Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-22, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. mai 2014síða 30

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 58 · 23. mai 2014 2 VIKUSKIFTI Regatta Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Kapprógving, countrykonsert, fótbóltur á stórskíggja og dansur alla náttina. Tað er nakað av tí, sum Norðhavns Regatta hevur at bjóða um vikuskiftið. Tiltakið er føroyskt, verður hildið í Danmark og savnar nógv fólk – ikki minst føroyingar – til langan dag við hugna og upplivingum. Fólkatingsmaðurin – og fyrrverandi løgmaður – Edmund Joensen setur dagin klokkan 14.00, og síðani verður farið at rógva kapp. Eisini verður tónleikur at hoyra, og klokkan 16.30 hava Hallur Joensen, Kristina Bærendsen og Eyðun Johannesen countrykonsert. Tíðliga á kvøldinum verður felags­ sangur, har fólk eisini kunnu keypa sær suppu og annað gott. Long nátt Klokkan 21.00 hevur Caress rockkonsert, og nakað eftir tað ber eisini til at fylgja finaluni í Champions League fót­bólts­ kappingini á stórskíggja. Stóri euro­ peiski dysturin skal gera av, um Real Madrid ella Atletico Madrid skal verða europeiskur meistari í ár. Frá klokkan 23.00 og til tann ljósa morgun verður dansur við Hallur Joensen trio. Fyrireikararnir siga, at øll tiltøkini eru ókeypis, og tað ber eisini til at fáa flutn­ing millum tokstøðina í Norð­ havn­ini og stevnuøkið. Gev miðlunum betri sømdir – nú! Redaktørur: Eyðun Klakstein Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo Sniðgevi/umbróting: Pætur Eyðunsson Jensen, Sosialurin Forsíðumynd: Anitha K. Mortensen / Mynd: Álvur Haraldsen klumman Leygardagin verður stórur dagur í Norðhavnini í Keypmannahavn, har føroyingar hava regatta Hatta er ein stormur í einum glasi av vatni. Soleiðis verður onkuntíð sagt, tá ið nógv rok er um lítið og einki. Eg havi hug at halda, at stríðið, sum seinastu tíðina hevur verið millum Kringvarpið og Miðlahúsið, hevur verið ein slíkur stormur. Í grundini er tað harmligt og næstan syrgi­ligt at síggja tvey miðlahús stríðast soleiðis. Sjálvandi skal kapping – og eisini onkuntíð hørð kapping – verða millum teir livandi miðlarnar, men heldur enn at trýsta hvønn annan niður, áttu miðlarnir í Føroyum heldur staðið saman og samvirka ímóti veru­ liga fíggindanum – politisku skipanini, sum situr á hondunum. Tá ið eg byrjaði á journalistaskúlanum í Svøríki 1993, var eitt av teimum fyrstu hug­ tøkunum, eg kom í samband við, »presstød« – tað er almennur miðlastuðul, sum millum annað hjá bløðunum. Demokratiska stýris­ skipanin er bygd á nakrar hornasteinar, og ein livandi og góður miðlaheimur er ein av teimum. Tá ið eg kom til Føroyar at arbeiða 2006, var eg sera kløkk at hoyra, at í Føroyum verður ongin slíkur stuðul givin, hóast bløðini longu tá bardust fyri sínum lívi. Í øllum Norðanlondum verður stuðul givin og eisini í stórum parti av Evropa. Nógv bløð eru farin í grøvina longu, og nógvar góðar søgur við teimum. At Sosialurin hevur yvirlivað øll hesi ár, er ikki bara tí, at blaðið er gott og hevur dugna­ligi og røsk starvsfólk, men eisini tí at leiðslan hevur dugað við pengum. Og tað eru stór krøv til leiðslurnar á privatu miðlunum í Føroyum, tí tað skulu stór fíggjarlig kynstur til at fáa virksemið at bera seg. Eg dugi ikki at síggja tað á annan hátt, enn at politikararnir lata eyguni aftur fyri trupulleikanum. Sjálvandi skuldu teir fríu miðlar­nir havt alla lýsingakøkuna og public- service stovnurin fingið ta peninganøgd, sum krevst fyri at gera góðan journalistik og góðar sendingar. Tað er fyrsta stigið. Tað næsta er at gera miðlaheimin meiri livandi – at varð­veita bløðini og kanska enntá fáa nýggj bløð – við at geva stuðul. Á Álandi búgva 28.000 fólk, og har hava tey tvey góð bløð - átti tað ikki verið gjørligt í Føroyum við 20.000 fólkum fleiri? Tað er ikki skilagott, at føroyskir miðlar og miðlahús bresta saman. Veitrið heldur við hvíta flagginum og mótmælið harðliga tí órættvísi, sum føroyskir miðlar eru fyri frá almennu myndugleikunum. So segði hann... Føroysk regatta í danskari Norðhavn – Tú ert prestur 24 tímar um sam­døgrið 365 dagar um árið. Tað er eitt arbeiði og ein lívsstílur, so tað verður nakað annað at skula arbeiða fimm dagar um vikuna og duga at siga, at nú arbeiði eg, og nú havi eg frí Jákup Reinert Hansen, prestur í 31 ár, sum nú skal verða lektari á Setrinum Inna Törnroos Hallur Joensen fer at hava konsert og spæla til dans á Norðhavns Regatta – Kristina Bærendsen og Eyðun Johannesen spæla saman við honum