Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-03, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. juni 2014síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 4. juni 2014 · Nr. 63 mikudagsblaðið Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tíðindaleiðari Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Politiska støðan er framvegis líka fløkt – ella verri – enn hon var fyri eini viku síð­ani, tá tað var um reppið, at Jørgen Nicl­asen varð frákoyrdur við ein­um misálitisuppskoti. Serliga kreppukend gjørd­ist støð­ an, tá tríggir sam­gongu­ting­menn tóku undir við mis­ál­it­is­upp­skot­ i­num – harímillum tveir av ting­ monn­um hjá løgmanni, ið sum fáur í politsku skipanini hev­ur boð­að frá, at hann hevur fult álit á Jørgen Nicl­ asen sum lands­stýr­is­manni. Snúðin sum formaður Fólka­floks­ ins er, so er í skrivandi stund eing­in út­meld­ing komin frá Fólka­flokk­i­ num, eftir at løgmaður mánadagin royndi at spæla bóltin aftur til Fólka­flokkin. Løgmaður hevur í hes­um máli tik­ið trupulleikan, sum upp­r­unaliga var ein trupulleiki hjá Fólka­flokkinum, og gjørt hann til sín trup­ul­leika. Og talan er ikki um ein lítl­an trupulleikar, men ein stór­an trupulleika, sum hóttir sam­ gong­una, Sambandsflokkin og lø­ g­mans­leiklutin hjá Kaj Leo Holm Jo­hanne­sen. Sum skilst hevur Jørgen Nicl­a­ sen havnað einum vinarligum ynski, sum løgmaður hevur borið hon­um frá tingmanning síni um, at hann sjálvboðin leggur frá sær. Tí­skil fekk løgmaður krav frá sínum egna baklandi um at koyra Jørgen Nicl­ asen frá sum landsstýrismann. Men tað vil løgmaður ikki. Hann boð­aði frá, at um kravið var frá ein­ um samdum tingbólki, so fór hann at gera, sum hann varð bið­in. Hóast tíðindini ikki eru vátt­að, so er okkurt sum bend­ir á, at semja ikki er funnin inn­an­floks í Sam­bands­flokk­inum, og tí royn­i­r løgmaður at átaka sær tann dipl­om­at­iska leik­lut­in, tó at hann neyv­an fer at eydn­ast. Sum sagt er enn ikki greitt, hvørja kós Fólkaflokkurin vil. Um hann vil halda fram í samgonguni fyri ein­ hvønn prís, so verður hann utt­an iva noyddur at offra Jørgen Nicl­a­sen – og so er tað upp til Fólka­flokk­in at finna út av, hvussu tað kann gerast á mest smidliga hátt. Fólk­a­flokk­ urin kemur ikki í sam­gongu, um val verður nú, og Jørgen Nicl­a­sen fær í øllum førum ongan lykl­a­leik­lut, um hann fellir upp á toll­mál­ið. Javnaðarflokkurin hevur boðað frá, at hann ikki samstarvar við Fólka­flokk­in. Hóast Tjóðveldi ikki tor­ir at siga tað hart – tí tað sa­m­ pakk­ar ikki við fullveldisynskið – so kann Tjóð­veldi undir ongum um­ støð­um samstarva við Fólka­flokk­i­n, sum støðan er nú. Men burtursæð frá truplum sam­ starvs­møg­u­leik­um, so er Fólk­a­flokk­ urin ikki illa fyri. Bæði flokk­ur­in og for­mað­urin tola eitt løg­tings­val, men tað ger Sam­bands­flokk­ur­in ikki. Tí er spurn­ing­ur­in, um Fólk­ a­flokk­ur­in fer at spæla hund við løg­manni – ella um hann vel­ur tað smidl­igu loysnina – at halda sær at vald­i­num. Fólkaflokkurin tolir, at løgtingsval verður útskrivað Av misgáum var ein óliðug og tískil óneyv útgáva av grein­ ini “Bústjórin vísir at­finn­ ingum aftur” sett á tema­síð­ urnar um Faroe Sea­food í Vinnublaðnum í Sosialinum í gjár, mán­a­dagin 2. juni. Í greini svarar Ingi Høj­ gaard, advokatur og annar bú­stjórin í trotabúnum eft­ ir Faroe Seafood, upp á at­ finningar frá Meinhardi Jac­ o­b­sen,­ fyrrverandi stjóra í fyritøkuni. Í greinini stendur millum ann­að, at Ingi Højgaard varð vald­ur til bústjóra av kred­i­ tor­unum beinanvegin aftan­ á hús­a­gang­in 3. desember 2010. Tað er ikki heilt rætt, tí tá varð hann valdur til fyribils bú­stjóra. Ikki fyrr enn á skift­i­rætt­ar­fundi seinni í mánaðinum varð hann formliga valdur til bú­stjóra. Og hann varð valdur til fyrst fyribils bústjóra og seinni bú­ stjóra av Eik og ikki av øllum kreditorunum, sum greinin leggur upp til. Í svarinum upp á skuld­ set­ing­arnar um passivitet er Ingi Højgaard endurgivin fyri at siga, at hann ikki helt seg vera rætta mannin at fara út at selja fyritøkuna. Men grundgeving hansara fyri hesum – at hann Helt Mein­hard Jacobsen sjálvan vera tann besta til hetta, tí hann kendi felagið og vinn­ una betri – var tíverri ikki komin við. Eisini kann ein av end­ur­ gevingunum geva ta fatan, at áhugaðu íleggjararnir gingu frá aftur einum longu gjørd­ um handli, men Ingi Høj­gaard leggur dent á, at ong­in avtala nakrantíð var gjørd við teir. Í Vinnublaðnum í Sos­i­al­ inum á internetinum er rætta greinin í. Vit biðja um umbering. Eik valdi Inga Vil jørgen val ella vald? Øll eru væl komin til Havnar Mentanarnátt síða 13-36 Renna at renna av Vagli­ num Mentanarnátt síða kjak á síðu 16 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Seinast, Sigrun Gunn­arsdóttir hevði framsýning á Eiði, var fyri fýra árum síðani, tá at­e­leierið á Hvíta­kletsevegi 15 varð tikið al­ ment í nýtslu Vilmund Jacobsen Hvítusunnudag klokkan 15 let­ ur letur Sigrun Gunn­ar­s­dótt­ir upp lista­fram­sýn­ing í atelieri sínum á Eiði. Op­ið verður henda dagin til klokk­an 20, og opið verður eisini 2. Hvítu­ sunn­u­dag frá klokkan 15-20. Tað verður Sif Gunn­ars­ dótt­ir, stjóri í Norð­ur­landa­ hús­i­num, sum setur fram­sýn­ ing­ina, meðan Lív Næs fer at syngja og spæla. Við á framsýningini hevur Sigrun umleið 40 málningar. Seinastu árini hevur Sigr­ un havt framsýningar víða um. Umframt í Norð­an­lond­ um hevur hon sýnt fram í USA, Eysturríki, Týsklandi og Japan. Tað, sum sermerkir listina hjá Sigrun, er, at hon gongur egn­ar leiðir. Tá bókin um Sigrun og list henn­ara kom út í 2007, lýsti rithøvundurin, Eva Furseth, hana m.a. soleiðis: “Sigrun er millum tey fáu lista­fólk­ini, ið tora at taka upp álv­ar­som evni um tilveruna til viðgerðar og kortini ikki ger­ast grunn og innantóm. Sigr­un sigur sjálv, at listin er hjartað, sum hon letur úr og gevur tær. Og hóast mynd­ ir­nar í nógvum eru før­um grundaðar á veruligar hend­ ing­ar, eru tær hvørki priv­at­ar ella bert lýsandi. Mynd­ir­nar fáa tvørturímóti tað fram, ið hvørki orð ella lýs­ing­ar megna. Tær víðka um sjón­ arringin, um vit væl at merkja geva okkum tíð at hyggja, tí sjálv upplivingin av einum listaverki verður altíð grundað á íkastið og roynd­ir­nar hjá hyggjaranum. Rit­høv­und­ur­ in E. D. Bigg­ers segði einaferð soleiðis: Menn­iskj­a­sinn­ið er sum eitt fallskjól - og royn­ist bert opið.” Seinast Sigrun Gunn­ars­ dóttir hevði framsýning á Eiði, var fyri fýra árum síðani, tá at­e­l­i­er­ið á Hvítakletsevegi 15 varð tikið alment í nýtslu. Sigrun hevur lista­ fram­sýn­ing á Eiði