Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-26, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. mai 2014síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Mánadagur 26. mai 2014 · Nr. 59 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tíðindaleiðari Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Høgni hoydal Kjak síða 21 Silda­ vals­ur­ úr ES og Danmark Barbara á tjaldrafløtti kjak síða 27 Heilsu­ deplar á veg Fyrrverandi foramður Fólkafloksins rør í tíðargrein her í blaðnum um vik­u­skiftið undir, at tað besta fyri Før­oyar var, at skipað varð ein full­ veld­is­sam­gonga mill­um Fólka­flokk­ in, Tjóðveldi og Fram­sókn. Tað vóru tær báðar velj­ar­a­kann­ ing­arnar í seinastuni, sum báð­ar góvu samgonguni ein framm­aná, sum góvu fyrrverandi fólka­floks­ for­mann­inum íblástur. Hann vísti á, hvussu ivasamar veljarakanningar van­liga eru, og at tað í besta lagi vóru gitingar. At gera veljarakanningar er ein vísindi, sum vit øll ikki nýtast at vera samd um. Men øllum er greitt, at ein veljarakanning ikki er eitt valúrslit. Ein veljarakanning er ein støðumynd, sum í besta lagi vísir ein tendens. Og tað er út frá hesum, slíkar kanningar skulu lesast. Tað vita tey, ið fáast við slíkt, eisini politikarar. Tí eru teir altíð fúsir at fegnast, tá tað gongur væl – eins fúsir og teir eru við undanførslum, tá tað gongur minni væl. Men burtursæð frá statistisku hug­leiðingunum hjá fyrrverandi fólka­floks­for­mann­inum, so segði hann seg eisini vera grundleggjandi ó­samdan við Fólkaflokkinum á tveim­um økjum. Jógvan Sundstein held­ur tað vera skeivt – ja beinleiðis eitt mistak, at Fólka­flokkurin hækk­ aði blokk­stuð­ul­in frá Danmark. Hann heldur, at hetta hevur skeivt signalvirði, og at tað er skað­ i­ligt ­fyri samfelagsbúskapin. Eisini heldur hann tað vera eina skeiva avgerð hjá Fólkaflokkinum at avtaka Landsbankan – ein stovn, sum virkaði væl og sum kundi fing­ ið enn størri týdning. Lesa vit boðskapin rætt, so ynsk­ ir Sundstein sær ann­an sam­starvs­ flokk, enn Sambandsflokkin. Hann mæl­ir tí til, at fullveldissamgonga verð­ur skipað. Tað er eitt áhugavert signal. Um gróðrarbotnur er fyri tí, er ikki gott at vita, tí hvørki Tjóðveldi ella Fólkaflokkurin siga nakað sum helst um slítk samstarv. Tjóðveldi tyk­ist grndleggjandi ósamt við Fólka­flokkin, so út frá tí skuldu vit hildið, at eitt slíkt samstarv er útilokað. At Javnaðarflokkurin avskrivar samstarv við Fólkaflokkin merkir, at flokkurin annaðhvørt fríggjar til Tjóðveldi ella Sambandsflokkin. Men so leingi framtíðar samstarv skal grundast á, hvønn tú ikki skalt samstarva við, so verður trupult hjá veljaranum at fáa greiðu á, hvønn politikk hann velur við at velja ávísan flokk. Tað er torskilt, torgreitt og tor­ ført – fyri ikki at siga ógjørligt at finna út av... Reytt kabinett ella fullveldi Sjálvt um Kringvarp Føroya er ein public service stovnur, sum verður fíggjaður við kring­varps­gjaldi, so hava fíggj­arlig áhugamál uttan fyri hend­an almenna stovnin stóra ávikan á, hvat verður sent í Kring­varp­inum. Leygarmorgunin boð­aði út­varp­ið í tíð­ind­u­num frá, at finalan um løg­mans­steyp­ið ikki verð­ur send í sjón­varp­ i­num, tí Fótbótlssamband Før­oya ikki vil gjalda Kring­ varp­i­num pengar fyri at senda dystin. – Her var sjón fyri søgn, at tú kanst keypa tær innihald í Kringvarpi Føroya. – Og vilt tú ikki rinda, so noktar kringvarpsstjórin at senda. Hetta er aðru ferð í eina viku, at Kringvarpið viðger spurn­ing­in um, hvussu peng­ ar hjá øðrum hava á­virk­an á tíðindaflutning. Men tað løgna við fólkunum í Kring­ varp­i­num er, at tey ikki seta tann heilt nátúrliga spurn­ i­ng­in: Hví skulu pengar hjá øðr­um hava ávirkan á, hvat verð­ur sent í Kringvaprinum, sum frammanundan er skatta­fíggjað? Kringvarpið gjørdi nógv burturúr eini avtalu millum At­lantsflog og Miðlahúsið, sum tey á einhvønn ó­regl­u­ lig­an hátt høvdu tiltuskað sær. Hóast tey fingu hjálp úr Miðlahúsinum at skilja innihaldið, so vildu tey ikki skilja tað og funnu bara upp á sín egna sannleika. Eitt av genialu hug­skot­ u­num hjá teimum var at spyrja ein dansk­an pro­fess­ ara um, hvat hend­ir, um pen­ ing­alig á­hug­a­mál hjá øðr­ um fáa á­virk­an á fjøl­miðl­ar – men altso bara fjølmiðlar hjá Miðl­a­hús­inum­. Av onkrari orsøk hildu tey tað ikki vera áhugavert at spyrja professaran, hvat hann heldur um skil­ið við Kring­varp­i­num – ein­um al­menn­um pub­lic serv­ice stovni sum legg­ur send­i­ skránna tilrættis eftir, hvør vil be­tala fyri innihaldið í al­ menna kringvarpinum. Vit í Miðlahúsinum hava so mang­an gjørt vart við, hvussu ófatiliga ó­rætt­víst og skað­i­ligt tað er, at Menta­mál­ a­ráð­ið let­ur al­menna Kring­ varp­ið kapp­ast við priv­atu miðl­ar­nar um lýs­ingar og sponsoreringar, sam­stund­ is sum vit øll við lóg eru tvungin at gjalda kring­varps­ gjald. Men tað er sum at tosa fyri deyvum oyrum. Vit kunnu bara staðfesta, at menta­mál­aráðharrin ikki hev­ur hug, hegni ella evni at loysa málið. Aðrastaðini gjalda pub­ lic service støðir fót­bólt­i­ num pengar fyri at sleppa at senda. Aðrastaðni stuðl­ar tað almenna fríu fjøl­miðl­u­ num fíggjarliga. Í Før­oy­um er alt øvugt – og so­leiðis eru politikararnir og Kring­ varpið størsta hóttanin í­móti privatu fríu pressuni í Før­oy­ um. Vilja ikki gjalda Kvf pengar fyri at senda fóbólt Serbar í Føroyum, sum hava tikið stig til at hjálpa sínum landsmonnum í Serbia eftir álv­arsomu vatn­flóðina, sum hevur gjørt fleiri enn 20.000 fólk heim­leys, hava nú tikið stig til at savna pengar umvegis sms­tæn­ ast­urnar hjá Føroya Tele og Vodafone. – Pengarnir sum koma inn fara óskerdir bein­leiðis til hjálpararbeiði und­ir serbisku stjórnini sig­ur Andrija Ilic, serbi í Før­oy­ um, sum er ein av stig­tak­ ar­unum. Tey, ið soleiðis vilja hjálpa, skulu senda ein sms til tele­fon­numm­arið »1910« og skriva Nógv fólk eru kom­in illa fyri í Serbia, tí tey hava mist hús og heim og allar ognarlutir. – Tað er tí, at vit, nakrir serbar í Føroyum, eru farin undir at savna saman til hjálpa landsmonnum okk­ ara í Serbia, sigur Andrija Ilic. Ein bingja við neyðhjálp, so sum klæðum og øðrum, verð­ur sent til Serbia í vikuni. Serbarnir í Føroyum fegn­ast eisini um stóru gáv­ una frá landsstýrinum upp á 250.000 krónur. Fyri at hjálpa við at gjalda 50 krónur skalt tú sms'a til 1910 og skriva serbia Savna pengar til offrini í Serbia Sundstein vil heldur hava fullveldissamgongu