Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-29, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. mai 2014síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 30. mai 2014 · Nr. 61 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Broytingar í byggisamtyktum Broytingar í almennu byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu, serstøku byggisam- tykunum fyri Marknagil og útstykkingina matr. nr. 135a og 32a, Argir, og nýggj serstøk byggi- samtykt fyri útstykking oman Gil í Hoyvík. Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir verður við hesum gjørt kunnugt, at Tórshavnar býráð á fundi 22. mai 2014 hevur samtykt uppskot til broytingar í almennu byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu, serstøku byggisamtykt- unum fyri Marknagil og útstykkingina matr. nr. 135a og 32a, Argir, og nýggja serstaka byggi- samtykt fyri útstykking oman Gil í Hoyvík. Broytingar í almennu byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu Ætlaða broytingin er, at umleið helmingurin av D2 økinum við Landavegin verður broytt til C3-øki. www.torshavn.fo Ætlaða broytingin fevnir um part av ognini matr. nr. 917, Tórshavn. Ætlaða broytingin er, at umleið 18.000 m2 av A1 økinum oman Gil í Hoyvík verður broytt til A3 øki. Ætlaða broytingin fevnir um part av ognini matr. nr. 140a og 135a, Hoyvík. Broytingar av serstøku byggisamtyktini við Marknagil Ætlaða broytingin er, at planeraði parturin av øki II til ítróttarbygging verður broyttur til øki III, Miðstaðar- og Bústaðarbygging, sum m.a gevur rúm til skúlabygging, meðan restin av øki II framhaldandi verður til ítróttarbygging. Ætlaða broytingin fevnir um part av ognini matr. nr. 917, Tórshavn. Broytingar av serstøku byggisamtyktini fyri útstykkingina matr. nr. 135a og 32a, Argir Ætlaðu broytingarnar eru at gera nakrar smærri justeringar í sambandi við projekteringina av útstykkingini matr. nr. 135a og 32a, Argir. Ætlaða broytingin fevnir um partar av ognunum matr. nr. 135a og 32a, Argir. Nýggj serstøk byggisamtykt fyri útstykkingina oman Gil í Hoyvík Í sambandi við nýggja sethúsaútstykking við 24 grundstykkjum er gjørd ein serstøk byggisamtykt um skipan og bygging á økinum. Ætlaða serstaka byggisamtyktin fevnir um partar av ognunum matr. nr. 140a, 135a og 135b, Hoyvík. Framløga Tilfar, sum lýsir uppskotini til broytingar av byggisamtyktum og nýggja serstaka byggisam- tykt, liggur frammi í Snarskivuni á Vaglinum frá 2. til og við 23. juni 2014. Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda Tórshavnar kommunu skrivliga í seinasta lagi 14. juli 2014. Løgfrøðingur tiL fiskimáLa- ráðið Fiskimálaráðið Umsitingarøkið hjá Fiskimálaráðnum er bjarging, brunaumsjón, búnaðarmál, fiskirannsóknir og -gransking, fiskiveiðieftirlit, fiskivinnu mál, hvalamál, inntøkutrygd fiskimanna, til búgving og trygd, umframt byggimál, lendisskipan, matrikulering og sundurbýti, tinglýsing, fólka yvirlit, náttúrumál, skógarmál, navnamál, umhvørvismál og veðurlagsmál. Ert tú løgfrøðingur, og hevur tú hug at arbeiða við lógarsmíði, ráðgeving og málsviðgerð í landsins fyrisiting? Les meira á www.fisk.fo Umsóknarfreist er mánadagin tann 9. juni 2014.