Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-27, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. mai 2014síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 28. mai 2014 · Nr. 60 mikudagsblaðið Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tíðindaleiðari Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov – Eg nokti at trúgva hasum, sum løg­mað­ur sigur! Tað er stutti boðskapurin frá Eiv­ini Jac­ob­sen, løgtingsmanni, sum nú vil hava eitt ordiligt svar frá sterka mann­inum í landsstýrinum, Jørg­eni Niclasen. Tað var tann 10. september, at løg­maður svaraði einum fyri­spurn­ ingi frá Poul Michelsen, har Før­oya Løg­maður – við øllum sínum løg­ frøð­i­liga em­bætisverki í rygginum – svar­aði, at gjaldið fyri at koyra í­gjøgn­um tunnilin heldur fram, til út­veg­an­ar­kostn­að­urin er goldin aft­ur. Bæði tann parturin, sum er fíggj­að­ur við eginpeningi og tann part­urin, sum er fíggjaður við láni. Sostætt hevur Eivin Jacobsen fing­ið svar frá sínum egna formanni upp á spurningin. Men svarið sampakkar ikki við tað, sum fólk í Vágum halda og sum aðr­ir løgfrøðingar hava sagt. Jørgen Nicl­a­sen sigur, at hann held­ur ikki er samdur og vísir til pol­i­tiska lyftið, sum varð givið. Sjálvandi kunnu fólk verða ó­ samd um eitt slíkt lyfti. Men hetta mál­ið er bara enn eitt dømi um ó­ greitt lógarsmíð, har lógin ikki er smíð­að eftir tí, sum fólk halda seg hava sam­tykt. Men løgmaður hevur talað, og løg­mað­ur hevur greitt útlagt lóg­ ar­tekst­in. Lóg er lóg, og løgmaður er hægsti maður í landsstýrinum. Tí áttu vit at hildið, at tað sum løg­ mað­u­r sigur er tað, sum er og verð­ ur gald­andi. Men hansara egnu royna nú kort­ini at spyrja sterka mannin í lands­stýrinum, um hann útleggur tekst­in øðrvísi enn løgmaður. Tíðin nærkast til lánsgjøldini eru nið­ur­goldin – og tíðin nærkast eis­ini til løgtingsval verður – í sein­ asta lagi hósdagin 29. oktober kom­ andi ár. Kenna vit Jørgen Niclasen rætt, so kem­u­r hann til aðra niðurstøðu, enn at vága­fólk og onnur skulu gjalda niður alla íløguna hjá land­ i­num í Vágatunnilin. Eivin Jacobsen sigur, at tað er at gera mismun á fólki, tí fólk aðra­ staðni gjalda ikki slíkar íløgur aftur. Jørg­en Niclasen segði við Rás2 í gjár, at vit eiga at finna ein annan máta at gjalda fyri undirstøðukervið, sum er rættvísari. Tí er hugsandi, at Jørgen Nicl­a­ sen fer í tingi við eini lógarbroyting, sum ger, at gjaldið fyri at koyra gjøgn­um tunlarnar verður strikað, tá láns­gjøld­ini fyri Vágatunnlin og Norð­oy­a­tunn­ilin eru afturgoldin. Megnar Jørgen Niclasen at fáa greiðu á hesum fyri løg­tings­valið, so fær hann ein fjøður í hatt­in – hvør vil atkvøða ímóti einum uppskotið um eitt meira samhaldsfast samferðslugjald? Gjaldið verður helst tikið av fyri næsta løgtingsval Tað verður kvívíksprestur, The­odor Olsen, sum skal halda ólav­søku­præd­ikuna í ár. Tann, sum skal halda præd­ikuna á ólavsøku, er tann elsti av teimum ungu prest­u­num, ið ikki áð­ur hevur prædikað á ólav­søku. Ikki færri enn sjey ungir prest­ar eru á listanum, men elst­ur av teimum, hvat starvs­ aldri viðvíkur, er Kví­víks­ prest­ur. Ólavsøkan er okkara tjóð­arhátíð og har er skrúðgongan ein tal­andi siðvenja, skrivar fólka­kirkj­an á síni heimasíðu. – Tað politiska og tað kirkju­liga hava tað til felags, at vit byggja land, menna land­ið og skapa virðir og inni­ hald í lívi fólksins. – Talan er um tilvitað sam­ starv, har bæði tað pol­it­iska og kirkjuliga vara av hvør síni uppgávu og virða rætt­in hvør hjá øðrum á givn­um málsøki. Føroya Løgting stjórnar sam­felagnum og leggur við lóg­gávu lunnar undir virki kirkj­unn­ar í lóg og regl­u­ gerð, meðan prest­ar­nir og leikfólkið taka sær av innaru virðum kirkj­unn­ar, t.e. boðan av gleð­i­boð­skap­i­num, sálarrøkt og kristnum menta­ nar virðum. – Ólavsøkudag hugsar Fólk­a­kirkjan breitt og er rúms­átt. Tann samlaða kristna fjøldin eins og alt fólkið í Føroyum. Guds­tæn­ ast­an er almenn og ber brá av, at kirkjan ikki ein­ans hýs­ ir samsintum, men fólk­i­num øllum, sigur Fólka­kirkj­an. Theodor Olsen prædikar á ólavsøku Vest­ man­na eig­ ur inn­flutn­ ingsloyvi tíðindi á síðu 12 Nógv tiltøk á Norð­oy­a­ stevnu síðu 13-28 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Í mars mánað fer víðagitni hav­rógvarin, Livar Nysted úr Hvannasundi, aftur at seta seg við árarnar. Og hesa ferð er end­a­málið heilt greitt og tað er, at taka eitt nýtt heimsmet. Livar Nysted hevur róð fleiri ferðir um hav og hevur sett fleiri heimsmet. Men hann er ikki mettur av rógving og nú kendi skip­ arin og havrógvarin, Leven Brown hevur sent boð eftir Liv­ari, fer hann at taka av. Leven Brown hevur havt metið at rógva um Suð­ur­at­l­ ants­hav, av Kanarisku oyggj­ um til Barbados. Tað var í 2008, hann tók metið, fransmenn høvdu sett í 1992. – Í 2011 varð hetta metið tik­ið, tá ið ein bátsmanning brúkti 32 dagar um ferðuna. Men Leven Brown setti sær skjótt fyri at taka metið aft­ ur, sigur Livar Nysted. Ein roynd varð gjørd í fjør, tá var Livar Nysted eisini ein av manningini, men tað miseydnaðist, tí teir brúktu 35 dagar um ferðina. Næsta ár er so ætlanin at gera eina roynd afturat og fyri at røkka málinum, hevur Leven Brown útvalt sær eina manning av sjey rógvarum afturat sær. Og ein av teimum, hann hevur sent boð eftir, er tiltikni havrógvarin úr Hvannasundi. – Tað er ein æra at vera mett­ur at vera nóg drúgvur rógv­ari til at sleppa á eitt slíkt úrvalslið, sigur Livar Ny­sted. Metið at rógva hendan tein­in á 5.000 kilometrar, eru 32 sam­døg­ur. – Hetta er metið, Vit skulu taka. Tað verður hart og tað skal gangast okkum væl. Men tað letur seg avgjørt gera, sigur Livar Nysted. Hetta verður sostatt aðru ferð, Livar Nysted rør hendan tein­in og báturin, teir skulu rógva við næsta ár, er hin sami, teir róðu við seinast. Tað heldur Livar Nysted er ein fyrimunir, tí nú kenna teir bátin og kunnu bøta um teir veikleikar, hann hevði. Eitt nú brotnaði kjalirnir og tað gjørdi bátin ringan at rógva. Somuleiðis fóru róð­ ur­greið­ur­nar, so teir máttu seta mann at stýra og sostatt mistu teir ein rógvara. Nú fer Livar eftir heimsmetinum Jørgen hevur svarið!