp undir
ætlanina. Uppskotið vísir
á eina ferðsluskipan, har
tvær ljóskurvar, onnur beint
eystanfyri
og
hin
beint
vestanfyri, gera tað lætt og
trygt at ganga tvørtur um
torgið.
Bygningurin sunnan fyri
Steinatún fær eina opna
stovuhædd, har gongt er
gjøgnum bygningin, og hann
skal hava eina eyka takhædd
við trappurúmi løgdum utt
an á verandi bygningin.
Tær
sveimandi
hálv
tekjurnar geva møguleika
fyri, at fólk verða savnað
undir tekjum, har tað verður
turt, eitt nú hjá teimum, sum
bíða eftir bussi, samstundis
sum tekjurnar binda saman
bygningar og býarrúm.
Borgarstjórin ásannar, at
tað verður ein dýr íløga at
seta hetta í verk, men nú skal
so neyðuga fíggingin finnast.
Kappingin um, hvussu miðbýurin í Havn skal
síggja út í framtíðini, er nú avgjørd
miðbýarætlan
Soleiðis hugsa vinnandi arkitekttarnir sær at Eystaravág skal síggja út. Høgru megin eru íbúðir inn ímóti berginum
Forðingar og
avmarkingar takast niður
Niðari partur av tinghúsvegnum skal skipast øðrvísi, so at tinghúsið
fær fragari atgongd og Vaglið fær víðari og dámligari skap