Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-03, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. juni 2014síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 4. juni 2014 · Nr. 63 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 mentanarnáttin Vilmund Jacobsen – Tað tykist sum fólk dáma sera væl Mentanarnáttina sum tiltak. Hetta er eisini størsta einstaka tiltak í býnum, næst eftir ólavsøkuni. Hesa­ferð hongur Mentanarnáttin saman við stóra Martahon-til­tak­ inum, og tí rokna vit við nógvum fólki í býnum. Tað sigur borgarstjórin í Tórs­havnar kommunu, Heðin Mortensen. Øll gera sítt besta Hann leggur aftrat, at sum borgar­stjórin bjóðar hann vegna kommun­una øllum hjartaliga væl­ komnum til Mentanarnáttina nú fríggjakvøldið. – Ein sera fjølbroytt skrá er løgd fyri tiltakið, har eisini stovnar og virki lata upp fyri almenninginum, eins og søvn og matstovur hava opið. Hotellini spenna seg út við góðum tilboðum, og vanliga fyllast gøturnar við fólki, sum fara at vitja og síggja tey mongu tiltøkini, ið flestu eru ókeypis. Borgarstjórin vísir á, at livandi tónleikurin eigur ein stóran part av tiltakinum hesaferð. – Tónleikur verður at hoyra um allan býin, men flestu tónleika­til­ tøkini verða í Kringvarps­hús­inum í Sortudýki. Tórshavnar Marathon Umframt alt, sum er á skránni fyri sjálva Mentanarnáttina fríggja­ dagin og fríggjakvøldið, hava øll høvi at savnast leygardagin til Tórs­havnar Marathon. Á Tórshavnar Marathon, har eisini útlendskir rennarar verða við, verður byrjað og endað á Vaglinum, og eg vóni, at Mentanarnáttin verð­ ur við til at draga nógv fólk til hetta eina­standandi tiltak, sigur borgar­ stjórin. Heðin Mortensen vísir á, at Tórshavnar Marathon hevur stóran áhuga uttanlands. – Útlendskir luttakarar eru við, og útlendskir fjølmiðlar vitja eisini í hesum sambandi, leggur hann aftrat. »Lítla ólavsøka« Borgarstjórin ásannar, at Mentanar­náttin er nú vorðið eitt so stórt tiltak, at fólk eru farin at rópa tiltakið »lítla ólavsøka«. – Nú Mentanarnáttin í ár hong­ ur saman við Tórshavnar Marathon verður tiltakið ikki minni, men helst munandi størri enn áður. At enda bjóðar Heðin Mortensen vegna Tórshavnar kommunu øllum hjartaliga vælkomnum til høvuðs­ staðin um vikuskiftið. vilmund@sosialurin.fo Borgarstjórin bjóðar øllum vælkomnum til høvuðsstaðin Mentanarnátt sum »lítla ólavsøka« Mentanarnáttin og Tórshavnar Marathon smelta saman, og tí roknar borgarstjórin, Heðin Mortensen, við rættiliga nógvum fólki í havnargøtum um vikuskiftið. – Øll skulu verða hjartaliga vælkomin til høvuðsstaðin, sigur hann – Mentanarnáttin er nú vorðið eitt so stórt tiltak, at fólk eru farin at rópa tiltakið »lítla ólavsøka«, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri, sum bjóðar øllum vælkomnum til høvuðsstaðin um vikuskiftið – Eg vóni, at Mentanarnáttin verður við til at draga nógv fólk til frálíka tiltakið – Tórshavnar Marathon - sum verður leygardagin, sigur borgarstjórin, Heðin Mortensen