týsdagur 27. mai 2014síða 34
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Sosialurin
Mikudagur 28. mai 2014 · Nr. 60
Nógvar góðar kreftir við
Rudolf Joensen og hini í Hallarkabarettini eru spent
upp á, hvussu tað fer at hildnast í ár, men kabarettin
er mannað av nógvum og góðum fólki
Leo Poulsen
Luktur í smakkinum. Soleiðis eitur
kabarettin í Klaksvík í ár.
Í fjør vóru nøvn sum Jacob
Haugaard og Sjúrður Skaale við á
plakatini, men tey eru ikki við í ár.
– Í staðin hava vit nøvn sum
Riu Tórgarð og Jensinu Olsen við,
og tær báðar eru gull verdar, sigur
Rudolf Joensen.
Higartil hava tey vant í Havn,
men frá í dag verður farið í Bad
mintonhøllina at venja.
– Vit eru í ferð við at seta ljós og
ljóð upp, og beint nú eru tað Kim
Hansen og hansara menn, sum
hava ljóðroynd. Tí tá skal vera heilt
gott, mugu vit hava nólsoyingar við,
sigur Rudolf Joensen skemtandi.
Hann sigur annars, at tey koma
rímiliga væl runt um í landinum við
tilfari til kabarettina.
– Jensia og Ria duga avbera væl,
og tær eru eisini dugnaligar við
penninum, so tær hava yrkt fleiri
sangir, og tað er nakað, ið merkir
hesa kabarettina, at tað er meiri
tónleikur enn tað hevur verið áður,
sigur Rudolf Joensen.
Hann sigur, at Hilmar Jan
Hansen er nakað heilt fyri seg.
– Hann verður inspireraður av
so at siga øllum, og tað gongur ikki
long løta, áðrenn hann kemur upp
við onkrum nýggjum, sigur Rudolf
Joensen.
Tað eru nú einir tveir mánaðir
síðani, at fyrstu stavirnir vórðu
festir á blað til kabarettina.
– Men tað eru tvær tær seinastu
vikurnar, at vit veruliga hava vant,
og tað er fyri tað mesta gjørti Havn,
sum tey flestu búgva, sigur Rudolf
Joensen.
Jákup Veyhe rular
Tað er sjálvur Jákup Veyhe, ið
stendur á odda fyri kabarettini.
– Hann er ein inspiratión í sjálv
um sær. Sjúrður Skaale kann ikki
vera við í ár, og tað pínir eitt sindur
hjá honum. Men politikarar taka
sær ting rættiliga nær, sigur Rudolf
Joensen.
Hann sigur, at Jacob Haugaard
helst hevði verið at fingið við aftur
í ár.
– Tað var bara so hissini, at vit
fingu hann við í fjør. Sum eitt
serligt ískoyti. Men hann hevði
heilt vist komið við aftur í ár um so
var, sigur Rudolf Joensen.
Hann sigur, at tað trýtur ikki við
tilfari.
– Vit royna altíð at halda okkum
undir hálvan annan tíma, men vit
hava tilfar til minst fýra tímar,
sigur Rudolf Joensen.
Hann heldur, at kabarettin er
ment nakað frá i fjør.
– Tað verður meira sangur í
kabarettini í ár enn hini árini. Og
tað er serliga Jensina Olsen, sum er
góð at yrkja, sigur Rudolf Joensen.
Tað eru eisini teir báðir, Jákup
Bernhard og Høgni, sum mynda
kabarettina í ár.
– So tú kanst siga, at tað eru
fleiri ungir leikarar við í ár, sigur
Rudolf Joensen.
Fyrsta sýningin verður fríggja
kvøldið klokkan 21.
– So verður spælt aftur leygar
dagin klokkan 18 og klokkan 21 og
so aftur sunnudagin klokkan 18,
sigur Rudolf Joensen.
Møguliga verður enn ein sýning
klokkan 21 sunnukvøldið eisini, og
tað verður sum vant spælt í Bad
mintonhøllini í Klaksvík.
leo@sosialurin.fo