hósdagur 29. mai 2014síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 30. mai 2014 · Nr. 61
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
bókaútgáva
Rannvá G. Fossaberg
Í næstum kemur ein heldur
slóðbrótandi bók út á føroy
ska bókamarknaðin. Talan
er um bókina ”At liva og at
elska” eftir Unn og Jógvan
Zachariassen, ið er tann
fyrsta av sínum slag, sum er
skrivað á føroyskum.
Í bókini ber til at lesa um,
hvussu eitt gott parlag skal
røkjast við góðum samskifti,
eymum nærleika og erligum
vinskapi. Bókin er skrivað
við støði í Hásonginum í
Bíbliuni og skal geva góð ráð
til unga, nýforelskaða parið
eins væl og pensjoneraðu
hjúnarfelagarnar.
- Tað verður ikki tosað
serliga opið um parlag, sex
og teir trupulleikarnar, sum
nú einaferð kunnu stinga
seg upp í einum parlagi. Tí
vilja vit við hesi bókini tosa
opið og erligt um nakað, ið
kanska serliga viðkemur
ungum pørum og nýgiftum,
sigur Jógvan Zachariassen,
sum tó vísir á, at flest øll
fólk kunnu fáa gleði av
ráðunum, ið verða givin í
bókini.
Brenna fyri
hjúnabandinum
Tað eru fleiri orsøkir til, at
Jógvan Zachariassen saman
við konu síni, Unn, hevur
valt at skriva eina bók um
tað góða parlagi og øllum tí,
ið hartil hoyrir.
- Eg brenni veruliga fyri
hjúnabandinum,
kanska
serliga tí at eg sjálvur komi
frá einum brotnum heimi,
tí foreldrini blivu skyld, tá
eg var tvey ára gamal, sigur
Jógvan Zachariassen og
heldur fram:
- Eg og kona mín hava
nú í fleiri ár livað sum hjún,
og tí veit eg, hvussu gott
eitt hjúnaband kann vera,
greiðir Jógvan Zachariassen
frá.
Sum
pastorpar
hava
Jógvan og Unn Zacharias
sen í nógv ár vegleitt ungum
pørum og nýgiftum um tað
góða parlagi.
- Í ráðgevingini hava
vit altíð brúkt nógvar av
góðu vegleiðingunum úr
Hásonginum. Nú hildu vit,
at tað var synd, at tað bara
vóru nøkur fá, ið fingu gleði
av tí vitanini og ráðunum,
sum vit hava, og hildu at
tað var upp á tíðina, at hesir
boðskapirnir komu á skrift
á føroyskum máli, fortelur
Jógvan Zachariassen, sum
fegnast um, at við bókini
verður vitan og tilfar um
evnið meira atkomiligt fyri
nógv fleiri fólk enn higartil.
Nærgangandi myndir
Í bókini, sum telur 180
blaðsíður, eru eisini fleiri
myndir, ið skulu lýsa tær
serligu og góðu løturnar í
Hásonginum. Á myndunum
eru føroysk pør, ið skulu vísa
hendingar úr Hásonginum
– frá tí tey eru ung, til tey
gerast gomul.
Jógvan
Zachariassen
er greiðir yvir, at fyri
onkran kunnu summar av
myndunum tykjast heldur
nærgangandi.
- Tá vit síggja nakrar av
myndunum, fáa vit somu
kenslur sum ein jødi, ið lesur
Hásongin á hebraiskum; vit
rodna, vit kenna hitan, hava
hug til at lata bókina aftur
og hava hug at finnast at,
greiðir Jógvan Zachariassen
frá, men vísir samstundis á,
at tað er ein meining við
myndunum.
- Við at síggja myndirnar
vóni eg, at lesar skilir
upprunaliga
vakurleikan,
sum Gud hugsaði um, tá
hann skapti kyn, kenslur,
parlagið og alt, sum tí til
hoyrir. Myndirnar og tekst
urin vísa nakna veruleikan
av, hvat Gud sigur um kyns
lív og kenslur, sigur Jógvan
Zachariassen.
Bókin fæst til keyps í
bókahandlunum frá 3. Juni
2014
rannva@sosialurin.fo
Føroysk
bókaútgáva um
sex og parlag
- Eg brenni fyri hjúnabandinum og veit, hvussu
tað ber til at fáa eitt hjúnaband at ganga væl. Ta
vitanina vil eg fegin deila við øðrum. Soleiðis sigur
Jógvan Zachariassen, sum saman við konuni hevur
skrivað bókina ”At liva og at elska”, ið er fyrsta
bókin á føroyskum, ið snýr seg um sex og parlag