mánadagur 2. juni 2014síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
nr. 5
I
2. juni 2014
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
Serblað frá Sosialinum Ábyrgd: Eirikur Lindenskov Myndir: Álvur Haraldsen snið og umbróting: Pætur Eyðunsson Jensen, sosialurin
Nú trotabúgvið eftir Fiskavirking er um at vera gjørt
upp, loysir fyrrverandi stjórin frá posabandinum. –
Tey, sum høvdu buktina og báðar endarnar, tóktust
ongantíð hava nakra ætlan um at Fiskavirking
skuldi hóra undan, sigur ein bersøgin Meinhard
Jacobsen um síðstu tíðina, áðrenn Fiskavirking
stongdi og 800 fólk mistu arbeiðið.
Vinna hesuferð...
tað hendir...
Bergur
heldur fram
Føroya Arbeiðsgevarafelag hevði
ársaðalfund mikudagin.
Á aðalfundinum vórðu Bergur
Poulsen og Kristoffur Laksá
afturvaldir, meðan Bogi Jacobsen,
stjóri á Varðanum Pelagic og Fróði
Magnussen, stjóri á Formula,
vórðu nývaldir fyri Magna Arge og
Jóhonnu á Bergi, sum ikki tóku við
vali.
Nevndin, sum eisini er mannað
við Høgni Hansen, Jón Sigurðsson
og Atla Gregersen, skipaði seg við
Bergur Poulsen sum formanni og
Høgna Hansen sum næstformanni..
Semja gjørd
við Maskin
meistara-
felagið
Føroya Arbeiðsgevarafelag og
Maskinmeistarafelagið gjørdu 23.
mai semju um nýggjan tvey ára
sáttmála fyri maskinmeistarar í
starvi á landi.
Semja hevur við sær eina lønar
hækking á 1,63 % 1. juni í ár, og
2,25 % 1. juni 2015. Eisini hækkar
eftirlønin við 0,44 prosent, soleiðis
at hon nú er 15 prosent. Semjan er
sostatt á sama støði, sum semjan
við arbeiðarafeløgini, sum varð
gjørd fyrst í mai.
Føroya Arbeiðsgevarafelag og
Maskinmeistarafelagið gjørdu eisini
avtalu um fráboðanarfreist.
Tríggir føroyingar í Nordic
Arctic Business Council
Hóast Føroyar hava eitt umboð, so eru tríggir føroyingar í
arbeiðsbólkinum: Bartal Kass, fíggjarstjóri á Mest, umboðandi Føroyar,
Rúni M. Hansen, stjóri á Arktisku deildini hjá Statoil, umboðandi Norra
og Jóannes Niclasen, stjóri á MT-Højgaard, umboðandi Grønland
ánadagin 19. mai var fyrsti
fundur í Nordic Acrtic
Business Council, sum
norðurlendsku arbeiðs
gevarafeløgini hava tikið
stig til. Føroyar verða
umboðaðar av Bartal Kass,
fíggjarstjóra á MEST.
Vinnuhúsið skrivar,
at arbeiðsgevarafeløgini í
Danmark, Noregi, Svøríki, Finnlandi, Íslandi,
Grønlandi og Føroyum hava mannað ein
arbeiðsbólk kallað Nordic Arctic Business
Council (NABC). Føroya Arbeiðsgevarafelag
fekk høvið at hava umboð í arbeiðsbólkinum,
og var Bartal Kass, fíggjarstjóri á MEST,
valdur.
Arbeiðsbólkurin skal komandi árið arbeiða
við at gera eina strategi fyri, hvussu norður
lendsk vinna kann gagnnýta møguleikarnar í
Arktis. Strategiin skal umfata:
• Olju, gass og minuvinnu
• Skipping og flutningsvinnu
• Ferðavinnu
• Fiskivinnu
Nakrir av stóru avbjóðingunum, sum mettar
eru at verða í samband við gagnnýtslu av
vinnumøguleikunum í Arktis, eru:
• Førleiki og umsitingarorka
• Handfaring av umhvørvisligu avbjóð
ingunum, so sum at verja ímóti dálking,
tilbúgving, burðardyggur fiskiskapur o.l.
• Flutningur, so sum trygd, tilbúgving í
samband við havarí o.l.
• Atgongd til arbeiðsmegi, trygd og
handfaring av fremmandari arbeiðsmegi
Arbeiðsbólkurin skal eisini verða við til at
tryggja áhugamálini hjá norðurlendskari
vinnu yvir fyri nationalum og altjóða
myndugleikum. Ein av uppgávunum er eisini
at luttaka í Circumpolar Business Forum, sum
arktiska ráðið fer at seta á stovn í 2014.
Arbeiðsbólkurin letur frágreiðing til
norðurlendsku arbeiðsgevarafeløgini í 2015.
Til stuttleikar kann nevnast, at tríggir
føroyingar eru í arbeiðsbólkinum. Bartal Kass,
fíggjarstjóri á Mest, umboðandi Føroyar,
Rúni M. Hansen, stjóri á Arktisku deildini
hjá Statoil, umboðandi Norra og Jóannes
Niclasen, stjóri á MT-Højgaard, umboðandi
Grønland.
M