týsdagur 27. mai 2014síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 28. mai 2014 · Nr. 60
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
úr rættinum
Áki Bertholdsen
Lívið er oyðilagt, tá ið ein
kemur í ein sovorðna støðu.
Tað vóru seinastu orðini
frá manninum, sum hevur
sitið í rættinum nú í eina
viku, ákærdur fyri morð.
Áðrenn ákærin og verjin
fóru undir at greiða nevn
ingunum frá, hvussu teir
sóu málið, fekk ákærdi høvi
til at koma við eini seinastu
frágreiðing - ikki um sjálvt
brotsverkið, men um meiri
persónlig viðurskifti.
Umframt at hann er eldri,
hava læknar staðfest, at
heilsan er ikki góð, tí hann
er bæði minnisveikur, hevur
høgt blóðtrýst, ringt hjarta,
og nógv kolestorol og æðra
kálking.
Í fjør fekk hann blóð
propp í hjartað og í tí sam
bandi datt hann og breyt
hann mjødnina. So oman á
alt, er hann eisini rættiliga
illa gongdur og brúkar stav.
Hann greiddi frá, at hetta
hálva árið, hann hevur sitið
í varðhaldi, hevur hann
onkuntíð havt pínu fyri
bringuna, men hann helt, at
tað kom eisini av strongd av
at hann var komin soleiðis
fyri.
Men hann hevði ikki sagt
nøkrum frá, at hann hevði
havt fortreð av heilsuni.
Hann
segði,
at
hann
hevði ikki sagt frá, tí lívið
er oyðilagt kortini, tá ið ein
kemur í eina støðu, sum hesa.
- Ein verður mestsum líka
sælur, segði hann.
Áki Bertholdsen
Seks ár í fongsli!
Tað er revsingin, ein 68
ára gamal maður fekk fyri
ógvuliga grovan harðskap,
sum elvdi til, at ein maður
doyði.
Maðurin varð ákærdur
fyri morð eftir eina hending
í Havn tann 20. november í
fjør og hann hevur sitið í
varðhaldi síðani.
Men hann varð fríkendur
fyri morð. Hinvegin varð
hann dømdur fyri sera ál
varsligan
harðskap
við
deyðanum sym fylgju.
Ákærin kravdi mannin
dømdan at sita í fongsli í
seks ár og tað fekk hann
viðhald í frá nevningunum.
Aftan á at hava hugsað
seg um í allan gjár, komu
nevningarnir og løgfrøðiligi
dómarin til ta niðurstøðu í
gjárkvøldið, at ákærdi mað
urin skal sita í fongsli í seks
ár.
Nevningarnir
og
løg
frøðiligu
dómarin
hildu
ikki, at grundarlag var fyri
at gera ein part av dóminum
treytaðan. Og tað merkir, at
hann skal sita allan dómin,
til hann verður royndar
leyslatin, kanska um eini
trý ár.
Í
niðurstøðuni
sigur
Føroya
Rættur,
at
tey
hava lagt dent á, hvussu
álvarsligt brotsverkið er.
Hinvegin hava tey eisini
hugsað um, at maðurin er
eldri, at hann ikki var so væl
fyri sálarliga, og at hann var
undir sálarligum trýsti, tá ið
brotsgerðin var framd.
Verjin hjá manninum
boðaði frá, at tann dømdi
góðtók dómin og sostatt er
hann endaligur, tí ákærin
fer neyvan at skjóta dómin
inn
fyri
Hægsta
Rætt,
eftirsum
hann
fekk
ta
revsing, hann bað um.
Stórur meiriluti
Í einum nevningatingi eru
12 nevningar, sum eru vanlig
fólk og sum skulu døma
málið út frá vanligum viti
og skili.
Tá ið støða skal takast til
um ákærdi er sekur ella ikki,
er tað ein spurningur, nevn
ingarnir taka støðu til einsa
mallir. Tó kann løgfrøðiligi
dómarin seta avgerðina til
viks, er hon heilt burturvið.
Men tað hevði hann onga
orsøk til í hesum føri.
Men tá ið revsingin skal
ásetast, hava nevningarnir
hvør sína atkvøðu, altso 12
tilsamans.
Men so hevur tann løg
frøðiligi dómarin eisini 12
atkvøður.
Sostatt eru 24 atkvøður
tilsamans
og
dómarin
upplysti
í
rættinum
í
gjárkvøldið, at 21 atkvøður
vóru fyri at døma tann
ákærda í seks ára fongsul
og tríggjar atkvøður vóru
fyri at døma hann í fimm
ára fongsul.
Lívið er oyðilagt
Ein verður líkasælur í eini
støðu sum hesari
Skal í fongsul
í seks ár
Hugsað varð um, hvussu álvarlig
brotsgerðin er, men hugsað varð
eisini um, at gamal og illa fyri
Meira á síðu 6
Ákærin vildi hava, at
maðurin varð dømdur
at sita í fongsli í
seks ár, og tað fekk
hann viðhald í