Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-03, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. juni 2014síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 4. juni 2014 · Nr. 63 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov Hevði tað ikki verið fyri bil­ verju­na við landsvegin á Sundi, so er als ikki vist, at ferðslu­óhappið mánakvøldið gjør­d­ist so ógvusligt. Fyri fólk, sum var á staðnum, bendi nógv á, at bilurin er farin oman av vegnum, tí hann koyrdi upp eftir skráa­ num á bilverjuni, har endin gongur niður í vegin. Soleiðis hev­ur bilverjan helst virkað sum ein lopfjøl, og helst elvt til, at bilurin er koppaður og farin oman av vegnum. Í øllum førum fór bilurin út av vegnum gjøgnum opið í bilverjuni. Um bilverjan var heil, so hevði bilurin utt­an iva farið akandi fram við bilverjuni, soleiðis sum eisini endamálið er við eini bil­verju. Hesi op í bilverjunum síggj­ast ymsastaðni, har pláss er gjørt til fólk ella seyð ella til ymsar installatiónir. Eitt dømi um hetta var ein ferðsluvanlukka í Vágum í fjør summar, sum kostaði trim­um monnum lívið. Bil­ urin koyrdi upp eftir skrán­ ingi­num á bilverjuni, sum so­leið­is eisini virkaði sum ein lopfjøl. Men álvarsligar van-lukk­ ur eru eisini hendar, tá blilar hava koyrt inn í endan á bil­verju, har hon ikki hevur skrá­að niður í vegin. Óhappið mánakvøldið hendi, tá kvinna, sum koyrdi norður­eftir, yvirhálaði ein betong­bil og misti tamar­ hald­ið á bilinum soleiðis at hon snaraði ov langt út av vegjaðaranum. Hetta hen­ di júst har, sum eitt hol er í bilverjuni upp á einar 10 metrar. Báðir endarnir á bil­ verjni ganga skrátt niður í vegin. Høgra hjól á bilinum nertir bilverjuna, har hon end­ar, meðan vinsta hjól rak­ ar bilverjuna, har hon byrj­ ar aftur. Men har er – sum myndin vísir – ein skrái frá vegnum og upp á bil­verju­ na. Hesin skrái virkar sum lopfjøl, ið fær bilin við nógvu ferðini at flúgva. Hevði bilverjan verið heil, so hevði kvinnan í ringasta føri skrall­ að síðuna á bilinum – men hon hevði neyvan farið út av. Hevði eingin bilverja verið, so kundi hon kanska rættað upp­aftur og komið inn aftur á vegin, tí nóg mikið av plássi var uttan fyri bilverjuna. Landsverk hevur uttan iva nakað at hugsa um – og um teir ikki eiga at tippa hol­ ini í bilverjunum fram við lands­vegunum. Bilverjan má fyrst og fremst vera til at økja trygd­ ina. eirikur@sos.fo Tá bilverjan er vandamikil Eirikur Lindenskov Í sambandi við ferðsluóhappi á Sundi mánakvøldið vendu vit okkum til Landsverk at vita, hvat tey halda um vand­an, sum stendst av bil­ verjum, sum virka sum lop­ fjalir, tá bilar koyra á tær. Men Heini Eysturoy, deild­ ar­leiðari, kundi ikki svara, tí slíkir fyrispurningar frá fjølmiðlum skulu ganga ígjøg­num serliga fjøl­miðla­ ráð­gevan hjá Landsverki. Og frá honum fingu vit so­ljóð­ andi svar: »Svar frá Landsverki við­ víkjandi grein á In.fo um ferðslu­óhapp á Sundi – eftir av­talu við Áka Bertholdsen. Landsverk arbeiðir áhald­andi fyri at betra um ferðslutrygdina á lands­ vega­kervinum og fylgir nágreiniliga við teirri gransk­ ing og ráki á ferðslu­trygd­ ar­økinum, sum fer fram í grannalondum okkara. Tal­ an er sostatt um loysnir, sum eru royndar aðrastaðni, áðr­ enn vit gera av at seta tær í verk herheima. Fyri 10-20 árum síðani stóð endin á eini bilverju beint út. Hetta elvdi til okkurt álvars­ ligt ferðsluóhapp, tá bilar rendu í endan á bilverjuni. Eftir hetta varð gjørt av at føra endan á bilverjuni á skák niður í vegjaðaran, so áðurnevndi vandi var burt­ur, um óhapp skuldi hent. Broytingin bar í sær, at skráin undir óhepnum um­støðum kann virka sum rampa, tá bilur við nógvari ferð rennur á endan á bil­ verju­ni. Hildið varð, at hend­ an broytingin var ein mun­ andi betring av tí, sum hevði verið frammanundan. Tað vil siga, at fyrimunirnir við broyt­ingini vórðu mettir at vera væl størri enn vansarnir. Tá vit so kortini uppliva, at tað hóast hetta hava verið tilburðir, har hendan loysn­in ikki altíð hevur verið nøkt­ andi, verður bilverjan nú snar­að burtur frá vegnum. Talan kann vera um ymsar variant­ar av hesi loysnini, alt eftir hvat umstøðurnar á ein­staka staðnum loyva. Hetta ger Landsverk í stór­ an mun, tá nýggjar bilverjur skulu settast upp, ella gamlar verða umvaldar. Onkra­ staðni er sett upp ein absor­ ber­andi pláta til at gera ein møguligan samanstoyt bleyt­ari. Í greinini á In.fo verður somu­leiðis víst á, at alt ov nógv hol eru í bilverjuni. Hesum eru vit á Landsverki samd í, tí best er at hava so saman­hangandi bilverju, sum gjørligt. Til tað er at siga, at tíverri er eisini neyðugt at taka onnur atlit. Eitt nú at­ gongd til seyðarættir, seyða­ rakstur, jarðarteigar og ann­ að í slíkum sambandi. Landsverk hevur í 2014 eina játtan á góðar 6 mió. kr. til trygdartiltøk. Játtan­ in verður brúkt til eitt nú at tryggja síðuøkir við bil­ verju (0,8 mió. kr.), at gera rumlifoyrur (0,2 mió. kr.), at fáa trygdarútbúnað í smærru tunlarnar (1,6 mió. kr.), dagføra skeltir (0,5 mió. kr.), betra um og tryggja smærru bygdavegirnar (0,7mió. kr.), tryggja vegamót (0,5 mió. kr.), seta upp ljós á út­sett­um økjum (1,4 mió. kr.) og samstarv vð kommunur um ferðslutrygdarætlanir ( 0,3 mió. kr.).« eirikur@sos.fo Landsverk broytir bilverjur Sambært Landsverki, so hendu fleiri stórir skaðar av, at bilar rendu inn í endan á bilverjum. Tí vóru endarnir snaraðir niður í vegin. Men tá hendan loysnin ikki altíð hevur verið nøktandi, verður bilverjan nú snarað burtur frá vegnum Ferðsluóhappið á Sundi mánadagin var dømi um, har bilverjan setti trygdina í váða ferðsluóhapp