týsdagur 27. mai 2014síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Mikudagur 28. mai 2014 - Nr. 60
BA ELECTRIC
Samskipari
Søkt verður eftir einum ågrytnum samskipara, kvinnu
ella manni við áhuga fyri teknikki og kunningartøkni.
Starvið
Talan er um eitt fjølbroytt og áhugavert starv. Fremsta uppgávan
verður at samskipa arbeiðið í fyritøkuni. LM Electric hevur stórar
uppgávur og avbjóðingar fyri framman, og tað hevur stóran
týdning, at tú hevur áræði og vilja til at gera mun, til gleði fyri teg
sjálvan, tínar starvsfelagar og fyritøkuna.
Høvudsuppgåvurnar eru:
Samskifti við viðskiftafólk og starvsfólk
Samskipa virksemið, herundir raðfesting av uppgávum og
tilrættarlegging av dagliga virkseminum
Gera tekningar og dokumentatión
Ymiskar rakstrar- og fyrisitingarligar uppgávur
At vegleiða, hjálpa og stuðla elektrikarum og lærlingum
Krøv til starvið
Tú mást hava áhuga fyri økinum, og best heyði verið, um tú hevur
royndir frá líknandi arbeiði.
Tað er ein fyrimunir um tú:
Ert von/vanur at skipa fyri
Ert fyrikomandi og kundavinalig /ur
Hevur royndir frå byggivinnuni og kennir til mannagongdir o.l.
í hesum sambandi
Hevur gott tekniskt innlit og áhuga fyri kunningartøkni
Hevur góð samstarvsevnir og kanst arbeiða sjålvstødugt
Ert arbeiðssom/samur, rekin og hugagóð/ur til hetta arbeiði
Vit kunnu bjóða
Hjá LM Electric eru umleið 35 fólk í starvi, og kemur tú at taka
tær av alskyns uppgåvum. Tú fært gott innlit í nógv viðurskifti, so
sum kundatænastu, fyriskipan og projektstýring. Vit kunnu eisini
bjóða eitt áhugavert arbeiðspláss í menning. Vit hava eitt gott
arbeidsumhvørvi, har tú fært møguleika fyri at seta títt persónliga
merki á arbeiðið.
Meiri fæst at vita
um starvið við at venda sær til
Paula Hofgaard (phQlm.fo) á telefon 35 12 20.
Umsókn
saman við avritum av prévskjølum og upplýsingum um
arbeiðsroyndir, útbúgving v.m. skulu vera Pf. LM Electric, postboks
3100, 110 Tórshavn, í hendi í seinasta lagi 11. juni 2014.
UM LM
Hugskot og viðmerkingar — send sms til 225000 Sosialurin
Hoyvíksvegur 53 - FO-100 Tórshavn
Tórshavn 351220 - ImQIm.fo - www.Im.fo
Elektrikaralærlingar
Sekt verður eftir fleiri lærlingum, at byrja skjótast
gjørligt.
LM Electric er Føroya størsti el-innleggjari. Tú kemur at arbeiða í
eini fyritøku við nógvum ymiskum uppgåvum, og gevur hetta tær
eina fjølbroytta og áhugaverda útbúgving sum elektrikari. Vit hava
umleið 35 fólk í starvi, og uppgávurnar eru bæði mennandi og sera
fjølbroyttar.
Hjá LM Electric er góðska og dygdargott handverk altíð ein
sjålvfylgja. Sum lærlingur lærir tú tydningin av hesum, og tú fært
góðan stuðul frá leiðslu og nógvum royndum starvsfeløgum.
Vit vænta
At tú hevur áhuga fyri økinum og ert hugagóður til hetta arbeiði.
Hevur tú praktiskar royndir frá handaligum arbeiði, so er tað ein
fyrimunur. Annars er ein fyrimunur um tú:
. Ert álítandi og tekur ábyrgd av tínum arbeiði.
: Hevur góð samstarvsevnir.
o Ert arbeiðssamur, rekin og fyrikomandi.
Vit bjóða
Vit kunnu bjóða eitt áhugavert arbeiðspláss í alsamari menning,
og sum saman við undirvísing á Tekniska skúla gevur ein haldgóða
útbúgving. Vit hava eitt gott arbeidsumhvørvi, har tú fært møguleika
fyri at seta títt persónliga merki á arbeiðið.
Meiri fæst at vita
um starvið við at venda sær til Paula Hofgaard (phDIm.fo) á
telefon 35 12 20.
Umsókn
saman við avritum av próvskjólum og upplýsingum um
arbeiðsroyndir, útbúgving v.m. skulu vera Pf. LM Electric, postboks
3100, 110 Tórshavn, í hendi í seinasta lagi 11. juni 2014.
LM Electric er Føroya størsti el-inleggjari, sum við stórum og spennanndi avbjóðingum fyri framman, hevur brúk fyri meiri fólki.
Av stórum verkætlanum kann t.d. nevnast, at vit í løtuni eru við í byggingini av nýggjum skúladepli í Marknagili og nýggja
bygninginum hjá BankNordik á Kommansmýru.
23