Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-27, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. mai 2014síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Sosialurin Mikudagur 28. mai 2014 · Nr. 60 Norðoyastevna við hópin av tiltøkum Leo Poulsen Fríggjadagin verður Bassaføðingar­ dagur klokkan 17.00 hildin á økinum millum Eik Banka og KÍ-skýlið við Angelu, Hannibald, Sasho og Bassa. Klokkan 18 verður so matargleði í Skálanum, har Gutti Winther, sjón­varpskokkur, stendur fyri mat­ inum. Og klokkan 18 verður eisini Norð­oya­stevnan sett. Tað verður Signhild V. Johannesen, forkvinna í Mentanarnevndini, sum setur stevn­una á pallinum við Tivoliøkið. Hallur Joensen, Kristina Bærentsen og Beddi Hansen spæla á pallinum í sam­bandi við setanina. Klokkan 18 byrjar eisini útitalv­ kapping í Vágstúni, og eisini lata Tivoli og skjótibreyt upp við fot­ bólts­skýlið. Har verða eisini hoppi­ borgir, karusel og spæliland á Tivoli­økinum, eins og trampolin, el-bilar, gyroskop, tallerkakast, tarv­urin, ballónkast, bogaskjóting, hoppi­land og paintball. KFUM & K-skótarnir skipa fyri kondibingo klokkan 19, og tá verður eisini barna- og ungdoms sjónleikur framførdur í Gomlu Brandstøðini. Í 3. deild møtast KÍ og Giza Hoyvík klokkan 19.45 og klokkan 21.00 verður so nógv væntaða kabarettin, Luktur í smakkinum, sýnd fyri fyrstu ferð. Almennur føroyskur dansur verður í Skálanum klokkan 23, har Klaksvíkar Dansifelag skipar fyri. Signar í Homrum spælir í Club 700 á miðnátt. Norðoyastyevnuaftan verður lagt tíðliga fyri við fótbólti klokkan 8.30, og hildið verður fram megin­ partin av degnum. Klokkan 13.00 koma Rynkeby súkklararnir til Klaksvíkar, og teir súkkla runt í býnum, har møgu­leiki verður at heilsa uppá úti á kapp­ róðrarøkinum. Nógv tiltøk Klokkan 14.00 byrjar Trucker festi­ val­urin, og tá byrjar eisini Tivoli og útsølur við fótbóltsskýlið. Sam­ stundis lata hoppiborgir, karussel og spæliland, eins og trampolin, el- bilar, gyroskop, tarvur, tallerkakast, ballónkast, hoppiland, paintball og bogaskjóting upp. Kappróðurin verður sum vant klokkan 15, og klokkan 16 skipa Mc'arar saman við Betesda fyri Trucker og Mc' Gudstænastu í Betesda. Frá klokkan 16.00 til 20.00 verður listaframsýning, ið Norðoya Listafelag skipar fyri í Skúlanum við Ósánna. Í ár er Amariel Norðoy við sum gestasýnari, og eisini verð­ ur nýggi prýðismálningurin hjá Edward Fuglø, The Seagull has Landed, at síggja á framsýningini. Klokkan 17.00 til 22.00 verður eydnuhjól í Húsmøðrafelagnum við Bøgøtu, og tað er bygdarfelagið, Sigursglæman, sum skipar fyri. Klokkan 18.00 verður aftur farið á pall við kabarettini, Luktur i smakk­inum, og klokkan 19 verður Effo fótbóltur, tá KÍ tekur ímóti Víkingi. Tónleikur verður klokkan 20.00 á trucker festivaløkinum við Four-menn, og tá fer eisini Danny Baldursson á pall á Tivoliøkinum. Á miðnátt verður miðnáttar­sam­ koma í Vágstúni, har kyndlagonga kemur, og Tórbjørn Jacobsen flytur fram røðu. Aftan á verður fýrverk og felagssangur við har­ monikutónleiki. Heldur fram Á miðnátt byrjar eisini stórdansur í KÍ-høllini við Halli Joensen og DJ Elis Poulsen, og hálvan tíma seinni spælir Eyðun Nolsøe í Club 700. Klokkan 11 Norðoyastevnudag verður breyðbróting í Betesda, og um sama mundi verður stórfingin Norðurlendsk guðstænasta í Christians­kirkjuni, har Uni Næs, dómpróstur, prædikar. Við kórsangi, har 500 sangarar luttaka, av hesum verða 300 úr hinum norðan­londum. Gudstænastan verð­ur send í sjónvarpi í øllum norðan­londum. Klokkan 14 verður skrúðgonga við Klaksvíkar Hornorkestri, býráðs- og bygdarráðslimum úr Norð­oyggjum, skótum, ítróttafólki fer úr Klaksvíksgarðinum og heim í Vágstún, har Tóra við Keldu, for­ kvinna í MBF, flytur fram røðu. Klaks­víkar Hornorkestur og Sjællands Politiorkestur spæla eftir røðuna. Tivoli letur upp klokkan 14.00 saman við øllum hinum undir­hald­ inum og kabarettin verður aftur klokkan 18.00. Tá verða eisini møtir í Soli Deo Gloria, í Emmaus og í KFUM & K, og klokkan 19 verður sang­løta í Betesda. Lagt verður longu til brots Kristi­ himmal­farardag, tá Bláa Bylgjan hitar upp í Maverick til dystin í 1. deild millum KÍ og Víking Samkomurnar virknar Ein partur av summarstevnunum er trúarlívið, og samkomurnar í Klaksvík eru sera virknar á norðoyastevnu. Tey skipa fyri møtum, útimøtum, ungdómsmøtum og hava opið hús. Burtur úr skránni kundi verið nevnt, at samkoman í Betesda hevur útimøti í Vágstúni leygarkvøldið kl. 21.00, og KFUM & K hevur opið hús frá á midnátt leygarkvøldið og til klokkan fýra sunnumorgunin. Skattaveiða Sunnudagin kl. 17.00 verður skipað fyri skattaveiðu á tivoliøkinum. Hetta er tiltak fyri børn, og fyri tey verður tað ivaleyst serliga stuttlig veiða, tí Stampe og Kaptein Gardar, sum børnini kenna frá filmunum um Trølla Pætur, ganga á odda í skattaveiðini. Hornorkestrið spælir Leygarkvøldið spælir Klaksvíkar Hornorkestur í Vágstúni. Hetta ger orkestrið frá kl. 23.30 og til midnáttarsamkoman byrjar á sama staði. Klaksvíkar Hornorkestur hevur gjøgnum árini havt ein týðandi leiklut á norðoyastevnu, og ein partur av teirra framførslum er tann hugnaligi hálvi tímin, har teir spæla fyri fólki í Vágstúni.