týsdagur 27. mai 2014síða 38
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Sosialurin
Mikudagur 28. mai 2014 · Nr. 60
Søguligur kappróður í Klaksvík
Jóannes Hansen
Sum øll árini, síðani tað varð farið
undir FM kapping í kappróðri í tí
líki, sum tað nú verður kappast,
verður fyrsti FM róðurin á norðoya
stevnu í Klaksvík. Skipanin við
stigum hevur verið galdandi síðani
1973. Tað eru annars 40 ár síðani, at
fyrstu føroyameistararnir í kapp
róðri vórðu funnir. Tað var í 1964,
at skipað var fyri fyrstu kappingini
um FM. Frá 1964 og fram til 1972
varð ein sunnudag eftir ólavsøku
kappast um FM heitið.
Kappróðurin á norðoyastevnu
hesa ferð er merkisverdur á tann
hátt, at hetta er fyrsta ferðin, at tað
bara verður kappast á 1000 metra
teininum. Nógvu tey seinastu árini
hevur tað í Klaksvík ikki verið
møguleiki fyri at kappast á 2000
metrum.
Málið undir Kunoyarnesi og inn
á vánna var ongantíð fullar tveir
kilometrar. Tá ið aliringar vórðu
lagdir undir Kunoyarnesi bar ikki
til at rógva har, og síðani hevur
bara verið kappast á 1000 og 1500
metrum.
Í fjør varð skipanin broytt
soleiðis, at tað kring alt landið
bara varð kappast á 1000 og 2000
metrum og ikki á 1500 metrum. Á
norðoyastevnu varð tó kappast
á 1000 og 1500 metrum. Men í ár
verður altso bara kappast á stutta
teininum á norðoyastevnu og í
øllum hinum seks FM kapping
unum.
Tað var á ársaðalfundinum hjá
Róðrarsambandinum fyrr í ár, at
tað varð samtykt, at tað nú bara
skal kappast á stutta teininum.
Høvuðsorsøkin
er,
at
harvið
slepst undan bíðitíðini, tá ið fasti
starturin verður fluttur. Bíðitíðin
hevur mangan verið í tímar, og tað
hevur havt við sær, eru tað tey, ið
halda, at áhugin fyri at rógva og
fyri at fylgja kappróðrinum hevur
verið minkandi.
Fleiri stórir bátar
Seinastu árini hevur tað serliga
verið
í
kappingini
millum
10-mannaførini og 8-mannaførini,
at luttøkan hevur verið lítil og
kappingin harvið einvís og lítið
fjølbroytt.
Soleiðis verður tað ikki í ár, um
luttøkulistin á norðoyastevnu kann
brúkast sum ábending um, hvussu
tað fer at verða.
Fimm
10-mannafør
fara
at
luttaka á norðoyastevnu. Fyrr í ár
hevur ljóðað, at Klaksvíkingur, sum
trý tey seinastu árini hevur vunnið
FM, ikki fór at taka lut í summar.
Klaksvíkingur er á listanum á
norðoyastevnu. Úr Klaksvík frætt
ist, at tað er lítið sannlíkt, at tað
fer at bera til at manna bátin til
allar kappingarnar í summar, og
at tað tískil verður lagt nógv fyri í
strembanini eftir, at tað skal eydn
ast at vinna í heimasjógvi.
At tað ikki ber til at manna
flaggskipið hjá norðoyingum seinni
í summar kemst av, at rógvarar
arbeiða uttanlands og sigla kring
allan knøttin. Á teimum stevn
unum, tá ið Klaksvíkingur ikki
verður við, er ætlanin at manna
6-mannafarið Páll Fanga.
Umframt
Klaksvíking
eru
Eysturoyingur,
Ormurin
Langi,
Havnarbáturin og Drekin Reyði á
listanum hesa ferð.
Stórur áhugi er fyri, hvussu tað
fer at roynast hjá argjamonnum,
sum fyri fyrstu ferð royna seg í
egnum 10-mannafari. Sunnudagin
varð nýggja snekkjan hjá Argja
Róðrarfelag flotað, og tá fekk
báturin navn. Hann eitur Drekin
Reyði.
Í kappingini millum 8-manna
førini hevur tað eisini verið soltið
fleiri av undanfarnu árunum. Hesa
ferð hava fimm 8-mannafør boðað
frá luttøku. Talan er um gamlar
kenningar: Miðvingur, Kvívíkingur,
Gullbrandur,
Argjabáturin
og
Knørrur.
Um luttøkan í barnaróðrinum
kann nýtast sum barometur, so
eigur kappróðurin bjarta framtíð.
Tíggju
dreingjamanningar
og
fjúrtan
gentumanningar
hava
boðað frá luttøku í ársins fyrsta
kappróðri, sum leygardagin verður
á norðoyastevnu í Klaksvík.
Hesa ferð verður bara kappast á 1000
metra teininum í fyrsta FM róðrinum,
sum verður á norðoyastevnu
Súkklarar vísa seg fram
Súkklufólk, ið eru við á føroyska Team Rynkeby liðnum, luttaka á
norðoyastevnu. Leygardagin kl. 13.00 súkkla tey runt í Klaksvík, og møguleiki
verður at heilsa upp á súkklararnar á kappróðrarøkinum. Tað er í summar, at
eitt føroyskt lið fyri fyrstu ferð verður við í súkklingini hjá Team Rynkeby úr
Danmark til Paris. Fleiri kendir føroyingar eru við á liðnum – eitt nú løgmaður
og gekkaverturin Jan Gardar.
Tónleikur í býnum
Á tivoliøkinum verður pallur, har ymiskir tónleikarar fara at hava styttri
framførslur. Tá ið norðoyastevnan verður sett fríggjakvøldið kl. 18.00, framføra
Hallur Joensen, Kristina Bærendsen og Beddi Hansen. Eisini fara tónleikarar
sum Eyðun Nolsøe og Danny Baldursson at syngja á tivoliøkinum.