Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-29, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. mai 2014síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 61 · 30. mai 2014 2 VIKUSKIFTI Mál Eyðun Klakstein eydun@sosalurin.fo Enskt er týdningarmesta fremmanda­ málið at læra tíðliga í fólkaskúlanum. Tað heldur ein stórur meiriluti av teimum, sum eru við í nýggju kann­ ing­ini, ið Lóður hevur gjørt fyri Javn­ aðarflokkin á Fólkatingi. Í kanningin vórðu fólk spurd, hvat fremmandamál tey halda hevur størstan týdning at læra tíðliga í fólka­ skúlanum. Heili 71 prosent av teimum spurdu svara, at tað er enska málið. 26 prosent halda danskt, og nøkur fá prosent halda annað ella vita ikki. Verður hugt eftir, hvussu menn og kvinnur svara, er lítil munur. Nøkur fá prosent fleiri menn enn kvinnur halda, at enskt er týdningarmest. Tey yngru siga enskt Verður hinvegin hugt eftir aldurs­bólk­ unum, sæst ein greiður munur millum tey yngru og tey eldru. Heili 87 prosent av teimum, sum eru í aldrinum 15 til 29 ár og hava luttikið í kanningini, halda, at enska málið er tað týdningarmesta at læra tíðliga í fólkaskúlanum. Í aldursbólkinum 30- 44 ár halda 65 prosent, at enskt hevur størsta týdning, meðan 35 prosent peika á danska málið. Í kanningini eru fólk eisini spurd um, hvat mál tey velja, um tey skulu lesa eina bók á øðrum máli enn før­ oyskum. Yngri ættarliðið er býtt upp í tveir næstan eins stórar partar, sum velja annað­hvørt enskt ella danskt. Eldri ættarliðini velja í nógv størri mun danskt fram um enskt, tá ið tey skulu lesa bók á øðrum máli. Tann lítla verðin Redaktørur: Eyðun Klakstein Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo Sniðgevi/umbróting: Pætur Eyðunsson Jensen, Sosialurin Forsíðumynd: Kári Horn / Mynd: Álvur Haraldsen klumman Ung sum eldri halda, at enskt er týdningar­ mesta fremmandamálið at læra tíðliga í fólka­ skúlanum, vísir nýggja kanningin, sum Lóður hevur gjørt fyri Javnaðarflokkin á Fólkatingi Verðin er ikki so lítil, sum hon einaferð var. Hon er blivin nógv minni. Fyrr var okkara egni heimur so lítil, at vit vistu lítið og einki um tað, sum gekk fyri seg uttan fyri bøgarðarnar. Nú er heimurin minkaður so nógv, at vit vita stundum meira um tað, sum gongur fyri seg í New York, Jerusalem og Tokyo enn tað, sum hendir rundan um okkum. Alheimsgerð, sigur onkur. Fagri nýggi heimur, siga tey pessismistisku. Tíðin og tøknin kanska. Okkum dámar væl at ferðast og flaksa, og eru vit ikki fysiskt flúgvandi, kunnu vit alíkavæl fara á flog hagar, vit hava hug. Vit eru nærri hvørjum øðrum sum heims­ borgarar, og tað skapar stórar møguleikar – og avbjóðingar. Tað var onkur, sum fyri kortum hevði hug at lýsa kríggj ímóti danskari mentan og donskum máli – at banna Sidney Lee og Familie Journalen – tí danski dominansurin hóttir okkara norðurlendska útsýni. Eg hugsi, at hetta svarar eitt sindur til, um Oliver North generalur marsjeraði inn í Hvítu Húsini og kravdi eitt álop á ónda Sovjetsamveldið her og nú. Danmark, danir og danska málið eru ikki høvuðsfíggindin longur. Okkara børn og ungu kenna líka væl vinnarar av model­ kappingum í Australia og sangkappingum í USA, sum tey kenna tilvildarligar danskar realitystjørnur ella poppsangarar. Vit tosa Netflix, YouTube, Facebook, Snapchat, Fruit Ninja og hvat alt hitt eitur, sum eg ikki eri nógv ungur til at vita. Nýggja ættarliðið lítur longri, tí alt er komið nærri, og tað er ein verulig avbjóðing fyri okkara mál og mentan – og ein nógv størri avbjóðing enn donsk vikubløð ella flatt fjassjónvarp. Og hvat gera vit? Jú, vit útgeva góðar føroyskar barnabøkur, og tað er umleið tað! Tí sum við so nógvum øðrum í Føroyum, taka vit ikki ordiliga hóttanina fyri fult. Hugsa ikki ordiliga um tað, ella halda, at tað mann ikki fara at bila. Tað er ikki neyðugt at hava eina ambitión um, hvussu vit kunnu melda okkara mál upp í talgilta kórið. Best er at snúgva sær sum frægast undan teimum stóru trupulleikunum, so teir ikki verða eitt problem. Men hóast verðin bara minkar, fara vit vónandi eisini í framtíðini at hava ein lítlan føroyskan krók onkrastaðni á klótuni – ella kanska er tað bara vónleyst gamaldags at siga so! So segði hann... Tey flestu peika á enska málið – Eg haldi ikki, at tað almenna skal verða lønarførandi við sínum stjóralønum. Tað almenna eigur at seta loft á, hvat ein stjóri í einum almennum partafelag kann tjena Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, í samrøðu um lønina hjá stjóranum í Atlantsflog, sum fær 200.000 krónur um mánaðin Eyðun Klakstein Heilti 87 prosent av teimum ungu halda, at enskt er týdningarmesta málið at læra tíðliga í fólkaskúlanum