mánadagur 2. juni 2014síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
nr. 5
I
2. juni 2014
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
að slapst ikki undan, at Faroe
Seafood fór á húsagang, og
tað nyttar onki at geva øllum
øðrum skyldina fyri tað.
Konspirasjónsteoriir eru ofta
spennandi, men hava ofta onki
hald í veruleikanum. Soleiðis
er eisini við uppáhaldunum hjá
fyrrverandi stjóranum í Faroe
Seafood um, at eg skal hava arbeitt
ímóti ella verið passivur í royndunum at finna
eina loysn, sigur Ingi Højgaard, advokatur.
Hann var nevndarformaður í Faroe Seafood
teir seinastu tríggjar mánaðirnar undan
húsaganginum, og varð beinanvegin aftaná av
Skiftirættinium eftir áheitan frá Eik valdur til
fyribils bústjóra í trotabúnum.
Kreditorloysn
- Tað er rætt, at Meinhard Jacobsen sjálvur
arbeiddi hart fyri at fáa nýggjan kapital og
eina rekonstruksjón framda, og tað er eisini
rætt, at eg segði, at eg ikki helt meg vera rætta
mannin at fara út at selja fyritøkuna. Tað helt
eg Meinhard vera. Hann kendi felagið og
vinnuna betur enn eg. Men tað er ikki rætt, at
eg var passivur.
- Eg var vorðin nevndarformaður í Faroe
Seafood í september 2010, tá fyritøkan var í
einari insolventari støðu. Partapeningurin
var mistur. Eg varð av Eik biðin um at fara í
nevndina, og tann loysnin, sum skuldi finnast,
var ein kreditorloysn saman við nýggjum
partapeningi. Tað merkir, at loysnin skuldi
finnast í samráð við teir, og mín uppgáva var
fyrst og fremst at halda okkum flótandi fyri at
vita, um fíggjarligu kreditorarnir og íleggjarar
kundu finna eina loysn, soleiðis at felagið
kundi bjargast. So einfalt er tað, sigur Ingi
Højgaard.
Hann vísir á, at í tí frammanundan
sera spentu støðuni fór annar av
høvuðskreditorunum, Eik, eisini á húsagang
fyrst í oktober 2010, og at tað bara gjørdi
møguleikarnar fyri at gera eina nøktandi
kreditorloysn uppaftur meira torføra.
Ingi Højgaard sigur, at hann hóast hetta tó
eisini sjálvur tosaði við íleggjarar og royndi at
fáa teir áhugaðar í at gera íløgur í fyritøkuna.
Hann hevði millum annað samband við
Varðan og Framherja/Samherja.
Att síggja til vóru hesir so nær við at
keypa Faroe Seafood, at teir alment váttaðu
tíðindini tíðliga í november 2010, og umboð
fyri reiðaríini úttalaðu seg eisini til miðlarnar
um keypið.
Sóu skjøl
Handilin datt tó niður fyri, og sambært
Meinhardi Jacobsen hendi hetta, tá umboð
fyri áhugaðu keypararnar eftir kravi frá Inga
Højgaard sluppu at síggja sonevnda datarúmið
við øllum skjalatilfarinum um fyritøkuna.
- Tað er onki forgjørt í tí, tí tað er jú tað,
eitt datarúm er til – at áhugaðir keyparar skulu
hava ein møguleika at síggja, hvat tað er, teir
keypa, áðrenn teir keypa. Annars kunnu teir
ikki takað støðu til, um teir skula seta pengar
í og undir hvørjum treytum. Frammanundan
skulu teir skriva undir upp á, at tað, teir fáa
innlit í, er í trúnaði. Eg veit ikki, hví áhugaðu
keypararnir gjørdu av ikki at seta pening í
felagið, men mátti bara staðfesta, at so varð,
sigur hann.
Í grein aðra staðir her á síðunum
rør Meinhard Jacobsen fram undir, at
passiviteturin, sum han sigur Inga Højgaard
hava sýnt í tíðini upp til húsagangin, var
avtalað spæl millum Inga Højgaard og Jørn
Astrup Hansen, sum tá var vorðin stjóri í falna
Eik Banka.
Mickey Mouse
Tað, sum fyrrverandi Faroe Seafood-stjórin
rør fram undir, er, at Eik-stjórin ongantíð var
áhugaður at finna eina kreditorloysn, og at
hann frammanundan húsaganginum hevði
lovað Inga Højgaard, at hann skuldi gerast
bústjóri í trotabúnum, tá tað kom har til.
- Hasa Mickey Mouse-søguna vil eg totalt
vísa aftur sum tann reini heilaspuni. Astrup
segði beinanvegin, hann kom, at Eik var
tilreiðar at avskriva og jú, tað er rætt, at Jørn
Astrup Hansen 2. desember 2010 spurdi meg,
um eg vildi vera fyribils bústjóri í trotabúnum.
Tað var dagin fyri, at húsagangurin varð
staðfestur í skiftirættinum, men tá visti
nevndin, at húsagangurin longu var ein
veruleiki, tí fráboðanin um, at ongin ítøkiligur
keypari var, og at kreditturin varð steðgaður
3. desember 2010, var komin nakrar dagar
frammanundan.
- Tað er heldur onki undrunarvert í,
at Eik-leiðslan valdi at peika á meg sum
medbústjóra, tí sum nevndarformaður hevði
eg innlit í viðurskiftini hjá fyritøkuni, og tí
kundi tíð sparast, tá búgvið skuldi kortleggjast
og gerast upp. Júst tað, at eg hevði innlit,
rokni eg við var grundgevingin hjá Eik fyri at
velja meg, sigur Ingi Højgaard.
Hann heldur ikki, at hann hevði nakran
gegnis- ella trúvirðistrupulleika av knappliga
at skula vera bústjóri í sama stóra samtaki,
sum hann til tá hevði verið nevndarformaður
í.
- Nei, eg var jú vorðin nevndarformaður
eftir ynski frá Eik, og tað vóru eisini teir,
sum valdu meg til bústjóra, so eg dugi ikki
at síggja, at nøkur andsøgn er har, sigur Ingi
Højgaard.
Bústjórin vísir
atfinningum aftur
Ingi Højgaard, núverandi bústjóri og fyrrverandi nevndarformaður í Faroe Seafood,
vísir aftur øllum atfinningunum frá fyrrverandi stjóranum í samtakinum
Orð og mynd: Ingolf S. Olsen
T
Ingi Højgaard, advokatur,
var nevndarformaður í Faroe
Seafood í tríggjar mánaðir
undan húsaganginum og var
síðani valdur til trotabústjóra
av Eik. Hann sær tó ongan
trupulleika í hesum. - Eg var
vorðin nevndarformaður eftir
ynski frá Eik, og tað vóru eisini
teir, sum valdu meg til bústjóra,
so eg dugi ikki at síggja, at nøkur
andsøgn er har, sigur hann