Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-03, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. juni 2014síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 4. juni 2014 · Nr. 63 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 mentanarnáttin Vilmund Jacobsen Leygardagin 7. juni skipar Bragdið fyri árliga Tórshavnar Marathon. Umframt at renna maraton, verður eisini møguligt at renna hálv mara­ thon og fimm kilometrar. Hesin seinni teinurin er liður í Heilsu­ renningini, sum Bragdið saman við Tórshavnar kommunu skipar fyri. Marknaðardagur – Nógv verður gjørt burtur úr í mið­ býnum hendan dagin, sum er dagin eftir Mentanarnáttina. Tað sigur Súsanna Sondum, sum samskipar Mentanarnáttina. Umframt rennikappingarnar verður eitt nú marknaðardagur í Tinghúsgarðinum, har áhugaði selja ymiskt, tey sjálvi hava evnað, brúkt klæðir og leikur, gomul ting og annars alt, sum kundi havt áhuga fyri onnur. Byrja á Vaglinum Marathonrenningin byrjar á Vagl­ inum klokkan 9 leygar­morgunin, og Heilsurenningin byrjar sama stað klokkan 11. – Øll, sum ætla sær at renna, skulu skráseta seg á bragdid.fo. Freist­in at melda til er hósdagin 5. juni. Vegna Visit Tórshavn sigur Súsanna Sondum seg vóna, at nógv fólk verður at síggja í býnum, með­ an maraton-og heilsurenningin er. Mentamálanevndin á býarskipanarstevnu Annaðhvørt ár hittast mentamálanevndirnar í norðurlendsku høvuðsstøðunum til ráðstevnu um aktuel mentanpolitisk viðurskifti. Seinast var ráðstevnan í Havn, hesaferð er Keypmannahavn vertur. Eini 60 politikkarar og embætisfólk taka lut. Á fundi í gjár legði Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentamálanevnd Tórshavnar býráðs, fram um ymiskt av tí, sum hendir á mentanarpolitiska økinum í Tórshavnar kommunu. Hon umrøddi m.a. miðbýarætlanina, íløgur í skúlar og ítrótt, og arbeiðið at orða nýggja mentanarpolitiska arbeiðsætlan fyri komandi árini. Á skránni annars er býarskipan, har útgangsstøðið er stóra útbyggingin av Keypmannahavnar Havn, bæði í mun til nýggj bústaðarøki, vinnubygningar og trivnaðarøki. Harumframt verður røtt um, hvussu kommunur best kunnu geva borgarum ábyrgd og álit sum nátúrligan lið í menningini av mentanar- og frítíðartilboðum, og hvussu gamlir bygningar kunnu umskipast til mentanar- og frítíðarendamál. Alt sera viðkomandi fyri mál, sum mentamálanevndin og býráðið júst nú arbeiða við. Í ferðalagnum eru Heðin Mortensen, borgarstjóri, Helena Dam á Neystabø, forkvinna, Jógvan Arge, Halla Samuelsen og Bogi Andreasen. Harumframt taka Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri, og Jákup Simonsen, mentamálaleiðari, lut. Høvuðsstaðarráðstevnan endar í kvøld, har mentamála- og frítíðarborgarstjórin í Keypmannahavnar kommunu Carl Christian Ebbesen tekur ímóti á Ráðhúsinum. Marathon og heilsurenning byrja á Vaglinum – Vit vóna, at nógv fólk verður at síggja í býnum, meðan maraton-og heilsurenningin er, sigur Súsanna Sondum, sum starvast hjá Visit Tórshavn og sum samskipar Mentanarnáttina Vilmund Jacobsen Týskarin, Stefan Schlett, er í altjóða høpi ein kendur marathon- og lang­ teina­rennara. Hann hevur átt týska metið á 1000 miles, tað er 1.690 kilometrar. Tað tók honum 13 dagar og 16 tímar at renna hendan teinin. Stefan var fyrsti týskarin sum rann marathon á øllum sjey heims­ pørtunum. Triðju ferð í Føroyum Leygardagin, tá Stefan Schle rennur Tórshavnar Marathon fyri triðju ferð, væntar hann at brúka 4 tímar og 30 minuttir. Hetta verður samstundis hans­ ara marathon nummar 690. Stefan rennur sítt maraton nummar 690 í Føroyum Fyrsti týski luttakarin til Tórshavn Marathon kom við Norrønu mánamorgunin