týsdagur 27. mai 2014síða 36
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Sosialurin
Mikudagur 28. mai 2014 · Nr. 60
Ástjørn er hjartasøk hjá Victori
Jóannes Hansen
Tað eru ikki allir klaksvíkingar og
norðoyingar, sum eru í Klaksvík
á norðoyastevnu. Nógvir norðoy
ingar og klaksvíkingar sigla á
heimshøvunum og hava harvið ikki
møguleika at vera heima á hvørjum
ári um hesa tíðina.
Og so eru tað onnur, ið eru
burturi í øðrum ørindum. Millum
hesi eru teir 23, sum í fyrradagin
fóru við Norrønu yvir á Seyðis
fjørðin. Ørindini eru at fara yvir á
leguplássið, sum er við Ástjørn á
norðurlandinum í Íslandi. Legan,
sum fólk í brøðrasamkomuni á Aku
reyri hava havt ábrgdinba av, hevur
verið kend í Føroyum í mong ár.
Jógvan Purkhús, sum er ættaður
úr Klaksvík, fór saman við øðrum
yvir hagar at hjálpa til fyri meiri
enn hálvt hundrað árum síðani.
Hann hevur búð í Íslandi mest sum
eina hálva øld, og hann hevur ofta
hjálpt til við Ástjørn.
Í mong ár var Bogi Pétursson á
Akureyri fyristøðumaður. Nú eru
nøkur ár síðani, at hann doyði, og nú
eru tað Magnus og Árni Hilmarsson
av Akureyri, sum standa fyri. Teir
eru kendir í Føroyum eitt nú
ígjøgnum systrarnar, sum búgva
í Klaksvík – Helga Hilmarsdóttir
Gerðalíð og fleiri aðrar.
Hjartasøk
Tað var í 1977 ella fyri 37 árum síðani,
at Victor Dánjalsson í Klaksvík fyri
fyrstu ferð fór yvir til Ástjarnar at
hjálpa til á barnaleguni. Hann og
Bogi Pétursson gjørdust vinmenn
fyri lívið, og árið eftir – í 1978 –
fór Victor fyri fyrstu ferð yvir at
umvæla og byggja av nýggjum.
Síðani tá hevur hann verið har
yviri mest sum á hvørjum ári og
ofta fleiri ferðir um árið, og ofta
hava fleiri verið saman við honum.
– Hetta er ein hjartasøk, og ar
beiðið hevur havt so nógv annað
við sær. Vit hava funnið nógvar
vinir millum vinsælu íslendingar
nar, og millum okkum, sum ferðast
yvir hagar, er vinalagið og saman
haldið so avbera gott, sigur Victor
Dánjalsson.
Tá ið vit tosaðu við hann fyrra
partin í gjár, vóru hann og hinir
22, sum fóru yvir við Norrønu
hesa ferð, á veg av Seyðisfirði og
til Ástjarnar. Teir koyra við bussi,
sum stovnurin Átjørn eigur. Buss
urin er í Føroyum um vetrarnar, og
so verður hann brúktur í samskift
inum við Ísland og Ástjørn.
– Hesa ferð er málið at bøta um
matarsalin. Vit eru væl mannaðir.
Yngsti maður er niðanfyri 30, og
teir báðir elstu eru farnir væl av
teimum áttati. Teir eru systkina
børnini úr Vági í Klaksvík Eilev
Joensen og John Høj. Vit hava
framúr gott samanhald, og tá ið
evnini til handverk eru góð hjá
teimum, sum eru aftrat mær, so
rokna vit við, at tað fer at koma
eins nógv burturúr, sum tað plagar.
Menninir hava sjálvir amboð við
og okkurt tilfar, men hesa ferð er
tað mesta tilfarið fingið til vega í
Íslandi, sigur Victor Dánjalsson.
Fyri tað mesta eru tað klaks
víkingar, sum manna ferðalagið.
Leirvíkingar, gøtumenn og fugl
firðingar eru eisini við og ein
havnarmaður er eisini hesa ferð í
ferðalagnum. Viðhvørt plaga fleiri
eystan Múlan at vera við.
– Eg havi ongantíð biðið nakran
mann um at koma við. Tað er
hugaligt at vera við til at skipa fyri,
tá ið áhugin fyri at hjálpa til er so
stórur. Alt árið verður fregnast og
spurt, um tað verður nakar túrur
næsta ár. Soleiðis hevur tað eisini
verið í ár, og nú vit fóru avstað,
vóru vit 23, sigur Victor Dánjalsson.
Hann var fyri tveimum vikum
síðani yviri á Ástjørn og fyrireik
aði saman við íslendsku ábyrgdar
monnunum tað, sum ætlanin er at
gera. Tá var Sámal Eyðfinn Poulsen,
sum er serkønur gólváleggjari, sam
an við honum, og Sámal Eyðfinn er
eisini í ferðalagnum, sum nú er við
Ástjørn.
Hesa ferð verður alt arbeiðið
gjørt á Ástjørn. Undanfarnu árini,
eitt nú tá ið teir hava smíðað bú
staðir til leguluttakararnar, hava
teir gjørt ein part av arbeiðnum
í Klaksvík, og so hava teir við
tralilarum ella lastbilum flutt
elementini yvir til Íslands, har tey
síðani eru samansett.
Teir 23 vera við Ástjørn hesa
vikuna og koma heim aftur við
Norrønu hósdagin í næstu viku.
Myndin varð tikin uttanfyri hjá
Gunnleyg og Victor Dánjalsson
fyrrapartin mándagin. Hvørja ferð
byrjar ferðin við, at luttakararnir
savnast heima hjá Gunnleyg og
Victori, har tey fáa ein drekkamunn
og túrurin verður lagdur í Guds
hendur.
joannes@sosialurin.fo
Hetta er ein hjartasøk og fremur so sera gott samanhald millum okkum allar, ið eru
við, sigur Victor Dánjalsson, sum síðani 1977 á mest sum hvørjum ári hevur skipað
fyri bólkaferðum til leguplássið við Ástjørn á norðurlandinum í Íslandi
Nógvur fótbóltur
Ein rúgva av fótbóltsdystum verða spældir á Norðoyastevnu. Longu hósdagin
eru fyrstu dystirnir á skránni. Tá spæla millum annað 1. deildarliðini hjá KÍ
og Víkingi. Fríggjakvøldið er ein dystur, og allan leygardagin og sunnudagin
verður spælt. Stóri stevnudysturin er effodysturin millum KÍ og Víking, ið
verður spældur leygarkvøldið kl. 19.00. Sunnudagin kl. 15.00 spæla kvinnuliðini
hjá KÍ og HB. Eftir tann dystin spæla KÍ og GÍ Legends.
Renna kapp
Børn og vaksin kunnu leygardagin verða við í Føroya Bjór renningini, sum
rennifelagið Treysti skipar fyri. Í ár er teinurin 5 kilometrar, men tey yngru og
smærru renna styttri teinar. Kappingin er býtt upp í nógvar aldursbólkar hjá
bæði vaksnum og børnum. Talan er eisini um fyrstu Grand Prix renningina,
sum felagið fyri frælsan ítróttar skipar fyri á summarstevnum.