mánadagur 2. juni 2014síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Mánadagur 2. juni 2014 · Nr. 62
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur
Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tíðindaleiðari
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Bjørn á heygum
Kjak síða 11
Siða
standurin
í Føroyum
Frank davidsen
Kjak 11
Sjálv
tøkubúðin
hjá Jákupi
Fíggjarmálaráðharrin fegnast, tí
grannskoðararokningin fyri kom
andi nýggja tunnilsfelagið tódnaði
úr 50.000 niður í 17.000 krónur, tá
uppgávan at grannskoða felagið
varð boðin út.
Í sjálvum sær er tað sjálvandi
gott, um landið kann spara 2/3 av
eini rokning, bara tí arbeiðið verð
ur boðið út í fríari kapping. Men
ein slík tilboðsgeving átti at fingið
alarm-klokkurnar at ringt, og vit
kunnu við røttum spyrja, um lands
ins myndugleikar als ikki hava lært
nakað sum helst av teimum gølum,
sum hava verið.
Grannskoðanararbeiði er ikki
bara vinstrahondsarbeiði. Grann
skoðarin er tann, sum skal vátta
fyri almenningi og myndugleikum,
at her er alt farið rætt fram, og at
roknskapurin gevur eina rættvís
andi mynd av rakstri, ogn, skuld og
fíggjarligum skyldum.
Gølan um grannskoðanarmálið
hevði sína orsøk. Tað er munur á
krøvunum fyri at fáa prógv sum
statsautoriseraður revisor eftir
donsku lóggávuni og kravdu dygdir
nar fyri at fáa pappír sum løggildur
grannskoðari, hóast heitið er mest
sum synonymt.
Heitið sum statsautoriseraður
er eitt góðskustempul, sum eigur at
tryggja eina dygga kravfesting av
grannskoðanararbeiðinum. Hetta
krevur millum annað eitt ávíst
tímatal av arbeiði, tá roknskapartil
farið verður gjøgnumgingið, soleiðis
at best møgulig vissa fæst fyri, at alt
er farið rætt fram á fíggjarøkinum.
Og tað er púrasta sjálvsagt, at ráðini
eru til færri tímar, tá tveir triðingar
verða kvettir av rokningini. Tí neyv
an man grannskoðarin ætla sær
hall av uppgávuni.
Djúpa kreppan fyri 25 árum síð
ani var beinleiðis atvoldin til eina
nýggja og herda roknskaparlóg, sum
kom í gildi í 1994. Hevði tann lóggáv
an eisini verið galdandi undan 1994,
er lítil ivi um, at missurin í nógvum
førum hevði verið munandi minni,
enn hann at enda gjørdst. Illgruni
um mangulfulla grannskoðan eru
nú millum orsøkirnar til størsta
sakarmálið í føroyskari rættarsøgu.
Nevnliga Eik-málið, har tað longu
er staðfest, at roknskapurin hjá
Eik-grunninum var misvísandi við
nærum tveimum milliardum.
Sjálvandi skal tað almenna
spara, har hetta kann gerast við
skili. Men tá talan verður um at
byggja húsini á sand heldur enn á
hellu, var sparingin betur, um hon
als ikki varð framd.
Hava einki lært
– Hetta er ein filmur um
eina heimasjúkrasystir, sum
er um eina doyggjandi eldri
konu á útoyggj í Føroyum.
Tað sigur Heiðrikur á
Heygum, sum í hesum døgum
tekur upp film í Føroyum.
Heiðrikur gongur á films
skúla, Super16 á Den Alter
native Filmskole í Danmark,
og hesin filmurin er uppgáv
an í sambandi við próvtøk
una.
Sunnumorgunin
var
filmsliðið á Vaglinum í Havn,
har upptøkur vórðu gjørd
ar. Í filminum eru vit í mið
býnum í Havn 1960, har fólk
spáka oman og niðan eftir
Áarvegnum, onkur kemur
út av útsøluni hjá Tjaldurs
Apoteki, sum nú er flokshøli
hjá Javnaðarflokkinum. Á
Áarvegnum stendur ein Ford
Anglia, ein Husquarna mot
orsúkkla, og ein Opel Kadett
kemur koyrandi niðan eft
ir. Gomlu bilarnir eiga limir
í Føroya Ellisakførum, sum
sunnumorgunin vóru við til
upptøkurnar.
Størstu
avbjóðingarnar
við slíkum filmsarbeiði, sig
ur Heiðrikur vera at fáa fólk
og fáa tað heila at hanga
saman.
– Alt liðið kring filmin tel
ur heilir 40 fólk, tá leikarar
og statistar ikki eru við, sigur
Heiðrikur á Heygum.
Og statistarnir eru nógvir
– og í morgun vórðu tey í
klæðum frá 60'unum.
Høvuðsleikari í filminum
er Sofía Nolsøe, sum hevur
leiklutin sum heimasjúkra
systirin. Upptøkurnar fara
at taka sjey dagar, og ætlanin
er, at tann 20 minuttir langi
filmurin verður frumsýndur
í Norðurlandahúsinum í nov
ember.
Heiðrikur á Heygum
ger ein ræðufilm
Mánadagsútgávan
av
Sosialin náddi ikki útber
ingina hjá Posta á middegi
mánadagin, og tí kom blað
ið ikki til haldarar og heldur
ikki til leysasølurnar á
bygd.
Orsøkin var mjørki í
Vágum.
Men tað er altso ikki tí,
at Sosialurin verður prent
aður í uttanlands. Hesa
ferð vóru tað tey, ið starv
ast í Miðlahúsinum, sum
høvdu verið uttanlands
ein starvsfólkatúr. Hóast
stórur partur av blaðnum
varð gjørdur niðurfyri –
so vartað tað síðsta, sum
skuldi gerast mánamorg
unin – og tað kundi av góð
um grundum ikki gerast
fyrr enn seinnapartin, tá
starvsfólkini komu aftur
til arbeiðis.
Flogfarið hjá Atlantsflog,
sum skuldi lenda sunnu
kvøldið, fekk ikki lent fyri
mjørka og endaði í Keflavík,
har tey gistu. Flogfarið lendi
í Vágum um hálvgumeitt
tíðina.
Sosialurin verður tí borin
út til haldarar og leysasølur
uttan fyri Havnina við Posta
seinnapartin týsdagin.
Mjørkin seinkaði
Sosialinum
Tað ræður um at byggja á
hellubotn heldur enn sand...
Ein løtumynd á Áarvegnum í 1960...
– Hervið boða vit frá,
at
kavarafyritøkurnar
»Streym
Diving«,
»JT
Kaving« og »Green Marine
Divers«, á midnátt í kvøld 2.
juni gevast við allari kaving.
Orsøkin er, at vit ikki longur
hava nakran trýsttanga til
at viðgera og bjarga okkara
kavarum, um illa vil til.
Soleiðis skrivar Ragnar
við Streym vegna Streym
Diving, JT Kaving og Green
Marine Divers.
Ragnar við Streym sigur,
at teir harmast almikið um
støðuna, men duga ikki
at síggja annan útveg, nú
trýsttangin ikki er tøkur
longur.
– Vit hava kannað ymsar
møguleikar fyri at loysa
trupulleikan, men vit fáa
einki gjørt, um ikki lækni
er tøkur. Tískil kenna vit
okkum nú noyddar at gera
eins og Vørn og gevast við
allari kaving, sigur hann.
Gevast at kava