Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-02, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. juni 2014síða 42

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 nr. 5 I 2. juni 2014 Vinnublaðið hjá Miðlahúsinum Fram verður klárur at loysa tá hann kemur Gongst, sum ætlað, fer Fram, sum P/F Jókin hevur keypt, úr Greenock í Skotlandi um eina góða viku ella so Vilmund Jacobsen m einar tíggju dagar kemur skipið til Føroya, sum P/F Jókin hevur keypt úr Írlandi. Skipið hevur fingið navnið Fram, sum er kent skipanavn í Vestmanna. Fram kemur í føroyska fiski­ skipaflotan í staðin fyri frysti­ trolaran Gullberg, sum sakk á fiskileið í fjør summar. Nýggja skipið hevur kølitangar og er ikki frystitrolari eins og Sjagaklettur, sum P/F Jókin eisini eigur og sum var systirskip til Gullberg. Klárt at loysa Tummas Christophersen, reiðari, sigur, at tað tók bert einar átta tímar at sigla Fram úr Írlandi og til Greenock, har skipið verður málað, og har ymiskt viðlíkahaldsarbeiði verður gjørt. – Síðan skipið varð smíðað í 1989, eru ymiskt krøv komin aftrat, og hesi skulu lúkast, nú skipið hevur skift eigara og gerst partur av føroyska fiskiskipaflotanum. Reiðarin vísir á, at tá skipið loysir úr Greenock og leggur leiðina heim til Føroya, skuldi verið klárt at farið til fiskiskap við nýggja Fram. Mikkjal á brúnni Tað verður royndi skiparin, Mikkjal Hammer í Hvalba, sum eisini eigur lut í felagnum P/F Jókin, sum kemur at føra trolaran í byrjanini. Tummas Christophersen sigur, at skipið partvís verður mannað við monnum, sum vóru við Gullbergi, men allir, sum vóru við har, eru ikki tøkir longur. – Onkrir eru farnir umborð á onnur skip í Hvalba, og aðrir eru farnir aðrastaðni at sigla. Hann væntar tó, at nakrir mans, sum vóru við Gullbergi, verða við aftur Fram, tá loyst verður. – Við Fram verða færri mans, enn tað vóru við Gullbergi, tí tað eru munur á at frysta - og so bara at køla veiðina, leggur hann aftrat. Hvalba ella Vestmanna? Vit spurdu eisini reiðaran, um móttøka verður í Hvalba ella í Vestmanna, tá nýggi Fram kemur til Føroya. – Tað hava vit ikki tikið støðu til enn, sigur Tummas Christophersen lítillátin. Hann ynskir ikki at upplýsa, hvat P/F Jókin hevur givið fyri trolaran, og hvat skipið kemur at standa felagnum í, tá klárt verður at loysa. U Fram er ikki frystiskip, sum Gullberg var. Í staðin hevur skipið kølitangar Tað var so ómakasleyst at sigla Fram teir átta tímarnar úr Írlandi til Greenock Ein nýggj og spennandi avbjóðing – Nú kunnu skipini partrola, og meðan annað skipið kann frysta, kann hitt køla, og tað ber saktans til at gera bæði í senn, sigur Tummas Christophersen Systirskipini, Sjagaklettur og Gullberg, sum P/F Jókin átti, vóru bæði frystiskip. Nú hevur felagið so valt at keypa eitt skip við kølitangum í staðin fyri Gullberg. Keypið av Fram, sum írski trolarin Havilah nú kallast, merkir, at reiðaríið nú bæði hevur frysti-og kølimøguleikar. – Hetta merkir í fyrstu syfti, at vit nú bæði kunnu frysta og køla, eins og tað merkir, at færri mans verða við Fram enn við Sjagakletti. Tað er munur á at frysta og so bara at køla veiðina. Tummas Christophersen sigur, at hetta er ein nýggj leið, sum teir hava valt at ganga. – Um hetta var rætta avgerðin, fara vit at síggja um eini tvey ár ella so, sigur hann. Hugsa makrel Reiðarin dylur ikki, at teir, ið standa aftan fyri P/F Jókin, ikki minst hugsaðu um makrelin, tá gjørt varð av at keypa eitt skip við kølitangum heldur enn frysting. – Nú kunnu skipini partrola, og meðan annað skipið kann frysta, kann hitt køla, og tað ber saktans til at gera bæði tingini í senn. Jú, hetta er ein nýggj kombinatión, og trúðu vit ikki upp á, at hetta er ein møguleiki, fóru vit ikki í holt við hetta, sigur Tummas Christophersen, reiðari. – Jú, tað er rætt, at vit ikki minst hugsa um makrelin, sigur Tummas Christophersen, reiðari