Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-02, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. juni 2014síða 24

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 nr. 5 I 2. juni 2014 Vinnublaðið hjá Miðlahúsinum Hyggja til Íslands Øll hesi árini í Íslandi hevur Gunnar Justinussen bert merkt størsta blíðskap, og hans­ara royndir eru, at føroyingar eru øgiliga væl móttiknir í Íslandi. Ikki bara eftir skrædlið, tá Føroyar vóru fyrstar at veita íslendingum kreppulán, men eisini áðrenn, tí íslendski blíð­skapurin hevur alla tíðina verið stórur. – Hoyra teir, at tú ert føroyingur, er einki óført. Og eg haldi, at føroyingar eisini áttu at sæð Ísland sum meira enn bara ein størri granna, tí eg ivist ikki í, at nógvar føroyskar fyritøkur saktans kundu staðið seg í Íslandi. Sæð við okkara eygum, er Ísland jú eitt stórt land, samanborið við Føroyar, hóast tað í størra høpinum er pinkalítið, sigur Gunnar, ið byggir hesa hugsan á egnar royndir. – Er føroyski marknaðurin ov lítil, so er heilt upplagt at hyggja til Íslands, sum vit føroy­ingar saktans kunnu síggja sum ein heimamarknað hjá okkum. Eg havi ikki merkt nakað til trupulleikar av Hoyvíkssáttmála ella øðrum, tí tað hevur ikki ávirkað nakað av mínum virksemi í Íslandi yvirhøvur. Sjálvur er hann vælnøgdur við ta fyritøku, hann hevur fingið bygt sær upp har yviri, og hann heldur, at Sólning er í eini góðari legu, og hann hevur ikki tann stóra hugin at út­ byggja ella víðka virksemið stórvegis. – Sum er, er eingin vøkstur av fyritøkuni í eygsjón, tí tað koyrir trygt og væl, og eg dugi ikki ordiliga at síggja nakra orsøk til at víðka nú. So fær man sjálvandi at síggja, hvat hendir, men eftir at hava havt nøkur øgiliga tung ár frá 2008 til 2012, har fíggjarkreppan merktist øgiliga væl, haldi eg, at nú er fastari undir fótum aftur, sigur Gunnar. – Eg trúgvi, at klárar man at yvirliva og halda kostnaðarstøði í góðum tíðum, so kann tað blíva nokk so gott. Fyri mítt viðkomandi havi eg ein íslending sum stjóra í fyritøkuni, um­framt at tað er eydnast at fáa tað besta fólkið í íslendsku dekkbransjuni til okkara at arbeiða, so tí síggi eg ljóst upp á framtíðina hjá mínum virksemi í Íslandi. Ross og tónleikur Umframt at arbeiða sum vinnulívsmaður í bæði Føroyum og Íslandi við sølu av bilum og dekkum, hevur Gunnar Justinussen eisini onnur áhuga­mál. Sum nevnt í størru greinini, eru rossini eitt av hansara áhugamálum, ið nokk heldur ikki gjørdi tað torførari at koma inn á íslendska marknaðin, tí hann frammanundan kendi fitt av fólki í Íslandi. Men tónleikurin fer eisini við einum stórum parti av frítíðini. Einsamallur hevur hann gjørt onkra útgávu, og eitt nú kennast mong við gamla kvøðu­ ljóma­slagaran, »Sigla heim«, umframt at hann saman við øðrum í bólkinum Fýra eisini hevur lagt rødd til eina aðra landaplágu, »Her er løtan«. – Sangur og tónleikur hava altíð átt sítt pláss hjá mær, men hóast eg havi spælt og sungið nógv, so hevur tað verið púrasta uttan tær stóru ambitiónirnar. Eg spæli gittara og hugni mær, og eisini havi eg umvegis tónleikin sambandi við Jákup Zachariasen og aðrar vinmenn, so tónleikurin fyllir nógv, men gevur eisini nógv, sigur Gunnar um musiska frítíðarítrívið. Profilurin: Gunnar Justinussen