týsdagur 27. mai 2014síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mikudagur 28. mai 2014 · Nr. 60
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Fiskimálaráðið
Umsitingarøkið hjá Fiskimálaráðnum er bjarging, brunaumsjón, búnaðarmál, fiskirannsóknir og -gransking, fiskiveiðieftirlit,
fiskivinnumál, hvalamál, inntøkutrygd fiskimanna, tilbúgving og trygd, umframt byggimál, lendisskipan, matrikulering og
sundurbýti, tinglýsing, fólkayvirlit, náttúrumál, skógarmál, navnamál, umhvørvismál og veðurlagsmál.
Ert tú løgfrøðingur, og hevur tú hug at arbeiða við
lógarsmíði, ráðgeving og málsviðgerð í landsins fyrisiting,
so er hetta starvið í Fiskimálaráðnum kanska nakað fyri
teg. Tú byrjar í starvinum 15. august 2014 ella eftir nærri
avtalu.
Um okkum
Fiskimálaráðið er fyrisiting hjá landsstýrismanninum í
fiskivinnumálum, og er skipað í fýra deildir:
• løgdeild
• fiskivinnustova
• stjórnarskrivstova
• fíggjar- og starvsfólkadeild.
Ráðsuppgávurnar fevna um at ráðgeva landsstýrismanni
og leiðslu, at umboða ráðið í tvørgangandi samstarvi, og
at lýsa og avgreiða mál, ið hoyra stjórnarráðnum til.
Í Fiskimálaráðnum starvast 15 starvsfólk.
Arbeiðsuppgávur
Sum fulltrúi kemur tú at arbeiða sjálvstøðugt.
Høvuðsuppgávurnar verða løgfrøðilig ráðgeving,
lógar- og kunngerðarsmíð, málsviðgerð, gera
hoyringssvar, umframt at umboða stjórnarráðið í
arbeiðsbólkum og samstarvsfora heima sum uttanlands.
Arbeiðsøkið fevnir serliga um byggi-, lendis- og
býarskipanarøkið, umframt náttúru-, umhvørvis- og
tilbúgvingarmál.
Um teg
• Tú skalt hava løgfrøðiligt embætisprógv, cand. jur.
• Tær dámar væl at arbeiða sjálvstøðugt, og
uppgávurnar loysir tú við góðum huga og nærlagni.
• Tú ert ágrýtin og tær dámar væl avbjóðingar.
• Tú dugir væl føroyskt í skrift og talu, umframt
danskt og enskt.
• Tær dámar væl at samskifta og samstarva.
Vit bjóða
• Eitt áhugavert, sjálvstøðugt og avbjóðandi starv.
• Góðar møguleikar fyri fakligari menning.
• Løn sambært sáttmálanum hjá Búskapar-
og løgfrøðingafelag Føroya.
Meira at vita
Tú kanst fáa meira at vita um Fiskimálaráðið á
www.fisk.fo Eru spurningar, ert tú vælkomin at
ringja til Anni á Hædd, deildarstjóra, tlf. 55 32 92.
Umsóknir
Umsókn við prógvi og c.v. skal sendast til:
Fiskimálaráðið
Postrúm 347
Yviri við Strond 15
110 Tórshavn
og skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin
tann 9. juni 2014. Møguligt er eisini at senda
umsóknartilfarið elektroniskt til fisk@fisk.fo.
LøGfrøðinGUr TiL fiskimáLAráðið