týsdagur 27. mai 2014síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Sosialurin
Mikudagur 28. mai 2014 · Nr. 60
Vælkomin á Norðoyastevnu
Tað samfelagið, sum var vertur
fyri fyrstu Norðoyastevnuni, var
eitt heilt onnur verð enn hon,
sum vit liva í nú. Framgongdin
hevur verið sera stór – onkur
vildi næstan sagt, at hon hevur
verið ræðandi – men framvegis
er kjarnin í eini summarstevnu
viðkomandi fyri okkum alheims
gjørdu borgarar í 2014.
Jú, heimurin er blivin nógv
minni. Vit samskifta lætt og
elegant við okkara grannar og
fólk úti í heimi umvegis okkara
snildu tól. Vegurin til prát og kjak
er styttri enn nakrantíð. Og vit
verða endaleyst – og eirindaleyst
– undirhildin av sjónvarpi, teldum
og telefonum døgnið runt, leggja
vit í tað.
Men samstundis uppliva vit
ein ótømandi hug at skipa fyri og
finna saman til tiltøk av øllum
hugsandi slagi. Tiltøkini kring
landið alt gerast fleiri og fleiri, og
fólk taka væl undir við teimum.
Hetta vísur, at vit hava fram
vegis hug at hittast, vera saman
og uppliva nakað uttan hjálp frá
okkara teldum og telefonum.
Ljós og góð tíð
Norðoyastevnan er ársins fyrsta
klassiska stevna, og hon setir
hugliga summarið í gongd.
Hendan tíðin ljós og góð. Vit
hava óteljandi møguleikar at fáa
upplivingar, útisetarnir leita sær
heim í summarfrí, og eisini nógvir
útlendingar koma hendan vegin at
uppliva okkara land. Ein langur og
strævin vetur er lagdur afturum,
og nú er veðrið lýggjari og ljósari.
Norðoyastevnan er ein onnur
stevna nú, enn hon var fyri 78
árum síðani. Stevnan hevur ment
seg og eisini enduruppfunnið
seg sjálva fleiri ferðir. Men nú
sum áður er fólkalív, ítróttur og
mentan í miðdeplinum.
Vit kunnu fara til ítróttarkapp
ingar, har stórur spenningur er,
og har okkara reysti ungdómur
kappast. Vit kunnu uppliva list
og mentan, sum ger okkum ríkari
sum menniskju og fólk. Og vit
kunnu eisini velja at leita okkum
út til óformliga felagsskapin á
gøtunum.
Stevnuhýrurin ger okkum helst
meira fyrikomandi og opin, enn
vit eru í gerandisdegnum, og góð
prát eru at fáa við kenningar og
tey, sum vit ikki hitta daglig.
Tit, sum standa fyri stevnuni
og skapa tey mongu tiltøkini, eiga
stóra tøkk uppiborna fyri hetta.
Klaksvíkar kommuna stuðlar
Norðoyastevnuni av heilum
hjarta, og vit vóna, at tiltøkini fara
at eydnast væl.
Eg ynski øllum gestum hjarta
liga vælkomnum á Norðoyastevnu
og vóni, at vit fáa eina góða stevnu
saman.
Norðoyastevnan varð hildin fyrstu ferð fyri næstan 80
árum síðani, og framvegis er stevnan innbjóðandi og
spennandi, hóast tíðin og samfelagið eru nógv broytt
Stórsligin gudstænasta
Sunnudagin verður stórfingin norðurlendsk guds
tænasta í Christianskirkjuni. Kórsangur við 500
sangarum verður at hoyra, og av hesum kórsangarum
eru eini 300 úr hinum norðurlondunum. Uni Næs,
dómpróstur, prædikar. Gudstænastan verður send í
sjónvarpi í øllum norðurlondum.
Tóra á fólkafundi
Sunnudagin verður fólkafundur í Vágstúni. Skrúðgona
við Klaksvíkar Hornorkestri, býráðs- og bygdaráðslimum
úr Norðoyggjum, skótum og ítróttarfólki fer úr
Klaksvíksgarðinum kl. 14.00. Leiðin gongur heim í
Vágstún, har Tóra við Keldu, nýggj forkvinna í MBF,
flytur fram røðu. Klaksvíkar Hornorkestur og Sjællands
Politiorkestur spæla eftir røðuna.
List í Ósáskúlanum
Norðoya Listafelag hevur listaframsýning í Skúlanum
við Ósánna á norðoyastevnu. Í ár er Amariel Norðoy við
sum gestasýnari. Umframt øll hini verkini ber eisini til
at síggja nýggja prýðismálningin hjá Edwardi Fuglø, The
Seagull Has Landed, á framsýningini. Listaframsýningin
er opin leygardagin og sunnudagin millum kl. 16.00 og
20.00.
Jógvan Skorheim
Borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu