hósdagur 22. mai 2014síða 18
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 23. mai 2014 · Nr. 58
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
'Regin Winther
Poulsen
Tað eru umleið 2 ár liðin síð
ani undirritaði snikkaði eitt
uppskot saman, sam an við
fleiri øðrum ungum tjóð
veldisfólki. Uppskotið snúði
seg um, at Tjóðveldisflokkurin
skuldi taka greiða støðu til
spurningin um at javnseta
samkynd í hjúnarbandslógini.
Kjakið gekk harðliga fyri seg,
men hóast tað, var nærum
einmælt samtykt at knýta
uppskotið í arbeiðið at gera
stevnumið. Nú tvey ár seinni,
eru stevnumiðini gjørd, og
hetta uppskotið er knýtt í,
soleiðis at flokkurin nú, eisini
við stórum meiriluta, hevur
samtykt at Tjóðveldið sum
flokkur gongur inn fyri at
samkynd eisini skulu kunna
giftast borgarliga í Føroyum. Í
sama viðfangi er fyrst skrivað,
at flokkurin undirstrikar rætt
in hjá samkomum og kirkjum,
sjálvi at taka støðu til málið.
At enda er orðað, at tað hóast
hetta er blivið floksmál, so
stendur enn tingfólki frítt
at atkvøða eftir egnari sann
føring. Tí hóast 26 vóru fyri
uppskotinum og einans 7
ímóti, so ynskir flokkurin
sjálvsagt eisini at fevna um
minnilutan.
Tað var av praktiskum
grundum ógjørligt hjá mær at
vera á flokstingið hesuferð. Eg
eri staddur hinumegin heimin,
men tað var tó við stórum
spenningi, at eg tendraði teld
una dagin eftir, at síggja hvat
spurdist burturúr tí stóra
stevnumiðararbeiðinum, sum
ein ørgrynna av fólki hava
verið aktiv í. Úrslitið kann
ikki sigast at vera annað enn
frálíkt, og staðfestir tað enn
einaferð, at flokkurin hevur
greiðar ætlanir á øllum økj
um. Ætlanir sum sjálvandi eru
rótfestar í, at stovna Føroyar
sum sjálvstøðuga tjóð. Tað varð
eisini, sum áðurnevnt, staðfest,
at flokkurin sum fyrsti flokkur
í Føroyum tekur greiða støðu
til spurningin um at javnseta
samkynd í hjúnabandslógini.
Men hvat tá? Onki stórvegis
rok spurdist burturúr hesum
í føroysku fjølmiðlinum ta
fyrstu tíðina, og ein helt næst
an, at nú vóru vit komin so
langt, at hetta ikki var tað
stóra stríðið longur, sum ein
helt… Men gakk!
Tað var bara ein spurningur
um tíð, áðrenn onkur skuldi
sleppa bumbuni. Hesuferð var
tað ikki eingongd mótstøðu
fólkini, sum geylaðu, men tveir
kendir tjóðveldismenn. Tann
eini vildi vera við, at flokkurin
hevði gjørt seg inn á trúar
frælsið hjá honum, og hin helt,
at Tjóðveldi einans snúði seg
um hetta málið eftir hondini.
(!!!) Enntá var sagt, at hvørki
vinnulívsfólk ella trúgvandi
kundu velja Tjóðveldi longur,
tí at flokkurin hevði samtykt,
at eisini samkynd skulu kunna
fara oman til borgarstjóran at
biða um pappír uppá hvønn
annan. Tann stuttliga and
søgnin í øllum hesum er, at
ímeðan onnur tjóðveldisfólk
vóru farin heim eftir eitt óivað
bæði gevandi og strævið floks
ting við tonkunum um allar
ætlanirnar,
sum
flokkurin
hevði lagt, fyri næstu 10 árini,
so blástu teir, sum framm
anundan hildu at málið var
ov uppblást, málið enn meiri
upp, soleiðis at bumban brast!
Hvørjum arbeiða hesir fyri?
Hvørjum tænir tað, at skjóta
flokkin niður í sjónvarpinum?
Sjálvsagt hava hesir sum øll
onnur eisini talufrælsi, ein
kundi bara ynskt, at teir brúktu
tað á røttum stað! Eg skal
sjálvandi ikki gera vart við, at
hesir báðir, eins og eg sjálvur,
ikki vóru á flokstingið heldur,
og at skotið, kanska serliga tí,
sat beint í rygginum!
Uppskotið er skriva eftir
sjálvari stevnuni:
Tjóðveldi er snikkað so
leiðis saman, at tað fyrst og
fremst verður arbeitt eftir
tveimum leistum sum flokkur.
Grundarlagið undir flokkinum
er sjálv stevna floksins, ið var
skrivað fyri meiri enn hálvari
øld síðani. Stevnan er sjálv
idelogi'in handan flokkin, eins
og aðrir flokkar eru stovnaðir
á vinstravend ella høgravend
manifestir, so er Tjóðveldis
flokkurin stovnaður á hesar
tankar, sum stovnarar floksins
festu á blað.
Hin leisturin, ið arbeitt
verður eftir, eru "stevnu
miðini." Stevnumiðini verða
endurnýggjað tíggjunda hvørt
ár, og eru tey við støði í stevn
uni, tey praktisku málini, sum
flokkurin arbeiðir eftir innan
styttri áramál.
Tá ið uppskotið um at
flokkurin skuldi taka greiða
støðu til hjúnabandslógina
var snikkað, var tað við serliga
tveimum greinum í stevnuni í
baktonkunum. Grein 1, sum
staðfestir at "… Føroyingar allir
eiga somu samfelagsrættindi
og hava somu samfelags
skyldir.", og grein 9, ið staðfestir
at "Tað verður at fara undir
dyggiligt endurreisingarstarv
og uppbyggingarstarv á øllum
økjum samfelagsins, so at
fólkið alt, sum her veksur upp,
fær líkindi at liva við sømd í
føðilandi sínum."
Tað er júst hetta, sum málið
snýr seg um. At allir føroyingar
skulu ikki bara hava somu
samfelagsskyldir, men eisini
sama rætt at liva við sømd í
føðilandi sínum. Málið snýr
seg um, at eins og øll onnur,
skulu samkynd kunna liva í
Føroyum, ikki sum øll hini vilja
hava tey at liva, men soleiðis
sum tey ynskja at liva.
Hvat hevur hetta við
trúarfrælsi at gera?
Tað fyrsta skotið kom úr
lesarabrævi frá Jógvani í
Skorini. "Nú eru tjóðveldis
dyrnar vorðnar alt ov smalar,
trúarFRÆLSIÐ er tikið úr
flokkinum, øll skulu vera
samd, eisini tá talan er um
etisk, átrúnaðarlig mál.!
"Frælsi hjá mær er so fevn
andi, at tað steðgar tá eg geri
meg inn á títt frælsi." Hetta
má vera mest brúkta lýsingin
av hugtakinum frælsi, og eigur
hendan lýsingin at gera seg
galdandi í øllum lógarsmíði
sum heild. Men hvussu ger
ein samkyndur seg inn á
trúarfrælsi hjá Jógvani við at
gifta seg borgarliga? Hvussu
ger Tjóðveldi seg inn á trúar
frælsi hjá Jógvani, við at stað
festa ein borgarligan rætt í
stevnumiðunum?
Hvussu
kann tað sigast, at Tjóðveldi er
vorðið órúmligt, við at í fyrstu
atløgu staðfesta, at øll skulu
hava somu rættindi, og í aðru
atløgu staðfesta, at tí at ein
lítil minniluti av flokkinum
sær hetta sum ein átrúnar
ligan spurning, so kunnu tey
atkvøða eftir egnari sann
føring? Tað er júst tekin um
ein rúmligan flokk, tá ið man
hevur eina minnilutaverju í
stevnumiðinum, sum verjur
allar bólkar í sambandi við
hetta viðkvæma málið.
Men var tað nú
so illa meint?
Ein annar vinkul, sum til ber
at hyggja eftir málinum uppá,
er tann, at teir báðir eystur
oyingarnir eru farnir undir
sítt valstríð. Alt gott um tað,
tí týdningarmikið er at byrja
tíðliga, men ein freistast til
at halda, at hin fyrri leitaði
eftir einum máta at markera
seg uppá, og soleiðis hevði
hin næsti ikki ráð at lata
vera við at siga okkurt. Men
óivað vita teir, at hetta tænti
á ongan hátt flokkinum! Teir
kunnu ugga seg við, at allur
kritikkur er sunnur, og at teir
hava sítt talufrælsi, men tá tað
kemur til stykkis, so er tann
nattúrliga niðurstøðan tann,
at um teir høvdu brúkt sína
tíð og orku til at vísa á alt tað
megnar arbeiði, sum er gjørt
í samband við stevnumiðini
innan eitt nú vinnuøkið, innan
samhaldsfesti og høvuðsenda
málinum - at stovna føroysku
tjóðina sum sjálvstøðugan stat
- so høvdu teir vunnið meira.
Sjálvsagt er at fegnast um,
at føroya rúmligasti flokkur,
eisini rúmar minnilutum. Tað
er at fegnast um, at flokk
urin hevur sett hendan nógv
umstrídda setning í stevnu
miðini, og tað er at fegnast um,
at flokkurin útfrá fólkaræðis
ligum spælireglum hevur sett
eina minnilutaverju í stevnu
miðini, sum staðfestir, at eisini
tey fáu, ið vóru ímóti uppskot
inum eru ynskt í flokkinum.
Men tað er ikki nóg gott,
at floksins umboðsmenn í tí
almenna rúminum, skjóta við
fullkomiliga ógrundaðum pá
standum, uttan at tað sum so
verður grundgivið fyri sjónar
miðunum. Tað er ikki nóg gott,
at eisini tey, ið umboða flokkin
seta spjaldur á flokkin, um at
flokkurin skal hava útihýst
nøkrum. Hesi spjaldur eru
ósannindi, og ikki minni eru
tey ring at sleppa av við. At
slíkar niðurbrótandi útsagnir
tæna ongum.
Við nøgdari tjóðveldiskvøðu
kjak
Hatta tænti ongum!