Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-03, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. juni 2014síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 4. juni 2014 · Nr. 63 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tina góða, óskiljandi, at eg skal skriva minningarorð um teg, nú tú ert farin, bert 47 ára gomul. Tíbetur have eg nógv góð minni um teg. Sjálvan flaggdagin vart tú fødd. Hesum vart tú stolt av, tú vart góð við títt land. Vit hava verið vinkonur síðan vit fóru í 1. flokk sam­ an. Tú vart so pen, minti mest um eina lítla dukku við tínum langa hári. Tá tú komst gangandi, hugdu fólk eina­ferð eyka at tær.   Tú vart trúføst og altíð klár at hjálpa. Í 10 ár vóru vit grannar í Virring í Danmark. Tað var ikki ein einasti dagur, vit ikki vóru saman. Tú vart ein partur av mínari familju, og nógvar góðar løtur høvdu vit eisini í summarhúsi. Ofta vart tú góð í ráðum og at vera barnagenta hjá børnunum. Míni børn elsk­ aðu teg. Tú ert gumma at mín­um gentum, og tær for­ gudaðu sína gummu. Títt flotta langa hár, sum genturnar elskaðu at greiða og gera við. Tú elskaði børn og  at vera saman við børnunum. Tú vart sera kreativ, kundi sita í tímar og klippa, mála og tekna saman við børnunum. Tá dóttirin varð konfirmerað, setti tú hennara hár og pynt­ aði borðini. Tað var so flott. Tú dugdi   sera væl at mála málningar, og eg eri so glað fyri málningarnar, tú hevur málað. Eisini vart tú so ófør at yrkja sangir. Tú vart  skilagóð, stuttlig og pen. Tú legði ikki nakað í status. Tú kundi vera saman við øllum og setti ongan eftir. Ja, ein djóravinur eisini, minnist hvussu stuttligt vit høvdu tað sum børn, tá vit spældu við tínar kettur í Eiriksgøtu. Sást tú eitt djór, sum ikki hevði tað gott, tók tú tað til tín. Tá  eg við familju fluttu til Føroyar aftur, vart tú kedd. Men vit tosaðu ofta saman, og tú fekst eisini vinir í Århus. Tú vart løtt at koma í samband við, og eg veit, at vinirnir tú síðani fekk,  vóru góðir við teg. Vit vóru eisini vælkomin at búgva hjá tær, tá vit komu til Danmarkar. Ta einu ferðina búðu mamma og eg hjá tær, tað vóru stuttligar og hugnaligar løtur. Tú borð­ reiddi við nógvum góðum mati. Hóast tú til tíðir føldi ein­semi og at lívið ikki altíð var við tær, so gramdi tú teg ongan­tíð, men royndi at til­ laga teg um­støð­urnar, tú vart í. Ongan­tíð hoyrdi eg teg siga eitt ilt orð um nakran, hin­ vegin sást tú altíð tað góða í menniskjanum. Vit sakna teg, men nú ert tú komin til ein betri stað, har øll eru góð við teg, og til Hann, sum tú trúði uppá.  Hvíl í friði. góða Tina. Fagra blóma tú sum prýðir fjallatindar berg og skørð, bø og ong og grønar líðir, hvat er fagrari á jørð ? Eina blómu tó eg kenni, fagrast hon av øllum er, sjálvt ei rósan líkist henni, tað er hon eg valdi mær. vinkonan Ina Minningarorð um vinkonuna Tina S. Guttormsdóttir 25.04.1967 - 02.05.2014 Tíðín rennur, og nú er longu ein góður mánaði lið­in, síð­ ani tann dugnaligi, væl­lýddi og avbera fryntligi úti­ setin Kristian Holm doyði á Bispebjerg hospitali 92 ára gamal. Jarðarferðin var flagg­dagin 25. apríl frá Hans Egede kirkju á Eystarubrúgv - tann dagin var eg tíverri burt­ur­staddur - tessvegna loyvi eg mær at skriva hesar fáu reglur um henda heiðurs­ mannin. Kristian var føddur í Hvalba tann 11. apríl 1922, har pápin Daniel Oliver Holm var keypmaður í býling­in­ um á HÓLALAGI ( navnið HOLM kemur helst haðani). Mamman æt Anna og var ætt­að av Steig í Sandavági. Kristian var nr. 11 av 13 systkj­ um, sum nu øll eru farin. Hann varð grivin við liðina av konu sínari í tí føroyska partinum av Vestre kirke­ gård. Kona hansara, Sólrun (f. Winther) var ættað úr Havn og slóknaði um heystið í 2005 Sum so mangur evnaríkur føroyingur í tretivunum hevði Kristian út-longsul og valdi í 1937 – tað var stutt eftir konfirmatiónina - at fara til Danmarkar at læra. Hann hevði hug til tað dynamiska fakið, elektromekanikk og kom í læru summarið 1938 á tí viðgitnu og risastóru maskin­fyritøkuni TITAN á Tagens­vegi á Nørrebrúgv í Kjøpin­havn. Hann fekk sam­an við nógvum øðrum før­oyskum lærlingum inni­ vist á tí populera og væl- skip­aða lærlingaheiminum í Rantzausgøtu. Haðani var stuttur teinur til ar­ beiðis á TITAN. Har bleiv hann útlærdur sum elek­tro­ mekanikari summarið 1942. Hann var trúgvur móti fyri­ tøk­uni og arbeiddi á sama arbeiðs­plássi í 52 ár. Titan- fyri­tøkan bleiv í trýssunum fusionerað við ta stóru og kanska sterkaru THRIGE- fyri­tøkuna í Odense, so Kristi­an skifti arbeiðsgevara, men ikki arbeiðspláss. Nýggi ar­beiðsgevarin kom tá at eita THRIGE-TITAN. Um summarið 1944 gif­tust Kristian og Sólrun og settu stutt eftir búgv í Mimers­ gade 21 á Nørrebrúgv, bara eitt steinkast frá Titan-verk­ smiðjuni. Hjúnini fingu eina dóttur. Hon eitur Gunnvá og er gift við Niels Arna Nielsen úr Sandavági. Tey eru eisini útisetar og búgva centralt í Kjøpinhavn Sólrun og Kristian vóru í nógv ár ógvuliga aktiv í tí før­oyska útisetalívinum. Hon róði, og hann spældi fót­bólt á Kløvermarken, har føroy­ ingar í fleiri mansaldrar hava íðkað alskyns ítrótt. Men tey luttóku eisini javnliga í øðrum føroyskum felagslívi, eitt nú Føroyingafelag og ikki minst í Tí føroyska Kirkju­ liðinum, serliga eftir, at liðið hevði fingið fast tilhald í Sámalskirkjuni í 1971.Kirkjan lá jú næstan í túninum hjá Kristiani og Sólrun. So skjótt sum Petur Amdrew Petersen, varð settur í prestastarv við Sámals-kirkjuna, knýtti hann nógv hjálparfólk aftur­ at sær. Kristian var kønur í seyðarøkt, so hann bleiv ein av teimum fyrstu, sum prestur fekk sær sum fastan álitismann til at hagreiða alt slag av kjøti, fiski og við­ skera, sum kom sendandi úr Føroyum til tær nógv um­tóktu kvøldseturnar hjá Kirkju­liðinum. Hesi væl­ vitjaðu tiltøk vardu meira enn eina fjórðingsøld í tí hugna­ligu Sámalskryptuni, har hjúnini Holm vóru fastir fúsar. Kristian var sera loyalur móti síni fyritøku og fekk eis­ini nógv álitisstørv. Hann ferðaðist t.d. fyri ThrigeTitan ymsa staðni í Europa, bæði hesu- og hinu­megin jarn­tjald­ið sum tekn­iskur konsu­lentur og installatørur av indu­stri­ centri­fugum og øðrum avancer­aðum maskin­um.. Hann var eisini í Før­oy­um og gjørdi ymsar tekniskar installatiónir á fiskavirkjum har. Á miðjum aldri í 1968 fekk Kristian sær ein kolonihava, nærhendis Kløvermarken, har hann hevði íðkað ítrótt sum ungur. Harúti hevði hann fyndarløtur. Hann velti eplir og aðrar køksurtir, men hann hevði eisini ymisk frukttrø og prýðisplantur. Á tí hugnaliga stykkinum hevði hann bygt sær eitt lítið hús við koyggjum, so høvi var at gista. Harúti á Amager dvaldist hann ofta aftaná arbeiðstíð, og tá ið hann bleiv pensioneraður, súkklaði hann ofta við matpakka út á stykkið tíðliga á morgni og bleiv á oynni allan dagin. Tað var ein stórur uggi hjá hon­um, at dóttirin og ver­ sonurin yvirtóku tann væl­ hildna kolonihavan, tá ið Kristian ikki orkaði meira. Men sjálvt um Kristian var inkarneraður og felags­ fúsur útiseti, gloymdi hann ongantíð, at hann avgjørt eisini var hvalbingur. Hann ferðaðist næstan á hvørjum ári til barndómsheimið í Hvalba, og hartil var hann ein av teimum serliga privili­ geraðu føroyingunum, sum átti jørð í Lítlu Dímun. Tað er ikki hvønsmans føri at røkta seyðin harúti á oynni, men tað kynstrið dugdi Kristian, og hann røktaði sjálvur sína ogn á Lítlu Dímun, til hann var høgt í hálvfjersunum. Í 2012, tá ið Kristian fór um tey 90, flytti hann endiliga úr sínum býli við Mimersgøtu, har hann hevði búð í 68 ár – tey 61 árini saman við Sólrun. Hann flytti á røktarheimið Sølund, næstan mettur av døgu­m; - har búði hann í hálv­tannað ár. Friður veri við minninum um ein sjáld­sama hegnigan hvalbing. Virgar T. Dalsgaard Útisetin og hvalbingurin Kristian Peter Holm nøvn