týsdagur 27. mai 2014síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Sosialurin
Mikudagur 28. mai 2014 · Nr. 60
Spennandi fríggjakvøld
á Norðoyastevnu
Leo Poulsen
Tað verður meira hugaligt á Norð
oyastevnu í ár enn undanfarin ár.
Klaksvíkar Dansifelag skipar
fyri einum spennandi kvøldi, sum
byrjar klokkan 18.00.
Tá bjóða vit til ein tríggjar rætt
døgurða, og lagt verður fyri við
saltfiski, fiskaður norðanfjørðs,
og sum hevur ligið í laka í tríggjar
dagar. Hartil verða eisini føroyskar
urtir aftur við, saman við serligum
øli frá Føroya Bjór, sigur Jónleif
Johannesen
frá
Klaksvíkar
Dansifelag.
Sum vælkomst drikk verður
latin ein serlig rabarbusaft, sum
Jóhanna Maria Isaksen av Húsum
hevur blanda.
Og hon fæst sjálvandi bæði sum
alkoholfrí ella eisini við nakað av
alkoholi í, sigur Jónleif Johannesen.
Eisini til høvuðsrættin fæst ein
serlig øl frá Føroya Bjór.
Og so verður farið til dessertina,
sum er ein rabarbugreytur við ser
ligum skúmi av nátaeggum. Eisini
hertil fæst ein serlig øl frá Føroya
Bjór, sigur Jónleif Johannesen.
Tá liðugt er at eta, verður farið
í Badmintonhøllina til Hallar
kabarettina, sum í ár hevur Rudolf
Joensen, Hilmar Jan Hansen og
Jákup Veyhe sum tey heilt stóru
nøvnini.
Tá so Hallarkabarettin er liðug,
verður boðið til almennan føroysk
an dans, har øll eru hjartaliga væl
komin, sigur Jónleif Johannesen.
Tað verður felagssangur til borð
haldið, og tað er Jóanes Johanne
sen, ið spælir undir.
160 fólk tilmeldað
Upprunaliga var ætlanin at borð
reiða fyri 150 gestum, men so fingu
tey eina uppringing úr Havn, har
eini 10 norðurlendingar fegnir
vildu uppliva hetta kvøldið við
forkunnugum mati, so tey endaðu
uppi á 160 folkum tilsamans.
Tað er langt síðani útselt. Vit
hava ikki lýst so nógv við tiltak
inum, men hava havt tað í bløð
unum nakrar ferðir, og tað er tað,
sigur Jónleif Johannesen.
Hann sigur, at tað eru fleiri við
úr bæði Havnini og úr Eysturoy,
men sjálvandi eru teuy flestu úr
Norðoyggjum.
Vit vildu vísa á, at Klaksvíkar
Dansifelag er til, og kanska kunnu
vit vinna í síðsta enda við at onkur,
sum kanska ikki er so vanur at
dansa, kemur við hetta kvøldið,
sigur Jónleif Johannesen.
Hann roknar við, at tað verður
byrja við teimum vanligu kvæð
unum.
Eg hugsi, at tað verður byrjað
við Flóvanum Bænadiktsson og
Orminum Langa, sigur Jónleif
Johannesen.
Føroyski dansurin byrjar klokk
an 23, og hann er almennur.
Tað er ikki neyðugt at verða við
til døgurðan fyri at koma við til
almenna dansin, tí har eru øll væl
komin, sigur Jónleif Johannesen.
Hann sigur, at tey vanliga hava
havt almennan føroyskan dans
leygarkvøld á Norðoyastevnu, men
nú verður tað so fríggjakvøld.
Tað vísti seg, at tað lá fyri hjá
Gutta Winther fríggjakvøldið, og
tí var tað lagt hetta kvøldið, sigur
Jónleif Johannesen.
Klaksvíkar Dansi
felag skipar fyri
einum serligum
degi fríggjakvøldið
á Norðoyastevnu,
har lagt verður fyri
við einum góðum
bita, sum Gutti
Winther stendur fyri
Signhild setir stevnuna
Fríggjakvøldið kl. 18.00 verður norðoyastevnan sett. Tað
verður Signhild V. Johannesen, forkvinna í mentanar
nevnini hjá Klaksvíkar býráði, ið setir stevnina. Hetta
verður gjørt á pallinum við tivoliøkið. Í sambandi við
setanina spæla Hallur Joensen, Kristina Bærendsen og
Beddi Hansen.
Telva uttandura
Í Vágstúni er eitt uttandura talvborð, sum verður brúkt
av og á til telvingin. Tá ið norðoyastevna er, plagar
Klaksvíkar Talvfelag at skipa fyri uttandura talvkapping,
og soleiðis verður aftur í ár. Kappingin verður fríggja
kvøldið k. 18.00.
Tobbi heldur røðu
Eitt av stóru og væl vitjaðu tiltøkunum á norðoyastevnu
er midnáttarsamkoman leygarkvøld. Kyndagonga kemur
í Vágstún nakað fyri midnátt, og síðani heldur Torbjørn
Jacobsen røðu. Tobbi helt eina minniliga røðu á norðoya
stevnu fyri nøkrum árum síðani, og nú er hann biðin
um at koma aftur til Klaksvíkar at siga nøkur orð. Eftir
røðuna verður fýrverk og felagssangur.