Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-02, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. juni 2014síða 40

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 nr. 5 I 2. juni 2014 Vinnublaðið hjá Miðlahúsinum elemarknaðurin í Føroyum er broyttur nógv seinastu tveir mánaðirnar, nú kundar kunnu fáa fría talu fyri eitt fast mánaðargjald, bæði fyri samrøður í Føroyum og samrøður til útlandið. Hetta kann hava stórar sparingar við sær fyri fyritøkur, ið brúka telefonina í sínum dagliga virksemi. Kundar leggja um Síðan Vodafone fór at bjóða Vodafone RED, hava nógvir av verandi kundum lagt teirra hald um til nýggju haldini, umframt at felagið hevur havt eina tilgongd av nýggjum vinnukundum. Frælsið í at hava fría talu og frí sms hevur vakt ans hjá fleiri fyritøkum, tí hetta kann merkja at eina munandi sparing í teirra telefonútreiðslum. Umframt fría talu og frí sms, fylgir ein ávís nøgd av data við í nýggju haldunum, ið gevur kundum atgongd til internetið uttan fyri arbeiðsplássið ella heimið, so tú fært móttikið teldupostar, lisið tíðindi og annað. Persónlig tænasta - Hóast kundarnir við Vodafone RED fáa meira fyri pengarnar, so leggja vit okkum eftir at bjóða eitt høgt tænastustøði við support og ráðgeving frá vinnudeildini. Tað sigur Suni Justinussen, sølu- og marknaðarstjóri á Vodafone. Hann vísir á, at kundin er tann týdningarmiklasti liðurin í tilverugrundarlagnum hjá fyritøkuni. - Tí sigur tað seg sjálvt, at vit vilja bjóða kundanum bestu tænastuna. Hann leggur aftrat, at persónliga sambandið og høga tænastustøðið eru hornasteinar í virkseminum hjá Vodafone, og hetta seta viðskiftakundarnir stóran prís uppá. Nærum alt Evropa Sølu- og marknaðarstjórin vísir á, at fleiri føroyskar fyritøkur hava nógv samskifti við útlandið, og tí bjóðar Vodafone Evropa ískoyti, ið gevur kundanum møguleika at brúka fríu taluna til nærum allar far- og fastnettelefonir í Evropa. Harumframt kunnu kundar, sum ferðast í Evropa, móttaka samrøður og tosa í upp til ein tíma fyri einans sjey krónur við passport- ískoytinum, sum Vodafone eisini bjóðar ókeypis til sínar kundar. - Vit fegnast um, at nýggju haldini hjá okkum eru so væl móttikin og at internetið - við Vodafone RED - nú er vorðið munandi bíligari at hava í lummanum, sigur Suni Justinussen, sølu-og marknaðarstjórin, Suni Justinussen. Fyritøkur spara pengar við Vodafone RED Sølustjórin hjá Vodafone, Suni Justinussen, fegnast um, at nýggju Vodafone RED haldini hava vakt ans millum føroyskar fyritøkur, ið síggja sparingar og fyrimunir við at skifta til haldini, sum geva fría talu og frí sms Vilmund Jacobsen - Við Vodafone RED fáa kundarnir meira fyri pengarnar. Vit bjóða eitt høgt tænastustøði við support og ráðgeving, sigur Suni Justinussen, sølu-og marknaðarstjóri á Vodafone T